mánadagur 26. oktober 2015síða 84
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 44 • 26. OKTOBER 2015
28
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Hús&Heim
Elegantur roykvarnari
Vanliga eru roykvarnararnir, ið vit brúka í heiminum lættir og hvítir
plasikkassar, men kundi tú hugsað tær ein snøggari og elegantari
roykvarnara, hevur finska fyritøkan Jalo Helsinki eitt upskott. Tey hava gjørt
roykvarnaran Kupu, ið fæst bæði við krom og tekstil yvirflatu.
Vakna við
stíli
Nú er mong av
okkum farin at brúka
fartelefonina sum vekjara,
men tað finnast eisini
aðrir møguleikar. Klassiski
vekjarin er helst farin
eitt sindur í dvala, men
dansku sniðgevararnir
Norm Architects hava
gjørt eitt nýtt boð upp á
ein snøggan vekjara. Hann
riggar væl á borðinum, og
tú kanst sløkkja hann við
at venda honum á høvdið.
Vilmund Jacobsen
Í
fyritøkuni eru dugnalig, ágrýtin og
køn starvsfólk, sum altíð eru til
reiðar at veita bestu og hollastu
tænastu.
Tað eru skjótt trý ár síðan, at
Sveisingahandilin legði saman við
Fønix og yvirtók virkið, og tíðliga í
hesum árinum fekk samanlagda fyri
tøkan navnið, Fønix.
Tá navnaskifti fór fram, helt stjórin
í fyritøkuni, Báður Simonsen, at nú var
tíðin búgvin til at taka stigið fult út.
– Navnaskiftið ber boð um eina
nýggja byrjan, har vit bjóða okkum
fram við eini enn betri tænastuveiting
og enn størri vøruúrvali enn áður,
segði hann.
Mykinesgøta 8
Alt virksemi hjá samanlagda felag
num er savnað í Mykinesgøtu 8 í
Havn, og fyritøkan bjóðar heildartæn
astu til vinnu og privat innan sveisi
ng, trygdar-, bjargingar-og sløkkiút
gerð, eins og fyritøkan eisini hevur
eitt stórt úrval av gassi, smyrjolju,
akkumlatorum, grilum og gassbrenn
arum - umframt nógv annað í sínum
vøruútboði.
– Okkara viðskiftafólk skulu upp
liva somu - ella eina enn betri - tæn
astu enn hana, tey kenna frá góða
gamla Sveisingahandlinum.
Tað var lyftið, sum stjórin, Báður
Simonsen, gav, tá navnaskiftið gjørd
ist veruleiki.
Eisini til hús & heim
Búgvi Hanusarson, søluleiðari hjá
Fønix, sigur, at í konseptinum hjá fyri
tøkuni er eisini nógv, sum verður brúkt
í einum vanligum húsarhaldi, eins og
fyritøkan hevur nógv ymiskt, sum
bæði er áhugavert og forvitnisligt.
– Vit hava flestu sløg av gassi,
smyrjolju og køliolju av merkinum
Mobil, og vit hava gassbrennarar,
gassgrillir og gassovnar.
Hann vísir á, at ein stórur partur av
søluni hjá Fønix er til handilsvinnuna,
ídnaðin og vinnulívið annars, men
fyritøkan hevur eisini nógv privat við
skiftafólk, sum støkka inn á gólvið í
handlinum í Mykinesgøtu.
– Vit hava ein stóran handil og
eina stóra vørugoymslu, og hvørja viku
koyra vit eisini út til viðskiftafólk við
okkara vørum og tænastum.
Búgvi sigur, at sjálvt hjartastartari
fæst til keyps hjá Fønix.
Fønix á netinum
Fønix hevur heimasíðuna www.
fonix.fo, og fyritøkan er eisini á
facebook sum P/F Fønix.
– Hava viðskiftafólk eitt hvørt
at spyrja um, kunnu tey ringja á tlf.
311909, sigur søluleiðarin hjá Fønix,
Búgvi Hanusarson.
Fønix, sum er ein samanrenning av gamla
Sveisingahandlinum og Fønix, er ein fyritøka
við alskins tænastum og møguleikum
Fønix hevur
stórt vøru
úrval
– Stórur partur av
søluni hjá Fønix er
til handilsvinnuna,
ídnaðin og vinnulívið
annars, men fyritøkan
hevur eisini nógv privat
viðskiftafólk, sum støkka
inn á gólvið í handlinum í
Mykinesgøtu, sigur Búgvi
Hanusarson, søluleiðari
Picasso gevur íblástur til stól
Sniðgevin SOHN hevur brúk strikutekningar hjá Picasso sum íblástur til nýggjan stól
Listarligt verk hjá spanska listarmanninum Pablo Picasso skal eisini brúkast til at skapa nýggjar møblar.
Í øllum førum hevur suðurkoreanski sniðgevin SOHN brúk strikutekningar hjá Picasso sum íblástur til ein
nýggjan stól í einari røð, sum verður kallað One liner series_chair.
Stólurin er gjørdur úr pulvurlakeraðum aluminium og hevur eitt serstakt skap – ja, eitt næstan listarligt skap.
Tað ber væl til at kalla tað ein stól, men í grundini er funktiónin at samanlíkna við ein krakk.
Nýggju stólarnir fáast í fleiri ymiskum litum og kunnu eisini setast saman í kreativar litsamansetingar.
Hugskot