hósdagur 29. oktober 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. oktober 2015
sosialurin 125
6
persónssøga
– Eg minnist væl tann morgunin. Elsti sonurin spurdi »mamma,
koma tit heim aftur hesaferð«, og eg segði »sjálvandi«. Mamma, babba
og Aron koma heim aftur um eina løtu. Men Aron kom ikki heim
aftur á lívi. Tað var ein ræðuligur dagur. Orðini eigur 41 ára gamla
Rini Mørk, sum misti 15 mánaðir gamla sonin Aron 11. januar í ár
Aron tók trý
fet áðrenn
hann doyði
Barnadeyði
Barbara Holm
T
að er mikudagur í høvuðs
staðnum, og innar í Miðla
húsið koma Rini Mørk,
Tórður Holm og børn
teirra Adrian, sum er 12 ár og Sandra,
sum er 10 ár. Vaksnu systrar teirra
Barbara, Elin og Tórunn eru har suð
uri í dag.
Annan hvønn mikudag eru tey øll
í Havn. Tað hava tey verið í nakrar
mánaðir nú, tí annan hvønn mikudag
skipar Berin, felagsskapurin hjá
teimum, sum hava mist ein kæran,
fyri sorgarbólki fyri børn. Adrian og
Sandra fáa nógv burturúr. Tey minn
ast beiggja sín Aron, sum doyði so
óskiljandi ein kaldan sunnumorgun
í januar.
Og Rini og Tórður eru altíð bæði
við teimum. Lagnan hjá Aron er
ómetaliga tung hjá teimum øllum at
bera, men nú snýr tað seg um at fáa
yngstu systkini hjá Aroni heilskapað
burtur úr sorgini. Tí tey eru merkt.
Merkt av, at mamma og babba vóru
skrykt frá teimum ein dagin í oktober
2013 fyri síðani ikki at venda aftur
fyrr enn 8 mánaðir seinni. Og merkt
av, at teirra fitti lítlibeiggi skuldi fara
frá teimum ein dag, fyri síðani ongan
tíð at koma aftur á lívi.
Skuldu bara til læknan
Tað byrjaði tann 14. oktober í 2013, tá
ið Aron Mørk Holm varð borin í heim.
Hann vigaði 3120 gramm tá hann varð
føddur. Men fimm dagar seinni varð
galið. Lítli Aron át einki og tók einki
uppá, og Rini valdi at fara á Suðuroyar
Sjúkrahús við honum. Ráðini hendan
dagin vóru at royna sum frægast at
geva barninum mat og vita, um ikki
tað gjørdist betur.
Tað var ræðuligt.
Tað var sum
hann hevði verið
í kríggj. Blóðið
fleyt um allan
kroppin«
»Ein doyði, meðan vit bíðaðu
eftir at frætta, hvussu gekk. Eg
hugsaði, kanska tað ikki verður
nú, tí nú hevur Jesus fingið hatta
barnið, so kanska hann ikki hevur
brúk fyri mínum«
Framhald á næstu síðu
Mynd: Privat