hósdagur 29. oktober 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 125
4
Nýggjur James Bond filmur hevur
júst verið frumsýning, og kring
heimin fara milliónir av fólki í
biograf at hyggja eftir filminum
James Bond filmur nummar 24 er nú
komin á hvíta løriftið í biohøllum kring
allan heimin – eisini í Føroyum.
James Bond er eitt tað sterkasta brandið
í filmsvinnuni, og meira enn hálva øld
eftir at fyrsti James Bond filmurin varð
framleiddur, stendur Bond filmskonseptið
framvegis sera sterkt.
Bretski rihøvundin Ian Flemming
skapti James Bond í bókum, og í 1962 gjørdi
skotin Sean Connery njósnaran livandi í
biografi. Síðani hava seks aðrir sjónleikarar
spælt James Bond, og seinastu fýra
filmarnar hevur tað verið Daniel Craig.
Nýggi Bond-filmurin eitur Spectre, og
aftur hesaferð er Sam Medes leikstjóri.
Hann leikstjórnaði eisini undanfarna
filmin Skyfall, sum verður roknaður sum
ein av bestu Bond-filmunum nakrantíð.
Daniel Craig hevur givið James Bond
ein meira kompliseraðan vinkul sum eitt
slag av anti-hetju, sum endar við at
bjarga degnum – og heiminum
– og ummælarar hava hug
at halda, at Craig er tann
mest spennandi Bond-
sjónleikarin, sum hevur
verið.
Ummælarar halda,
at Spectre er ein
frálíkur Bond-filmur,
men hann verður ikki
roknaður sum høvuðsverk
í røðini. Undirhaldið er gott, og
framleiðslan framúr góð. Tey mongu,
sum um vikuskiftið fara at leita sær í
biograf at hyggja eftir Spectre, fara ikki at
keða seg.
Bert ein av túsund merktur toskum
verður fingin aftur aðrastaðni enn
á føroyskum havleiðum
Síðani 1997 er 36.830 toskar merktir og
sleptir út aftur í føroyskan sjógv. Higartil
eru 10.723 av hesum toskum fingnir
aftur, og bert 14 av teimum eru fiskaðir
aðrastaðni enn á føroyskum havleiðum
– hetta svarar til umleið ein av hvørjum
túsund.
Merkingarroyndirnar byrjaðu í 1997 við
tí endamáli at fylgja við, um toskurin hevði
tað gott ella um nakað óvanligt var áfatt.
Merkingarroyndir geva millum annað
upplýsingar um ferðing og vøkstur, men
kunnu eisini brúkast til at meta um onnur
viðurskifti, til dømis náttúrligan deyða hjá
toski.
– Tað er eingin loyna, at stór ósemja
hevur verið millum manna um toskin við
Føroyar. Tá toskaveiðan øktist munandi
mitt í nítiárunum vóru mong, sum søgdu,
at tað var fremmandur toskur, sum kom til
Føroya og at orsøkin til fiskaloysið fyrst í
nítiárunum var, at fiskurin var farin burtur
av føroyska landgrunninum. Við tað at
ongar merkingarroyndir vórðu gjørdar við
Føroyar í hesum tíðarskeiði, bar ikki til at
vita við vissu, um hetta var rætt, skrivar
Havstovan.
Granskingin higartil vísir, at toskurin
undir Føroyum ferðast í føroyskum sjóøki,
men ógviliga fáir svimja til aðrar havleiðir.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
8-13 m/s
8-13 m/s
13-18 m/s
8-13 m/s
3-8 m/s
13-18 m/s av suðri og útsynningi,
minkandi til 10-15 m/s av útsynningi.
Skýggjað og regn av og á. Hitin um
10 stig. Um náttina 8-13 m/s av
útsynningi, klárari, men eisini onkur æl.
Hitin millum 5 og 8 stig.
Mánadagur
10-15 m/s av eystri
landnyðringi. Skýggjað og regn.
Hitin millum 5 og 8 stig. Um
náttina mest turt og skýggjað,
hitin millum 6 og 9 stig.
Týsdagur
8-13 m/s av eystri, skýggjað
og mest turt. Hitin alt døgnið
millum 8 og 10 stig.
3-8 m/s av útnyðringi og norði,
um náttina 8-13 m/s av eystri.
Skiftandi skýloft og æl, kansk
sum vátakavi. Hitin um dagin
5 stig, um náttina millum 2 og
5 stig.
8-13 m/s av útsynningi og vestri,
um náttina minkandi av útnyðringi.
Skiftandi skýloft og ælaveður, um
náttina kanska sum vátakavi. Hitin
millum 7 og 9 stig um dag, um náttina
millum 2 og 5 stig.
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
»Hví flyta klokkuna til vetrar
tíð? Er tað so alneyðugt
at hava morgungron í
dagsljósi?«
Sæð á Facebook:
»Tað var nú skjótt, at
Stina gjørdist troytt av
guitarklanginum hjá Janusi.«
Enn einaferð hevur
kjak verið um
fráfaringaravtalu hjá
einum av stjórunum í
føroyska samfelagnum.
Hesaferð er tað Janus
Petersen, sum fekk meiri
enn 9 milliónir krónur
við sær, tá ið hann herfyri fór úr starvinum sum stjóri í
BankNordik. Fólk spyrja, um tað er rímiligt, at ein stjóri
skal taka so nógvar pengar við sær, tá ið hann fer úr starvi.
Janus Petersen hevði avtalu við bankan um, at hann
skuldi hava 36 mánaðir í løn, um hann skuldi úr starvinum.
Nevndarforkvinnan í BankNordik, Stine Bosse, heldur, at
talan er um órímiliga stóra fráfaringarsamsýning, og hon
ætlar sær at endurskoða avtalurnar hjá bankanum.
Ein maður í sekstiárunum
er ákærdur fyri at eiga og
spjaða barnaporno yvir
eitt tíðarskeið á 10 ár.
Mikudagin fylti
Føroya elsta fólk,
Theodor Thomassen
úr Sørvági, 107 ár.
Framløgan hjá
BankNordik av
roknskapinum
fyri triðja
ársfjórðing
hevði við
sær, at virið
á parta
brævinum
fall 7,84
prosent.
Skúlin á Fløtum gjørdist
Ársins roykfríi skúli
Trygvi Mortensen er settur
í starv sum venjari hjá
fótbóltsfelagnum AB
SEV vinnur norður
lendsku umhvørvis
heiðurslønina.
Seinastu tíggju árini
eru matvørur í Føroyum
dýrkaðar meira enn 20
prosentstig, vísir uppgerð
»Fráfaringarsamsýning«
Halda vikuskiftið
saman við Bond
Toskurin fer ongan veg
SPECTRE
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
fólk vóru fulltíðar
arbeiðsleys í
september
736
MANGT OG HVAT
Visti tú?
at bert 14 toskar av
36.830, sum eru merktir í
føroyskum øki, eru fingnir
aftur á øðrum havleiðum
enn teimum føroysku
GRANSKING
Daniel Craig er fyri fjórðu ferð í leiklutinum sum James Bond í filminum Spectre
samsýning útgoldin starvsfólki í sambandi
við at viðkomandi fer úr starvi (t.d. sum
endurgjald fyri uppsøgn)
So at siga allir toskar, sum eru
merktir í Føroyum, verða fingnir
aftur í føroyskum sjóøki