Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-27, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 28. oktober 2015 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 www.gevidblod.fo Felagið Blóðgevi Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum J.C. Svabos gøta 43 100 Tórshavn Telefon: 30 45 22 Teldupostur: bbank@lsh.fo Blóðgevarar í Suðuroy Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi Sjúkrahúsbrekka 19 800 Tvøroyri Telefon: 34 32 70 Teldupostadressa: lab@ssh.fo Klaksvíkar Blóðdonorlið Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Sniðgøta 1 700 Klaksvík Telefon: 45 45 45 Teldupostadressa: labblod@ks.fo Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslum tá kæra mamma, systir og mostir okkara Elinborg Thorsteinsson ættað úr Klaksvík f. 31.12.1950 d. 29.08.2015 andaðist og varð jarðað. Túsund takk til tykkum, sum komu til jarðarferðina í Hjortshøj. Familja, vinir og kenningar í Føroyum. Takk fyri umsorgan og áhuga. Takk fyri telefonuppringingar, blómuheilsanir og brøv undir drúgvu sjúkraleguni hjá Elinborg. Til floksfelagar í Klaksvíkar skúla: Takk fyri vøkur minningarorð. Ein serstøk tøkk til vinir, grannar og starvsfelagar í Hjortshøj, sum við vitjan og hjáveru síðstu mánaðirnar á Hospice Djursland vóru ein ómetaligar stórur stuðul fyri familjuna. Familjunnar vegna Nanna og Malla Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu okkum samkenslu og hjálptu okkum á ymiskan hátt, tá okkara kæri maður, pápi, abbi og beiggi Tummas Jákup Jacobsen uppvaksin í Nólsoy og búsitandi í Havn f. 2.7.1950 - d. 28.6.2015 so brádliga varð tikin frá okkum. Oda, Trygvi, Jógvan, Sigrun, Sigrid og Maria Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkari kæri maður og pápi Árni Sólmar Magnusson føddur 25.07.1962 deyður 17.07.2015 brádliga varð tikin frá okkum. Takk til tykkum, sum hjálptu og vitjaðu okkum í Tolne og í Haraldssundi. Takk til tykkum, sum komu heim við úr Danmark. Takk til Henning Bøgesvang og Marjun Lómaklett fyri góð og fløvandi orð í kapellinum og kirkjuni. Takk til organist og kirkjutænararnar. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur. Takk til tykkum øll, sum bakaðu og til tykkum, sum løgdu alt til rættis og gjørdu ervið. Takk til tykkum øll, sum fylgdu Árna til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Hanna, Rasmus og Alberta KT-starvsfólk til KT-deildina Á KT-deildini á Almannaverkinum er eitt starv leyst at søkja sum KT-starvsfólk. Talan er um eitt starv fulla tíð. Arbeiðstíðirnar eru frá kl 08.00 til 16.00 gerandisdagar, tó kunnu broytingar koma fyri, tá tørvur er á tí.. Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni á KT-deildini á Smyrilsvegi 20, Tórshavn. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið sambært útbúgving og royndum. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 04.11.2015 kl. 12.00. Almannaverkið søkir starvsfólk av.fo>Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Barnsburðaravloysari fyri sjúkrarøktarfrøðing til Mýrusóljuna í Runavík, Trivnaðardepilin eind 2 Søkt verður eftir barnsburðaravloysara, at arbeiða 30 tímar um vikuna, at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðstíðirnar fevna í løtuni um dag- og kvøldtímar gerandisdagar og uml. eitt viku skifti um mánaðin. Setanin er tíðar- avmarkað til 1. oktober 2016. Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardepilinum Eind 2. Um ongin sjúkrarøktarfrøðingur søkir, kann starvið verða sett tíðaravmarkað við heilsu- røktara, heilsuhjálpara, námsfrøðingi ella hjálparfólki. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Um starvið verður sett av einum av hinum fakbólk- unum, verður lønin samsvarandi teimum sátt málunum. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 05.11.2015 kl. 12.00. Almannaverkið søkir starvsfólk av.fo>Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Eydnuhjól Haldórsvíkar Avhaldsfelag hevur eydnuhjól 2. hvítusunnudag, 16. mai 2016. Lutir verða móttiknir við tøkk. nEvndin