hósdagur 29. oktober 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
Tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskifti redaktørur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
30. oktober 2015
Nú tey hava fingið politiska valdið,
er viljin at hjálpa fátækum børnum
minkaður
Tað var í mai, at andstøðuflokkarnir løgdu
uppskot fyri tingið um at játta 10 milliónir
krónur til at hjálpa teimum børnum, sum vóru
ringast fyri – í fátækaváða.
Mikið stríð var, tí samgongan sum tá sat,
vildi bíða við viðgerðini til eftir ólavsøku.
– Vit skulu fyrireika uppskotið ordiligt,
tí vit vilja jú øll hjálpa, segði Kaj Leo Holm
Johannesen, løgmaður.
Kortini sluppu Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin
og Framsókn at leggja uppskotið fyri tingið,
hóast tíðarfreistin var farin. Men uppskotið
varð felt, tí samgongan vildi ikki samtykkja
andstøðuuppskotið. »Politikkur kom í mál
ið«, sum vit plaga at siga. Og tað merkir, at
samgongan ikki unnir andstøðuni at fáa
heiðurin av, at eitt slíkt mál, sum øll vóru samd
um varð hart tiltrongd, skuldi verða samtykt.
Tríggir mánaðir gingu til ólavsøku – og har
var einki uppskot frá samgonguni. Hinvegin
sópaði løgmaður øll mál av borðinum og skriv
aði út val. Tí kundu vit tá staðfesta, at løgmað
ur offraði tey fátæku børnini.
Men vit fingu eina nýggja samgongu. Eina
samgongu, sum vildi hjálpa – hildu vit. Tey
høvdu, fýra mánaðir fyri valið, lagt uppskot
fram í ótíð, tí málið um at hjálpa teimum harð
ast raktu børnunum var so týdningarmikið, at
tað kundi ikki bíða til ólavsøku.
Nú eru tríggir mánaðir síðani ólavsøku.
Tveir mánaðir eru síðani valið. Men enn er
einki uppskot komið frá landsstýrinum um at
hjálpa fátækum børnum.
Við Sosialin í dag sigur Eyðgunn Samuelsen,
almannamálaráðfrú, at tað kemur einki slíkt
uppskot í ár.
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn
halda nú, at málið kann bíða. Tað verður part
ur av fíggjarlógini fyri komandi ár, so tá fáa
tey sína hjálp.
Nú er vent í holuni. Nú eru tað Javnaðar
flokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, sum halda,
at hetta málið kortini ikki hevur so stóran
týdning, at tað ikki kann bíða nakrar mánaðir.
Um hetta er realpolitikkur í verki, at tú
skiftir meining alt eftir, hvørju megin borðið
tú situr, so kann tað gera akkurát tað sama,
hvønn vit velja á ting, og hvør stýrir í Tinga
nesi. Tá er politikkur bara glantrileikur.
Tekur samgongan sær ikki aðrar partar
fyri, so siga vit bara »vor Herre
bevares«!
So nógv er Janus Petersen ikki
verdur fyri Føroya fólk!
– Tað er heilt óalmindiliga frekt av eini banka
nevnd at gera eina fráfaringaravtalu við ein
bankastjóra, sum gevur honum 9,3 milliónir
krónur fyri at sita heima og pilka nøs!
Maktfullkominheitin man hava verið
fullkomin, tá Jóhan Páll Joensen, Høgni
Hansen, Jóhannus Egholm Hansen, Rúni M.
Hansen og Jógvan Jespersen í 2005 gjørdu
hendan sáttmálan við Janus Petersen.
Talan var um almennar pengar – og tað
var Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, sum
varðaði av hesum harrum, sum soleiðis søpla
almenn virðir burtur – tí landið átti allan
bankan í 2005!
Gamalt er, at makt korrumper
ar. Og tað vísir seg ferð eftir ferð,
at menn, sum koma fram at
feitum nevndarsessum handla
yvir evni – kanska í vón um
sjálvir at fáa eins góða avtalu,
tá teir eiga stjóratørn. Menninir,
sum góvu Janus gylta lógva
takið, vóru allir stjórar.
Ein var enntá stjóri í
Kringvarpi Føroya –
sum átti at verið fremsti varðhundurin.
Nú er tíð uppá, at onkur langar nevan
í borðið. Slíkir menn mugu takast av ræði.
Tað eigur ikki at vera loyvt. Men vit vita av
royndum, at skomm er ikki skapt í slíkum
monnum, sum grína tjúkt við stórari sigar –
meðan pøbilin leikar í og onga ávirkan hevur
á, hvussu teir skalta og valta við landsins
virðum.
Betur fór peningurin til at hjálpa børnum
úr fátækaváða.
Kristina Háfoss kann steðga slíkum ør
skapi við at seta skattaprosentið á inntøkur
oman fyri eina millión til 75 prosent og á
inntøkur oman fyri tvær milliónir upp á 95
prosent.
Lønin, sum Janus fær heima á sofuni
næstu fýra árini svara til tað, sum ein ar
beiðsmaður tjenar heitt heilt arbeiðslív. Tað
sigur seg sjálvt, at búskapurin ikki hongur
saman, tá so illa verður stýrt!
Tað ringasta er tó, at eingin skomm er
skapt í nøkrum. Hetta fær ongar avleiðing
ar í bankanum – og heldur ongar í lands
stýrinum.
Kristina Háfoss hevur longu
– sum undanmenn hennara
– lært at yppa øksl.
Hon kundi langað nevan í borðið, men
setti seg uttan ávirkan
Nú merkir Sonja Jógvansdóttir sviðan av, at
hon telvaði seg út um politiska ávirkan – og tað
gongur út yvir tey treingjandi børnini í fátæka
váða.
Samgongan er komin ta semju, at hjálpin til
børnini kann bíða til næsta ár.
Hetta kann Sonja Jógvansdóttir takka sær
sjálvari fyri. Tí hon hevur ikki ta ávirkan, sum
hon fekk frá veljarunum á valinum.
Hevði hon verið partur av sam
gonguni, so kundi hon smekkað
nevan í borðið og sagt teimum,
hvar skápið skal standa.
Men hetta er munurin á at
vera innanfyri og at seta seg
sjálva uttan fyri politiska
ávirkan.
Er nakar stirðil í samgonguni?
Nú burdi Sonju
verið innanfyri
Hjálpin sum hvarv
Les eisini blaðið
á telefonini
Eingin hjálp
til fátøk børn
Tíðindi síða 30-31
Legði einki í
hvat hini søgdu
Tema síða 18-19
Visti tú?
At Janus Petersen
fær 1.700 kr um tíman
næstu trý árini heima
á sofuni???
– Hvat er felags fyri Fætter BR og
Sambandsflokkin? Teir hava sama
formann, Bárð Nielsen....
Skilaleysar bankanevndir
Markleysa kraddaralyndið
Mánadagur 13. apríl 2015
Les Sosialin
á telefonini
HJÁLP
Politiska líkasælan er
ræðandi, tí alt ov lítið
verður gjørt fyri at hjálpa.
Tí fer Miðlahúsið nú undir
átakið »Meðan vit bíða«
1.326 BØRN Í FÁTÆKRAVÁÐA
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri