Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 66

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 44 • 26. OKTOBER 2015 10 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Anfinnur Hovgaard STÓLURIN Í STÓLINUM HESA VIKUA LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ TRIMUM ORÐUM: Tolin, treiskur, øðrvísi HVAT MERKI ER BILUR TÍN? Citroën C4 HVAT MERKI ER TELEFON TÍN? Havi tvær, Motorola Defy og Nokia-okkurt. HVØR ER TÍN BESTA SUMMARFRÍTÍÐARUPPLIVING? Ein túrur í Makedonia har norðuri í Grikka­landi við familj­uni er í øllum førum ein, sum eg ofta min­nist aftur á og tosi um. Ein fínur túrur, vit saman við Johan-svág­inum og hansara. HVAT ORÐ ELLA HVØNN SETNING NÝTIR TÚ OFTAST? Um eg hevði skrivað tað her, so varð tað ikki prentað. So tað lata vit fara. HVØRJUM HYGGUR TÚ AT HJÁ HINUM KYNINUM? Tað velst um, hvar eyguni flákra, og hvat tey fanga. Í síðsta enda er tað heildin, sum er avgerandi. Men tað er altíð huga­ligari at skoða eina av hinum kynin­um enn ein av eins egna! HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG? At liva! Tá veðrið er, sum tað skal til høvið. Yvirhøvur tá ting ganga í hakk. HVAT STRESSAR TEG? Fólk, sum ganga í smáum skóm, og at avtalur ikki verða hildnar. Stopp­klossar í lívinum, til dømis bil­før­arar, sum ikki vísa av. Og so eisini tá eg havi forlovað meg. HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR? Ræst kjøt, sum Karli plagar at skaffa úr Sundalagnum, ein góður medium stoktur búffur, ovnstoktur laksur – og eg kann blíva við... HVAT GLEÐIR TEG? Ofta smáar og stórar gerandis hendingar, sólskinssøgur: Høvdavirkið, Drop Bucket, fólk, sum er vorðin lekt - alt møguligt. HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ, SUM TÚ FEKST UPPFYLT? Tað eru nógv ynskir millum ár og dag: Tað at tað skal ganga børnunum væl í lívinum, at veðrið skal vera gott, at H71 vinnur og nógv afturat. Men seinasta veruliga ynski varð uppfylt, tá ein lækni á Ríkissjúkrahúsinum fyri trimum árum síðani segði nakað so­leiðis við konuna: “Nå ja, forresten, scann­ ingen viser jo, at kræften er væk!” Tað var ein sterk løta. Og ynskið bleiv uppfylt. HVAR ARBEIÐIR TÚ? Formula. HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA INNAN JÚST HESA VINNU ELLA ØKI? Tá fyrst í 80-árunum var telduverðin rættu­ liga nýggj og tyktiskt spennandi. Fekk bjóðað arbeiði á Com Data, tók av – og nú havi eg verið meira enn 31 ár í hesari bransjuni! HVØR ER STUTTLIGASTA UPPLIVING TÍN Í STARVINUM? Handan rúgvan er stór! Og sumt skal ikki út alment. Eg havi nógvar starvs­felagar, sum kunna gera­gerandisdagin litríkan. Ein tann besta mann vera, tá ein starvsfelagi (lat okkum bara kalla hann Olsen)­ tosaði við ein, hvørs telda var fryst. Olsen gav tey góðu ráðini at sløkkja og tendra. Tað kom ikki upp á tal, segði hin, sum hevði eitt drúgt dokument, sum ikki var goymt. Aftan á snakk aftur og fram eina stutta løtu sigur ein bersøgin Olsen: “Jamen, so mást tú bara bíða, til SEV sløkkir!”. Hin var ikki í góðum lag. HVØRJUM TÓNLEIKI LURTAR TÚ EFTIR? Øllum uttan opera, “frem-fra-glemslen” og techno. Og serliga tónleikur frá 60-, 70- og 80-árunum er í hásæti (apropps: ”80’ini umaftur” verður ætlandi aftur í februar. Men góður rokkur frá Týr og hugtakandi Lena kann eisini vera balsam fyri bæði sál og sinn. HVAT ER BESTA UPPFINNINGIN OG HVÍ? Hjólið, tí tað er støðið fyri heilt nógvum. Og tað at mann fann út av at gera brúk av eldi. HVAT ER BESTA ÍLØGAN, TÚ HEVUR GJØRT? Mann húsið Inni á Gøtu ikki vera svarið til hetta? HVAT ER TÍTT BESTA HEIMARÁÐ? Hevur tú klumpar í sósini? Brúka ein stavblendara! So er tann trupulleikin loystur um aldur og allar ævir. HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR? Yngra dótturin hevur Julius, sum ein ein lítil hvítur frensur, ið, sum blindur passaserur, sigst vera komin heilt norðan úr Lorvík. HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN EINA MILLIÓN? Fingið ymiskt gjørt við húsini, sum nú eru eini 24 ára gomul. Farið eina langa cruise-ferð, helst í Kyrrahavinum. Onkur fólk og onkrir felagsskapir nokk fingið okkurt eisini. Og so hevði eg nokk eisini funnið mær sjálvum onkra ordiliga góða skotska single malt, torvuta og 20 ár+. HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN TÍGGJU MILLIÓNIR? Sum omanfyri. Men so høvdu onkrar lønandi íløgur eisini komið upp á tal. Kanska keypt eitt bíligt makrelloyvi, sum so kann seljast við góðum vinningi. HVAT ER BEST VIÐ FØROYUM OG HVÍ? Tja... Tað kann so ikki vera veðrið! Eisini hóast Birgir Enni sigur, at í Føroyum hava vit bara gott veður. Men vit hava ymisk sløg av góðum veðri, sigur hann. Tó, í Føroyum ER gott at vera. Var handan Jante-lógin ikki so væl umtókt, og vit ikki høvdu hasar smásáru bygdapolitikararnar í Løgtinginum, so var tað enn betri. HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR? Tað veit eg ikki. Og tað mann vera best soleiðis. Men ynskiligt er at kunna síggja fram til komandi pensjónsaldurin, vitandi at vinningurin av hasum makrelloyvinum frá í áðni fer at geva róð í sinnið. Sum Rúni plagar at taka til: “Happy day!” Tolin, treiskur og øðrvísi Smáar og stórar gerandis hendingar gleða meg