týsdagur 27. oktober 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. oktober 2015 · Nr. 124
16
Sosialurin
KJAK
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Seinastu dagarnar
hava fleiri ymiskar
søgur verið at hoyrt
í
miðlunum
um
nakrar bygningar,
sum
kommunan
eigur. Eg skal tí greiða frá, hvussu
málið um hesar bygningar hjá
kommununi hongur saman, og hví
kommunan nú umhugsar at savna
umsitingina í Sjóvinnuhúsinum
fyri at kunna lata fleiri bygningar í
miðbýnum til útvent virksemi, sum
fólkið fær gleði og gagn av.
Uppgávurnar hjá Tórshavnar
kommunu eru vaksnar nógv í vavi
seinastu árini. Kommunan hevur
yvirtikið fleiri øki frá landinum,
og tí eru eisini púra natúrliga fleiri
starvsfólk í kommununi. Tað er
gleðiligt, at fólkatalið í kommununi
støðugt veksur, og ongantíð hevur
verið størri enn tað er í dag.
Í dag býr 41,6 prosent av Føroya
fólki í Tórshavnar kommunu. Hesi
skulu hava góðar tænastur frá
kommununi á øllum økjum - eisini
teimum økjum, sum kommunan
nýliga hevur fingið ábyrgd av.
Vøksturin hevur eisini í sjálvum
sær økt talið á uppgávum og
harvið eisini á starvsfólkum. Tí
hevur kommunan leingi hugt at,
hvussu umsitingin kann fáa meira
tíðarhóskandi karmar at arbeiða
undir.
Bygningurin í Niels
Finsens gøtu
Tórshavnar kommuna hevur í
nógv ár roynt at fingið fatur á
bygninginum í Niels Finsens gøtu,
sum bankin hevur húsast í. Tá ið
BankNordik fór undir at fyrireika
nýtt høvuðssæti, visti bankin so
statt, at kommunan var áhugað
í bygninginum. Tí vendi bankin
sær til kommununa, og vísti
samstundis á, at bankin fór at selja
ognirnar í miðbýnum saman við
bygninginum í Húsagøtu.
Samlaði prísurin fyri hetta var
92 milliónir krónur. Eitt samt býráð
tók av hesum tilboði, tí kommunan
á henda hátt kundi fáa fleiri fólk í
ein og sama bygning, og tí komm
unan samstundis kundi savna
ymisk tilboð á heilsuøkinum, sum
kommunan varðar av, í ognini í
Húsagøtu. Hugsað varð her serliga
um barnatannrøktina og komm
unulæknatænastur.
Ovastu hæddirnar í bygningin
um í Niels Finsens gøtu vóru tøkar
hjá kommununi, tá ið kommunan
keypti bygningin í mai mánaði
2013, og tekniska fyrisiting flutti
inn beinanvegin sum hølini vóru
gjørd klár.
Í tilgongdini at flyta inn í bygn
ingin í Niels Finsens gøtu eru nak
rar eldri ognir hjá kommununi seld
ar og aðrar eru leigaðar út. Higartil
hevur kommunan selt fýra bygn
ingar fyri knappar 11 milliónir krón
ur, umframt at kommunan fær
leiguinntøkur frá einum bygningi.
Haraftrat hevur býráðið samtykt at
selja fýra ognir aftrat.
Prísurin fyri ognirnar í mið
býnum var 52 milliónir krónur, sum
kommunan hevur goldið.
Bygningurin í Húsagøtu
BankNordik og kommunan hava
avtalað, at kommunan yvirtekur
bygningin í Húsagøtu nr. 3 fyri kr.
40. mió., í seinasta lagi 31. mars 2016.
Formliga yvirtøkan av Húsagøtu
nr. 3 er sostatt ikki framd enn og
harvið heldur ikki rindað.
BankNordik hevði tørv á at
halda fram við sínum virksemi í
Húsagøtu 3 til høvuðssæti teirra
var klárt at flyta inn í. Undan
hesum hevur løgreglan í Føroyum
vent sær til kommununa, tí løg
regluni tørvar nýggj høli til virk
semið. Hon var áhugað í bygning
inum í Húsagøtu, tí hann liggur
væl fyri, har er lætt at avgreiða við
skiftafólkini hjá stovninum, ognin
liggur beint við høvuðsveg, og tí er
eisini lætt at koma runt í býnum og
út um býin. Kommunan var samd í
hesum og fór tí beinanvegin undir
at kanna hendan møguleikan.
Tilgongdin at selja bygningin í
Húsagøtu til løgregluna er um at
enda. Løgreglan yvirtekur eftir ætl
an bygningin fyrst í komandi ári.
Tórshavnar kommuna hevur so
statt ongantíð brúkt pening upp á
bygningin og ætlar ongar útreiðsl
ur at hava av, at løgreglan skjótt
eigur bygningin.
Umsitingin á
Vestaru bryggju
Tað er ein natúrligur partur av
kommunala virkseminum at røkja
og viðlíkahalda allar ognir, sum
kommunan eigur. Tí er bygningurin
hjá Tórshavnar kommunu á Vest
aru bryggju umvældur. Bæði und
an og eftir umvælingina verða
partar av bygninginum nýttir til
kommunalt endamál. Hetta virk
semið hevur træðrir 20 ár aftur í
søguna. Har er verkstaður, smiðja,
goymsla og starvsfólkahøli hjá
teimum, sum viðlíkahalda bryggj
una, bátaplássini og aðrar ognir.
Tað plássið, sum kommunan ikki
brúkar til kommunalt virksemi,
verður leigað út til fyritøkur, ið
hava eitthvørt við sjógvin at gera.
Á heysti 2013 fekk bygningurin,
sum tilsamans er heilar 7000 fer
metrar,
navnið
Sjóvinnuhúsið.
Ætlanin var og er framvegis, at
menningarvirksemi
saman
við
smáum og størri fyritøkum, ið
hava eitthvørt við sjógvin at gera,
skal halda til í bygninginum. Nógv
størv í kommununi hava samband
við sjógvin, og nógvar inntøkur
verða skaptar umvegis sjógvin.
Av tí at bygningurin er so stórur,
er pláss fyri bæði kommunalum
virksemi og privatum virksemi í
bygninginum – eisini um kommu
nal umsiting skal húsast har.
Síðani Tórshavnar kommuna
keypti bygningin hjá bankanum í
Niels Finsens gøtu, hevur komm
unan fingið fyrispurningar, sum
eisini snúgva seg um áhuga at
keypa bygningin. Verður talan um
rætta virksemið, fer málið til polit
iska viðgerð, og so verður støða
tikin til, hvørt kommunan er sinnað
at selja bygningin. Tað er í hesum
sambandi, at møguleikin at flyta
alla umsitingina hjá kommununi í
bygningin hjá kommununi á Vest
aru bryggju, hevur verið nevndur.
Hetta er ein spennandi møgu
leiki, tí soleiðis verða øll tey 140
starvsfólkini í umsitingini savnað
undir somu lon. At fáa alt virksemið
savnað hevur stórar fyrimunir. Tá
ber til at effektivisera, og tá ber
til at veita borgarunum enn betri
tænastur. Vit hava sæð fleiri dømi
í Føroyum, har fyritøkur savna seg
í einum bygningi, og vit hava sæð
somu gongd aðrastaðni.
Saltsiloin
Býráðið hevur samtykt at játta pen
ing til at gera eitt dekk í saltsiloina
á Vestaru bryggju. Uppskot er um,
at hetta kann gerast ein nýggjur
býráðssalur – ovast í siloini. Hetta
er ein møguleiki, men er ikki nøkur
endalig avgerð tikin um hetta.
Hvørt tað verður ein býráðssalur
ella okkurt annað, verður politisk
avgerð tikin um seinni. Men fyri at
fáa møguleikan í framtíðini, mátti
ein avgerð takast beinanvegin, tí
tað ber ikki til at fara afturumaftur
og seta dekk í seinni.
Samtykt er at játta 3,5 milliónir
krónur til arbeiðið at gera nýtt
dekk. Møguleikarnir við hesi hædd
ini eru nógvir.
Miðbýurin aftur til fólkið
Tórshavnar kommuna leggur stór
an dent á at fáa meira útvent virk
semi í miðbýin. Kommunan eigur
fleiri bygningar mitt í býnum.
Flytur umsitingin út á Vestaru
bryggju, ber til at lata nakrar av
hesum bygningum aftur til býin.
Kommunan keypti tríggjar bygn
ingar í miðbýnum frá BankNordik,
og av teimum verða tveir nú seldir.
Eftir er so sjálvur bankabygn
ingurin, har kommunan hevur
gjørt tvær tær ovastu hæddirnar
til tíðarhóskandi skrivstovuhøli.
Hava áhugaðir keyparar góðar ætl
anir við bygninginum – ætlanir
sum gagna vanliga fólkinum og
miðbýnum – so verður støða tikin
til møguliga sølu. Annars flyta fólk í
umsitingini inn í niðaru hæddirnar,
og sostatt ikki út á Vestaru bryggju.
Verður bankabygningurin í Niels
Finsens gøtu seldur, fer kommunan
at seta treytir um úvent virksemi á
niðastu hæddunum, sum borgarar
í kommununi fáa ágóðan av í ger
andisdegnum.
Avgerðin um hetta seinasta er
ikki tikin enn. Mál flyta seg støð
ugt, og málið um bygningarnar hjá
kommununi er einki undantak.
Tórshavnar kommuna vil fyrst
og fremst lata miðbýin aftur til
havnarborgarar. Verður ein góð
loysn funnin í Niels Finsens gøtu,
og annað virksemi flytur inn, so
flytur øll umsitingin út á Vestaru
bryggju.
Eg eri sannførdur um, at vit fara
at koma á mál við eini góðari og
framtíðartryggari loysn, sum eisini
er borgaranum til gagns.
Í miðbýnum skal vera
fult av útvendum virksemi