Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 96
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 96

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 44 • 26. OKTOBER 2015 40 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Hús&Heim Í skjótt fimmti ár hevur HTH fram­ leitt køkar, sum eru kendir fyri sín kvalitet. Á Óðinshædd hevur HTH Føroyar sína deild. Ein flottur handil við nýggjastu HTH vørunum á mark­ naðinum. HTH Køkkener A/S er ein av størstu køksframleiðarum í Norðurevropa og hevur alla tíðina lagt seg eftir at fram­leiða kvalitetsvørur. Køkarnir hava verið seldir í Føroyum í mong ár. Í dag er tað Hannemia Breckmann, sum eigur og rekur P/F HTH Føroyar á Óðinshædd í Havn. Handilin er ein stór og flott framsýning við nýggjastu HTH vørunum. Har eru køkar, bryggers, vaski­rúm, wc-møblar, klædnarúm, skjóti­hurðar, hvítvørur, spesialskáp og borð­plátur. Tað hevur gingið væl síðani yvir­tøkuna. Í dag taka trý ung og fyri­komandi fólk ímóti tær í handl­ in­um, og við teirra serkunnleika til køks­bransjuna tekna og ráðgeva tey tær á besta hátt. Starvsfólkini geva professionella og persónliga ráð­ geving, eins og tey bjóða sær til at koma út til kundan og máta upp um ein ynskir tað. Tekningar verða gjørdar í flatmyndum og 3D, so kundin fær eitt gott innlit í hvørjir møguleikar eru, og hvussu plássið verður best út­ nyttað. Tað, at øll skáp koma samlað til Føroyar frá HTH verksmiðjuni, er við til at tryggja at alt verður rætt sett saman og sparir nógva tíð og orku fyri kundan. – Øll eru vælkomin at síggja okk­ara stóru framsýning og at fáa eitt óbind­ andi tilboð. Leveringstíðin upp á køkar er uml. 3 vikur, og vit koyra køkin til dyrnar. Vit hava HTH til ein og hvønn tørv og hava altíð eitt gott tilboð upp á ein góðan køk. HTH til ein og hvønn tørv Vilmund Jacobsen J an Nielsen í Klaksvík eigur og rekur fyritøkuna, Kinn Smíð, sum serliga tekur sær av umvælingararbeiði, um­byggingum og nýbygging. Hann er fyri tað mesta einsamallur í fyritøkuni, men eru størri uppgávur at loysa, er møguleiki hjá honum at ”flætta” við aðrar timburmeistarar. Jan gjørdist útbúgvin bygnings­ snikk­ari í 1982. Fá ár eftir, at hann hevði fingið sína útbúgving, tók hann eisini útbúgving sum tekniskur assi­ stentur. – Tey næstu fimm árini eftir, at eg eisini var vorðin tekniskur assistentur, starvaðist eg á teknistovuni hjá fyri­ tøkuni, sum í dag kallast Fugl Ark. Árini eftir arbeitt Jan sum sjálv­ støð­ugur timburmeistari og hevði upp í 4-6 mans í arbeiði, tá mest var at gera. – Eg taki mær av umvælingar­ arbeiði, umbyggingum og nýbygging, og koma størri verkætlanir upp á tal, eitt nú bygging av heilum sethúsum ella aðrar størri verkætlanir, ber til at samstarva við aðrar timburmeistarar, sigur hann. Selur Quad-Lock Jan Nielsen selur eisini flamingo­form­ ar - av merkinum quad-lock - til bygg­ ing av eitt nú sethúsum og bygningum annars. – Í løtuni verða eini sethús bygd við Myllutjørn í Hoyvík við quad-lock flamingo-formum. Hetta eru húsini hjá Boga Augustinussen, sum hann byggir saman við øðrum. Jan sigur, at hetta eru júst teir flamingu-formar, sum hann umboðar og selur, og sjálvur hevur hann eyguni eftir hesi bygging í Hoyvík. – Hetta er ein spennandi háttur at byggja húsini upp á. Flamingo-form­ arnir fáast í ymiskari tjúkt. Vanliga er betongið innan í formunum millum 15 og 20 sentimetrar, og síðan er flamingo-lagið á innaru síðuni 5,7 sentimetrar og 10,8 sentimetrar á ytru síðuni. Hann sigur, at hetta er líka sum ein standardveggur, men til ber saktans at byggja húsini upp við enn tjúkri flamingu-bjálving, um tað er ynskiligt. – Tað ber nevniliga til at kombinera klossarnar saman eftir ynski, sigur Jan Nielsen. Fólk vælkomin – Fólk eru vælkomin at spyrja seg fyri hjá mær um umvælingararbeiði, umbyggingar og nýbygging, og áhug­ að eru eisini vælkomin at spyrja seg fyri um quad-lock til bygging av set­ hús­um og øðrum bygningum. Jan Nielsen vísir til sína heimasíðu – www.kinn.fo, teldupostadressuna kinn@kinn.fo og telefonnummarið 210689. – Fólk eru vælkomin at spyrja seg fyri um umvælingararbeiði, umbyggingar og nýbygging, og áhugaði eru eisini vælkomin at spyrja seg fyri um quad-lock til bygging av sethúsum og øðrum bygningum, sigur Jan Nielsen Kinn Smíð selur flamingo -formar til húsabygging Hannemia Breckmann eigur og rekur P/F HTH Føroyar á Óðinshædd Soleiðis síggja húsini hjá Boga Augustinussen, sum bygd verða við Myllutjørn í Hoyvík, út í dag