Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 92
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 92

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 44 • 26. OKTOBER 2015 36 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Hús&Heim Í ár eru 40 ár liðin síðan kendi má­ lara meistarin í høvuðsstaðnum Uni Zachariasen byrjaði at arbeiða sum málari hjá pápa sínum Hanusi Zacha­ riasen í Vestmanna í 1975. Seinni fór hann sum 18 ára gamal í læru hjá páp anum. Málarafyritøkan hevur røtur heilt aftur til 1953, tá pápin, Hanus Zacha­ riasen, byrjaði sum sjálv støð ugur málara meistari í Vest manna. Eftir at Uni sum 22 ára gamal var út lærdur sum málari, yvirtók hann málara fyri­ tøkuna, ið hann miðskeiðis í 90­unum flutti til Havnar. Í familjuni eru trý ættarlið av mál­ ar um. Umframt at Uni lærdi til mál­ ara hjá pápa sínum, hevur sonur Una, Hanus Thorleifsson, eisini lært til mál ara hjá pápa sínum. – Tað hevur verið spennandi og hugaligt at vera við í bæði smærri og størri byggiverkætlanum. Hetta hava verið nøkur góð og gevandi ár. Vit sam starva við nógv fólk, og eg havi stór trivist í fakinum, sigur Uni. Hóast veðrið í Føroyum er sera óstøð ugt ber væl til at leggja sær a r­ beiðið til rættis. Vit mugu bara fylgja við veðrinum og innrætta okk um har ­ eftir. Vit hava lagt okkum eftir at ar­ beiða skjótt og væl fyri bæði privat­ fólk, fyritøkur og stovnar. Fyri at vera effektiv hava vit fasadu­ stillass, sum dekka tilsamans 2.000 fermetrar. Tí ber til hjá okkum at mála stórar bygningar upp á heilt stutta tíð ella at arbeiða við fleiri bygn ing um samtundis – eingin tíð fer til spillis. Málarameistarin Uni Zachariasen hevur vanliga millum 10 og 12 fólk í starvi, alt eftir hvussu nógv er at gera. Vetrar hálv árið arbeiða vit bert innan­ dura, og tá várið kemur og summarið nærkast verður meira útiarbeiði og brúk fyri meira fólki. Nú eg havi málað í 40 ár, kann eg bert siga, at við góðum starvsfólkum og effektivum amboðum hevur tað ver ið hugaligt at reka eina slíka fyri­ tøku, sigur málarameistarin Uni Zacha ria sen. Sett kulør á tilveruna í 40 ár Uni Zachariasen hevur málað í 40 ár. Her er hann í nýggja Sjóvinnudeplinum Vilmund Jacobsen Á RenoVent-fyritøkuni í Hósvík, sum hevur røtur aftur til byrjanina av níti­ árunum, er tey sannførd um, at so­ nevnd pappírsull er sera væl egnað sum bjálvingartilfar - ikki minst í eldri set­húsum og bygningum. - Pappírsull er dygdargott bjálv­ ingartilfar, sum verður framleitt úr sellulosutrevjum frá avlops- og endur­nýtlsudagbløðum. Hesar trevjur eru opnar innan og fyltar við luft og eru tískil betri egnaðar enn heilar og tættar tevjur. Dagbløðini verða fínmalin í kvørn og síðani viðgjørd ella impregnerað móti eldi, roti, soppi og skaðadýrum. Tá bjálvað verður við pappírsull, verður lítið hol á 1,6 cm. gjørt í veggin, og síðan verður pappírsullin blást inn við slangu. - Pappírsull kann brúkast til bjálv­ ing at kalla um alt húsið, og tilfarið lagar seg eftir umstøðunum. Verður í staðin bjálvað við bjálvingarmottum, kann viðhvørt vera trupult at leggja tær við góðum úrsliti, eitt nú um rør og sperrur, og vandin er, at tú fært kuldabrýr, har hitin lættliga slepp­ ur út. Úrslitið verður, at tú fært eina størri hitarokning og vánaligari inni­ luft. Hinvegin leggur pappírsull seg javnt í allar rivur og sprungur. Hon leggur seg snøgt sagt sum ein heit dýna út í øll op, sum kunnu hugsast at vera millum veggirnar. Góðir eginleikar Á RenoVent siga tey, at pappírsullin hevur nógvar góðar eginleikar, og vís­ ast kann á eina laga røð av fyrimunum við at brúka ullina til bjálving. - Úr rúgvuni kann nevnast, at pappírs­ullin hevur góð bjálvingarevni, hevur munadygga ljóðbjálving, góða brandmótstøðu og óneyðugt er við dampsperru. Pappírsullin er eisini fukt­transporterandi, og framleiðslan av ullini er Co2 vinarlig. Haraftrat kemur, at tað er skjótt og lætt at bjálva við pappírsull, og bjálvingin gevur eisini eina góða inniluft, eins og ullin er viðgjørd móti roti, blámusoppi og skaðadýrum. RenoVent hevur servitan innan hita­loysnir, bjálving og veitir byggi­ tekniska ráðgeving. Á heimasíðuni - www. renovent. fo - er ymisk kunning og faldarar um fyritøkuna í Hósvík, sum hevur verk­ stað, handil og framsýningarhøli á bryggjuni í Hósvík. Pappírsull gevur góða bjálving - Pappírsullin hevur góð bjálvingarevni, hevur munadygga ljóðbjálving, góða brandmótstøðu og óneyðugt er við dampsperru, sigur RenoVent – Tað er skjótt og lætt at bjálva við pappírsull, og bjálvingin gevur eisini eina góða inniluft, eins og ullin er viðgjørd móti roti, blámusoppi og skaðadýrum, sigur RenoVent