Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. oktober 2015 · Nr. 124 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Ein maður í sekstiárunum er í vikuni ákærdur í tí, sum allarhelst er størsta barna­ porno­mál í Føroyum nakran­ tíð. Maðurin er ákærdur eft­ir grein 235 í revsilógini, sum umtalar tað, at hava barna­ porno í varðveitslu, umframt útbreiðslu av barnaporno. Í tíggju ár hevur maðurin tikið barnapornografiskar mynd­ir og filmar niður av al­ netinum. Sambært ákæruni er talan um tilsamans yvir 6.400 myndir og 14.500 film­ a­r. Tilfarið er síðani býtt í tríggjar bólkar, eftir hvat verð­ur víst. Beint yvir 4.000 filmar og 4.000 myndir eru av naknum børnum, meðan 1.800 myndir og 9.500 filmar eru av børnum í seksuellum gerðum. Harumframt eru nær­um 300 myndir og nær­ um 700 filmar av serliga grov­um slag. Umframt at vera ákærdur fyri at hava hetta tilfarið í síni varðveitslu, er maðurin ákærdur fyri at í trimum førum at hava deilt sítt tilfar við onnur. Tilsamans er hann ákærdur fyri at hava spjatt yvir 400 myndir og yvir 2.500 filmar víðari, har fleiri eru av barnaporno av serliga grovum slag. Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at ákæruritið er skri­v­ að og handað dóms­valdinum, men at tað væntandi ikki kemur fyri fyrr enn í fyrsta lagi fyrst í desembur mánað, tí at ein persónskanning skal gerast av manninum fyrst. Revsiramman fyri at eiga og breiða barnaporno er fongsulsrevsing upp í tvey ár og í serligum førum upp í seks ár. Ákærin hevur tó ikki tikið støðu til, hvat henn­ara krav verður, tó at hon heilt víst fer at krevja fongsuls­ revsing fyri mannin. Hildur Hentze, kann­ing­ ar­leiðari á kriminaldeildini, sigur, at løgreglan fekk fræn­ir av manninum eftir eina ávísing úr Danmark. Danska løgreglan hevði gjørt kanningar í einum líkn­andi máli og funnu tá slóð­ir til Føroya. Danska løg­ reglan setti seg tí í sam­band við løgregluna í Før­oy­u­m og vístu teimum sítt kann­ ingararbeiði. Løgreglan í Føroyum fór tí til dómsvaldið og bað um ein húsarannsóknarúrskurð og gjørdu síðani eina húsa­ rann­sókn í bútstaðnum hjá manninum. Løgreglan legði tá hald á teldur og harðdiskar í húsunum hjá manninum. Løg­reglan fann myndirnar og filmarnar á tilfarinum, sum hald varð lagt á heima hjá manninum. Maðurin hevur eftir øll­ um at døma nýtt sonevndar peer-to-peer tænastur at skaffa sær atgongd til barna­ porno­graf­iska tilfarið og hevur síð­ani spreitt tað víð­ ari á sama hátt. Norski miðilin VG hevði herfyri eitt stórt tema um barnaporno í Noregi. Í tíggju mánaðir kortlegði og eyð­ merkti VG norðmenn, sum hava tikið filmar og myndir av seksuellum ágangi móti børnum niður á teldu sína. Tilfarið hjá VG er ovur­ honds stórt og umfatar 36 milliónir linjur av dátu. Teirra yvirlit vísir, at av nær­um 94.000 persónum, sum hava tikið hetta tilfarið, sum VG hevur, niður, eru fýra teirra úr Føroyum. Til sam­anberingar eru 430 úr Noregi, 422 úr Danmark, 50 úr Íslandi og 10 úr Grønlandi. Hildur Hentze sigur, at tað hendir av og á, at løgreglan fær slíkar fráboðanir frá mynd­ugleikum í øðrum lond­ um, og at løgreglan sjálvandi tekur slík mál í álvara, tá tey verða fráboðað. – Vit fáa eisini ofta frá­ boð­anir frá fólki, ið fegin vilja siga okkum frá, hvat hes­in og hasin hevur á teld­ uni hjá sær, men tá er okkara trupulleiki, at tað ikki ber til hjá okkum at fáa loyvi til eina húsarannsókn, bygd á dulnevndar keldur. Tí mugu fólk tora at leggja navn til, um vit skulu hava møguleika at fara víðari við málinum, sigur Hildur Hentze. ÁKÆRDUR FYRI AT EIGA OG BREIÐA BARNAPORNO Á INTERNETINUM Maðurin hevði yvir 14.500 filmar um barnaporno heima, tá løgreglan legði hald á telduna og harðdiskarnar hjá manninum Í RÆTTINUM Filturið óvirkið Føroya Tele skrá­setir hvussu nógv vitja barna­porno­ graf­iskar síður Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele sigur, at Føroya Tele hevur eitt filtur, sum forðar fólkum at vitja barna­pornografiskar síður. Trupul­leikin er tó, at filturið í løtuni er óvirkið. – Ein teknisk dagføring varð framd her fyri, men eftir dagføringina fingu vit ikki gongd í filturið aftur. Hetta er tó vónandi komið í rættlag 1. januar, sigur Krist­ ian Davidsen. Filturið verður umsitið av ríkispolitinum og virkar á tann hátt, at um onkur ynskir at vitja eina síðu, sum ríkispolitiið hevur skrásett at innihalda barnapornografi, verð­ur viðkomandi beindur yvir á eina aðra síðu, við boð­ um um, at handan síðan er sperrað. Tað er ríkispolitiið, sum umsitur filturið. Kristian Davidsen sigur tó, at hetta einans er galdandi fyri heimasíður og ikki fyri peer-to-peer skipanir. – Ríkispolitiið hevur einki upplegg at kanna peer-to- peer trafikk á hendan hátt, og vit hava ikki útgerðina til tess heldur, sigur Kristian Davidsen. Hann sigur, at Føroya Tele skrásetir, hvussu nógv fólk vitjað bannaðu síðurnar, men ikki hvør. Hesi hagtølini verða eisini send til føroysku løgregluna. Hann vísir tó á, at um løgreglan hevur ein grundaðan illgruna og hevur eina dómaragóðkenning at gera eina rannsókn, kann Før­oya Tele veita teimum ip- adressuna hjá teldununum.