Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 80
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 80

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 44 • 26. OKTOBER 2015 24 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Hús&Heim Vilmund Jacobsen V ollabúðin, sum hevur húsast á Høgabóli í Saltangará síðan byrjan, er nú flutt í størri høli í stóra bygninginum beint hinumegin vegin, har Effo í Saltangará er - og beint uttan fyri FK-handilin, sum eisini er í økinum. Tað er Birgir av Vollanum, sum eigur og rekur Vollabúðina. – Vit lótu upp her 8. oktober í ár, og vit hava havt nógva vitjan, eins og okkara viðskiftafólk tykjast fegin um nýggju hølini og rúmligu umstøðurnar. Hann sigur, at tað altíð er eitt baks at flyta, men nú tey eru komin upp á pláss, er hann sera væl nøgdur við góðu umstøðurnar. Útboðið er størri Aftrat sær í Vollabúðini hevur Birgir Kristinu Rasmussen, sum býr á Skála og arbeiðir í handlinum 30 tímar um vikuna. – Nýggju umstøðurnar hava eisini gjørt tað møguligt, at vit nú kunnu hava stórar vinyl-rullur í handlinum. Áður høvdu vit bara prøvar. Nú hava vit einar seks stórar rullur, umframt at vit framvegis hava nógvar prøvar. Birgir sigur, at Vollabúðin helst hevur størsta útboð av vinyli og tepp­ um í Føroyum yvirhøvur. – Vit samstarva við Vøruhúsið og Bygma Gólv og tað, sum vit ikki hava á goymslu her í Saltangará, kunnu viðskiftafólk síggja á prøvum og fáa heim longu dagin eftir bílegging. Hann sigur, at umstøðurnar við køkum, sum er ein stórur partur av virkseminum hjá teimum, nú eisini eru nógv betri. – Áður høvdu vit ein køk standandi uppi. Nú hava vit fýra, umframt at vit eisini hava bæði grovkøkar og baði­ rúmsmøblar til framsýningar. Hesin parturin er líka sum ein deild fyri seg í handlinum. Birgir av Vollanum vísir á, at tá ræður um skiftan av køkum ella køk í nýggjum húsi er Vollabúðin heildar­ veitari. – Vit hava køkarnar, hvítvørurnar, loftini, gólvini og málingina. Vit kunnu soleiðis levera alt, sum skal brúkast í hesum sambandi, leggur hann aftrat. Gávulutir og jólaprýði Birgir av Vollanum sigur, at nú sølan av máling fer at minka, tí veturin stundar til, veksur sølan av eitt nú gávu-og prýðislutum, eins og sølan av jólaprýði og øðrum fer at taka seg upp. – Vit fara at hava nógvar ymiskar vørur, sum hoyra jólahøgtíðini til, eitt nú jólaperur, ymiskt jólaprýði og annað, eins og vit fara at hava nógvar gávu-og prýðislutir. Eigarin av Vollabúðini sigur, at við­skiftafólk eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið at síggja handilin í nýggja umhvørvinum. – Fólk eru vælkomin inn á gólvið til eitt prát. Vit gleða okkum at vísa fram okkara nýggju umstøður, sigur Birgir av Vollanum og vísir til telefonnumrini 499649/ 223596, um fólk hava eitt hvørt at spyrja um. Vollabúðin í nýggjum hølum í Saltangará - Áður høvdu vit ein køk standandi uppi. Nú hava vit fýra, umframt at vit eisini hava bæði grovkøkar og baðirúmsmøblar til framsýningar. Hesin parturin er nú líka sum ein deild fyri seg í handlinum, sigur Birgir av Vollanum Vollabúðin er nú flutt í størri høli í Saltangará, beint yvir av Effo-støðini og beint við síðuna av FK-handlinum Birgir av Vollanum