Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 76
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 76

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 44 • 26. OKTOBER 2015 20 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Hús&Heim Vilmund Jacobsen G rundasteinurin undir fyritøkuni hjá okkum er ensk framleiðsla av vindeygum og hurðum. Við skjótt 10 ára royndum á føroyska marknaðinum kunnu vit staðfesta, at vindeygu og hurðar okkara eru sera væl móttikin og hava roynst sera væl í skiftandi føroyska veðurlagnum. Tað sigur eigarin og stjórin í Sp/f Vind, Hans Petur Ellingsgaard. Alt dygdarvørur Missiónin hjá fyritøkuni er at veita tænastu og vørudygd á høgum støði til ein sømiligan og kappingarføran kostnað. – Fyri at kunna veita eitt breiðari úrval, er útboðið hjá okkum víðkað til eisini at fevna um donsk plast-, træ- og træ/alu vindeygu. Hans Petur Ellingsgaard sigur, at Sp/Vind einans samstarvar við virki, ið hava drúgvar royndir innan sítt yrki og sína framleiðslu, og tað er hetta sum ger, at allar vørur, ið fyritøkan hjá honum veitir, eru av bestu góðsku. Umframt útboðið av vindeygum og hurðum, umboðar Sp/f Vind eisini Novoferm, sum hevur ídnaðarhurðar, garaguhurðar, útistovur og annað í sínum konsepti. – Alt vørur úr bestu góðsku, leggur stjórin aftrat. Eisini ísetan Sp/f Vind hevur eisini eina aðra tæn­ astu í sínum konsepti. – Ofta kann vera torført hjá við­ skiftafólki at finna fólk til at seta vind­eygu og hurðar í, men eru hesi keypt hjá Sp/f Vind, verða eisini góð tilboð givin uppá íseting, samstundis sum veittur verður 10 ára garantiur. Fyritøkan Sp/f Vind hevur heima­ síð­una www.vind.fo, og her sæst vøru­útboðið hjá fyritøkuni. – Tey, ið hava fyrispurningar, kunnu eisini ringja til okkum á tlf. 456100 ella á 596100, sigur Hans Petur Ell­ ings­gaard, stjóri og eigari. Roynast væl í før­ oyska veðurlagnum Sp/f Vind í Runavík, sum skjótt hevur 10 ár á baki, staðfestir, at vindeygu og hurðar, sum fyritøkan selur, roynast sera væl í skiftandi føroyska veðurlagnum – Missiónin er at veita tænastu og vørudygd á høgum støði til ein sømiligan og kappingarføran kostnað, sigur Hans Petur Ellingsgaard, stjóri og eigari av Sp/f Vind