mánadagur 26. oktober 2015síða 94
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 44 • 26. OKTOBER 2015
38
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Hús&Heim
Vilmund Jacobsen
T
að eru tvíburabrøðurnir, Dánjal
Jóhan og Jens Sofus Thomsen,
sum í dag eiga og reka Gummi
bátatænastuna, ið hevur røtur aftur til
seinna helming av áttatiárunum.
Gummibátatænastan
húsast
í
nýggjum bygningi í Mykinesgøtu 6 í
Havn. Í ovaru hæddini eru leigumál, og
alt virksemi hjá fyritøkuni er í niðaru
hæddini.
Sjey fólk starvast hjá Gummibáta
tænastuni, og sjálvur byrjaði Dánjal
Jóhan at arbeiða í fyritøkuni í 2008 -
og tvíburabróður hansara, Jens Sofus
Thomsen, byrjaði fyrr í ár.
Soleiðis, sum navnið sigur, fevnir
virksemið hjá fyritøkuni seg serliga um
bjargingarbátar, og øll árini hevur hon
umboðað Viking bjargingabátar umframt
aðra trygdar- og bjargingarútgerð.
Ymiskt til hús & heim
Í konseptinum hjá Gummibátatæn
astuni er eisini eitt rímiliga stórt og
fjølbroytt útboð av vørum og tæn
astum til vanliga húsarhaldið.
– Vit selja eldsløkkjarar, royk
alarmar og brandávaringarskipanir.
Meginparturin av eldsløkkjarunum,
vit selja til húsarhald, eru pulvur
sløkkjarar, og nakað verður eisini selt
av eldsløkkjarum, sum sløkkja við Co2.
Vanliga støddin, vit selja til húsarhald,
er 2 ella 6 kilo, men eldsløkkjararnir
fáast eisini nógv størri, um tað skal
vera.
Dánjal Jóhan Thomsen, stjóri, sigur,
at tá ræður um roykalarmar til sethús,
hevur Gummibátatænastan bæði teir
vanligu, sum verða settir upp ein og
ein, men fyritøkan selur eisini tráleyst
netbundnar roykalarmar.
– Hevur tú tráleyst netbundnar
roykalarmar, fara allir at ýla, tá ein
fer at ýla, leggur hann aftrat.
Bjargingarlína
Eitt er at hava roykalarmar, sum sjálv
sagt er ógvuliga skilagott. Annað er,
hvussu tú og tíni sleppa av loftinum,
um eldur er í. Hetta eru tankar, sum
munnu streyfa hjá mongum, ið sova
á loftinum.
Her hevur Gummibátatænastan
eisini eina skilagóða loysn og selur
eina sonevnda “parat bjargingarlínu”,
sum hon verður rópt. Línan kann vera
ógvuliga hent, um herviligur roykur
ella eldur forða vanligari rýmingarleið.
– Ein slík bjargingarlína kann
bjarga tær, tá ringast vil til. Línan
fæst í ymiskum longdum, og á okkara
heimasíðu - www.gbt.fo - liggur eitt
filmsklipp, ið vísir, hvussu línan verður
brúkt.
Dánjal Jóhan Thomsen vísir á, at
verður krókur - ella krókar - keyptir og
festir, er ikki neyðugt at skrúva kassan
ella húsan, sum línan situr í, fastan.
Tá kann kassin nevniliga krøkjast í
krókin.
– Krókurin kann festast uttan á
húsini ella inni, og umráðandi er, at
krókurin er væl festur. Møguleiki er
eisini at keypa fleiri krókar og festa
teir, har rýmingarleiðir eru, og tú kanst
brúka somu línu til fleiri rýmingarleið
ir, leggur hann aftrat.
Viðfestivognar
Gummibátatænastan hevur í nøkur
ár selt Brenderup-viðfestivognar í
ymiskum støddum. Hetta eru mest
seldu viðfestivognar í Danmark. Hesir
vognar fáast eisini við net-ella stálsíð
um og pressending, um tað er ynski
ligt.
– Sølan av viðfestivognum hevur
vundið upp á seg, og vit hava gjarna
fleiri ymiskar vognar á goymslu. Vit
hava eisini bátavognar og hestavognar
og tað, vit ikki hava á goymslu, kunnu
vit útvega hjá okkara veitarum, sigur
stjórin í Gummibátatænastuni, Dánjal
Jóhan Thomsen.
Gummibátatænastan,
sum
eisini er at finna á facebook, hevur
telefonnummar 314913.
- Ein slík bjargingarlína kann
bjarga tær, tá ringast vil til. Á
okkara heimasíðu - www.gbt.
fo - liggur eitt filmsklipp, ið vísir,
hvussu línan verður brúkt, sigur
Dánjal Jóhan Thomsen, stjóri
– Vit selja eldsløkkjarar, roykalarmar, brandávaringarskipanir og viðfestivognar, og vit selja
eisini eina bjargingarlínu, ið kann vera sera hent, um eldur kemur í, og vanligar rýmingarleiðir
eru stongdar av royki ella eldi, sigur stjórin í Gummibátatænastuni, Dánjal Jóhan Thomsen
Gummibátatænastan
hevur ymiskt til heimið
Vilmund Jacobsen
M
álarameistarin á Strondum,
Signar á Fríðufløtum, sum
eigur og rekur málarafyritøku,
hevur tveir lærlingar, svein og arbeiðs
mann aftrat sær í fyritøkuni.
- Vit eru fimm fólk í fyritøkuni og
tey stóru arbeiðini, vit í løtuni eru í
holt við, er nýggi parturin av skúlanum
á Kambsdali - og nýggi bygningurin,
sum
Havnar
Arbeiðsmannafelag
byggir við Tinghúsvegin í Havn.
Signar á Fríðufløtum sigur, at
hetta eru tvey rímiliga stór arbeiði,
men annars bjóðar fyritøkan hjá hon
um seg fram um alt landið.
- Sjálvandi fellir tað okkum lættast
at arbeiða, har landafast er, men vit
taka ímóti øllum fyrispurningum um
málarauppgávur.
Nú innandura
Signar á Fríðufløtum vísir á, at
summarið ikki royndist nakað serligt
til veður, men hinvegin hevur heystið
verið rímiliga gott.
- Vit hava fingið gjørt ymiskar
uppgávur uttandura í summar og í
heyst, men frá nú av og í vetrarhálvuni
verður tað serliga innandurauppgávur,
sum vit taka okkum av.
Signar á Fríðufløtum lærdi til mál
ara hjá Henningi Sørensen.
- Vit taka okkum serliga av at
spartla, tapetsera og mála. Tað er í
fyrsta lagi okkara styrki. Verður ar
beiði væl úr hondum greitt, venda
viðskiftafólkini aftur, og vit hava havt
nógv afturvendandi viðskiftafólk,
sigur málarameistarin á Strondum.
Eisini á facebook
Málarafyritøkan hjá Signari er eisini
at finna á facebook undir navninum
Málarameistarin Signar á Fríðufløtum.
Samband fæst við fyritøkuna á tlf.
294500.
Signar og hansara menn bjóða seg fram
- Vit hava gjørt ymiskar uttandura málarauppgávur í summar og í heyst, men frá nú av og í vetrarhálvuni
verður tað serliga innandurauppgávur, sum vit taka okkum av, sigur Signar á Fríðufløtum, málarameistari
– Sjálvandi fellir tað okkum lættast at arbeiða, har landafast er, men vit taka ímóti øllum
fyrispurningum um málarauppgávur, sigur Signar á Fríðufløtum, málarameistari