mánadagur 26. oktober 2015síða 72
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 44 • 26. OKTOBER 2015
16
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Hús&Heim
Er hetta nakað fyri teg?
Laða grót í hegnformi
H
esin hátturin at laða sær ein
garð ella kant um blómubeðið
verður ongantíð eitt alternativ
til teir vøkru, laðaðu garðarnar. Men
fyri tað kanst tú brúka hegnið til alt
møguligt í urtagarðinum. Hegnið
er lætt at fáast við, tú kanst fylla
tað við vøkrum steinum, brúka tað
sum portalar, lívd til ein sólkrók og
til dømis laða grønmetisbeð. Til ber
eisini til at leggja flag á og vita um
man fær t.d. hjálpirótina og aðrar
steinbeðsplantur at festa røtur mill
um steinarnar. Men regnar alt burtur?
Tá er tað at, at hugflogið má takast
í brúk.
Hegnið er lætt at fáast við, so
tær nýtist ikki at vera so øgiliga
handasterk fyri at arbeiða við hegn
inum og grótinum.
Eitt gott er afturat við tí: Tá tú
ert troytt av at síggja upp á tað, so
er bara at taka tað burtur aftur. Onki
hóvasták!
Leykirnar í jørðina og pottarnar
Nú vetur er á gáttini og urtagarðarnir
eru farnir úr sínum summarskrúði,
er tíðin komin at fáa blómuleykirnar
niður. Úrvalið er stórt og litirnir
somuleiðis.
Tá so kuldi og kavi er, so minnast vit
smáfuglarnar og gleða teir
við onkrum leskiligum á
fóðurbrettinum.
Hóast bløðini følna er so nógv
annað at gleðast um í havanum.