mánadagur 26. oktober 2015síða 86
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 44 • 26. OKTOBER 2015
30
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Hús&Heim
N
ew Concept er ein nýggj múr
arafyritøka í høvuðsstaðnum.
Tað er Rabah Benbakoura, sum
eigur og rekur fyritøkuna.
Rabah er upprunaliga úr Algeria,
men er uppvaksin í Belgia, har hann
tók útbúgving sum múrari og elektrik
ari. Hann er giftur við føroyskari konu,
hevur búð í Føroyum síðan 1998.
Hann hevur trivist sera væl í
Føroyum og heldur at føroyingar eru
fyrikomandi og lættir at samstarva
við. Hann hevur havt nokk at tikist
við hesi 17 árini. Mesta av tíðini hevur
hann arbeitt sum el-montørur.
Rabah arbeiddi í mong ár sum
múrari í Belgia og var við í fleiri størri
og smærri verkætlanum.
Umframt Rabah sjálvan arbeiðir
Erik Johannes Fjallsá eisini í New
Concept. – Innandura gera vit flísa
arbeiði í baðirúmum, køkum, í gongini
ella hvar tað skal vera. Uttandura
leggja vit t.d. flísar í túnið og urta
garðin. Eisini veita vit vegleiðing og
ráðgeving.
Rabah Benbakoura sigur, at hesa
tíðina eru tað nógv, sum vilja hava
tún, garðar og urtagarðar gjørdar, so
tað er klárt til summarið.
– Vit átaka okkum allar múrara
uppgávur bæði inni og úti. Stovnar,
fyritøkur og privatfólk eru vælkomin
við fyrispurningum, sigur Rabah
Benbakoura, sum er at hitta á tlf.
572002. Erik Johannes Fjallsá hevur
telefon 280128. New Concept er
eisini at finna á facebook.
Múrari við
drúgvum
royndum
Hátalari sum taska
Danska fyritøkan Vifa hevur gjørt elegantar og vælljóðandi hátalarar, og
hesin er einki undantak.
Hátalarin, sum kann hava bluetooth samband við telefonir og annað
rundan um seg, kann takast við allastaðni. Battaríið er sterkt, og so er
hátalarin at líkna saman við eina tasku.
Kanska hendan útgávan er av tí meira feminina slagnum, men í øllum
førum er talan um ein øðrvísi og elegantan hátalara at taka við sær í
hondina.
Helsinki, sum hátalarin kallast, fæst í fleiri litum.
Aftur til LP
Alt fleiri fólk leita nú aftur til LP pláturnar til at spæla tónleik av. LP
plátan skal eitast at geva eitt gott og heitt ljóð samanborið við talgiltu
miðlarnar, og í øllum førum kennist tað sum nakað serligt at hava LP húsa
í hondini og leggja plátuna á plátuspælaran. Nógvir góðir plátuspælarar
fáast framvegis, og ein teirra er hesin Audio-Technica, ið gevur eitt gott
ljóð beinleiðis úr spælaranum.
Hugskot
Rabah Benbakoura frá New Concept