Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 88
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 88

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 44 • 26. OKTOBER 2015 32 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Hús&Heim T váttur á Skála er ein fyritøka, sum hevur spesialiserað seg í at vaska klæði til einstaklingar, vinnu­fyritøkur og almennar stovnar við nútímans tøkni og høgum tæn­ astu­stigi eins og fyritøkan lýkur øll krøv til umhvørvisvernd Tváttur byrjaði í 2002 sum eitt vaskarí við fleiri ymiskum konseptum til bæði vinnu- og privatkundar. Í sambandi við at krøvini til reinføri í matvøruframleiðslu herðast alsamt, er hetta eisini galdandi fyri, hvussu ar­beiðsklæðini hjá starvsfólkum á virkjum verða vaskað og viðlíkahildin. Vit leggja stóran dent á at halda ásett krøv, og kunnu skjalprógva hvørt einstakt vask sum t.d. hitan, sápuevni, sápumongdina og vatnnýtsluna, sigur Hjalmar Kollslíð, stjóri í Tvátti. Til gistingarhús, matstovur, ellis­ heim o.a. veitir Tváttur eina serstaka tænastu fyri at gera tað ómakaleyst hjá hesum fyritøkum og stovnum, hvørs virksemi fevnir um sovikømur, bað og matstovur. Tváttur vaskar dý­n­ur, koddar og toppmadrassur við teldu­stýrdum dampvaskimaskinum, sum liva upp til strangastu krøv til vasking. Við dugnaligum starvsfólkum og framkomnari tøkni kunnu vit tryggja at allar vaskiuppgávur verða loystar á fult tryggan hátt til kappingarføran prís uttan mun til um talan er um veitingar til virki, skip, stovnar ella privatar kundar, sigur Hjalmar Kollslíð. Hjalmar Kollslíð stjóri í Tvátti á Skála Rein tænasta á Skála Vilmund Jacobsen M úrarin úr Dímun, sum fyritøkan vanliga verður rópt, arbeiðir bæði fyri kommunur, stovnar, fyritøkur og privatfólk, bæði innan-og uttandura. – Vit gleðast um at hava ein privat­kundaskara, og vit leggja stóran dent á at vera góðir í ráðum, at veita eina skjóta og góða tænastu - og ikki minst at hava nøgd viðskiftafólk, bæði í tí stóra og smáa. Tað sigur Janus úr Dímun, sum eigur og rekur fyritøkuna, Sp/f Múr­ ar­in úr Dímun. Eftir at hava lært til múrara, byrj­aði hann í 2008 sína egnu fyri­ tøku. Í byrjanini arbeiddi hann einsa­ mallur, men skjótt hevði hann ein ar­ beiðsmann aftrat sær, og nú eru fimm fólk í fyritøkuni. – Vit arbeiða bæði inni og úti, og vit bjóða okkum fram um alt land­ið, tó at mest hevur verið at gera í mið­ staðarøkinum. Vit hava tó eisini loyst rímiliga stórar uppgávur úti kring landið, og eitt nú løgdu vit umleið 300 fermetrar av flísum í nýggju fim­ leikarhøllini, sum bygd er í Runavík. Pussa við bjálving Janus úr Dímun sigur, at eitt, sum hevur vundið upp á seg, er, at fólk vilja hava betongið á húsunum pussað við bjálving, antin við flamingo ella serligari steinull. – Tað eru fleiri, sum vilja hava 5 ella 10 sentimetrar av bjálving uttan á betonggrundini, og tá verður eitt endaligt pussilag við neti í lagt uttaná fyri styrki. Hetta er nógv brúkt í eitt nú Týsklandi og Svøríki við góðum úrsliti. Slíkt uttanduraarbeiði riggar vanliga best at gera um summarið, men fyri­ spurningar eru altíð vælkomnir. Múrarin sigur, at við slíkari bjálving verða húsini lýggjari, og gjarna slepst undan kondensi og fukti, um trupul­ leikar hava verið í so máta . Pussaðir veggir Tað eru eisini nógv, sum velja at fáa meira lív í veggirnar innan. – Fólk biðja okkum pussa veggir, og hetta riggar gjarna best og er haldbarast, tá gipsplátur eru innan­ fyri. Gips er støðugari tilfar enn van­ ligar byggiplátur, sum arbeiða meira í skiftandi hitalag. Janus vísir á, at tá veggir verða puss­aðir innandura, líkist flatan meira betongi, og hetta er nakað, sum fleiri dáma væl. – Tað eisini eru tey, sum hava lagt gipsplátur uttan á byggipláturnar, sum síðan eru pussaðar og hava fing­ ið ein struktur, leggur hann aftrat. Fólk velja sjálvi Janus úr Dímun sigur, at tá tey fara út at gera múraraarbeiði, hava við­skifta­ fólk ofta valt flísarnar sjálvi, eitt nú til baðirúm, køks-ella gangsgólv. – Vit vilja helst eisini, at fólk velja sjálvi, hvørjar flísar tey skulu hava. Summi hava líka sum ein stíl í hús­ in­um, og við hesum atliti velja tey flísarnar. Eru viðskiftafólk í iva, veita vit gjarna vegleiðing og góð ráð. Hann sigur, at fyritøkan hjá honum arbeiðir mest við brotflísum og ym­ iskum steinum uttandura, og teir laða eisini fyri fólk við steinblokkum. – Vit hava lagt nógvar myndir út á okkara facebook-síðu - Múrarin Úr Dímun - og her sæst ymiskt av tí, ið vit hava gjørt. Fólk eru vælkomin at ringja á tlf. 599190 og spyrja seg fyri, sigur eigarin av fyritøkuni, Múrarin úr Dímun. – Vit arbeiða fyri kommunur, stovnar, fyritøkur og ikki minst fyri privatfólk, sum fylla rættiliga nógv í okkara virksemi, sigur Janus úr Dímun Múrarin úr Dímun er til dystin fús – Vit eru altíð til reiðar at átaka okkum nýggjar uppgávur, bæði innan-og uttandura, sigur Janus úr Dímun, sum eigur og rekur fyritøkuna, Múrarin úr Dímun