hósdagur 29. oktober 2015síða 40
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 125
40
T
ey siga øll, at góð ráð eru
dýr. Dýr kann eisini vera
góð, til dømis er alfagra
landið tann dýrasta ognin.
Ikki tí, at landið kostar so nógv, men
tí, tað er so gott, men ikki so dýrt sum
Danmark sjálvandi.
Men er nakað yvirskipað høpi í
tí at siga, at góð ráð eru góð? Eg elski
orðabøkur, brúki tær nógv, bøkur, ikki
telduna, tað er skjótari við bókini. Nú
fór eg eftir orðinum dobbelkonfekt,
góð ráð eru góð, og slíkt tvífalt
søtmeti eitur bara tvísøgn á
føroyskum, so óseksut.
Men, sum sagt, góð ráð
kosta nógv. Tey fáast ikki
fyri lítið ella fyri einki
ella okkurt har ímillum.
Stjórar, sum brádliga
ein geldan gerandis
dag ikki kunnu brúk
ast longur sambært
dýrum ráðum frá onkrum, gerast
ráðgevar, ella ráðseljarar. Sjálvs
álitið og eggjan frá konuni ella
manninum sannføra tey um, at
tey duga so væl, hóast sekk
urin stendur í gongini.
Duga so væl, at tey
kunnu geva, orsaka
selja, øðrum tey
góðu ráð, sum gamla arbeiðsplássið ikki
helt seg kunna brúka.
Einastu ferð, nakar hevur spurt meg
um góð ráð, og tey vóru ikki dýr, men
ókeypis, var í einari útihandilsgøtu í
Kabul í 1973.
Ein skósmiður sat uttan fyri eyð
mjúku búð sína og seymaði einar fín
ar skógvar. Hann hevði, sum skilst,
útlendskar kundar eisini. Hann spurdi
meg, hvussu tað eitur á enskum, last ella
least, tá kundin spyr, um skógvarnir eru
góðir. Og hann skuldi svara teimum, at
teir halda í minst tíggju ár pluss minus
eitt hálvt.
Eg svaraði eftir bestu sannføring
last, they will last You for at least five
years, segði eg, sådann.
Ten, rópti hann, not five, ten og vísti
mær allar tíggju handverkarafingrar
nar, garvaðir sum leðrið, ten years.
Jú, jú, ivaleyst tað. Tá var gott hand
verk framvegis til. Nú fært tú til dømis
ikki gummiskógvar her í Føroyum, sum
halda longur enn tveir mánaðir.
Eg vil hava gummiskógvar, tí Illi
maður uppfann lissuna, sum er ov langt
niðri fyri gamlar menn.
Kanska fekk eg eitt glas av tunnum
tei frá honum, skósmiðinum, minnist
ikki. Men ráðini vóru ókeypis, um tey
vóru góð, veit eg ikki. Vónandi hevur
hann brúkt tey og selt nógvar skógvar,
sum hildu inn í fýrsini. Leðrið, hann
brúkti, var ektað, einki pseudoleður ella
leðurlíki ella annað fake.
Tá, í 1973, var eg 22.
Nú eri eg yvir yvir 60, so eingin
spyr meg um nakað. Eg siti heldur
ikki á feysbukkini, mín bukka er Ifø.
Eg mingli ikki í asosialu miðlunum við
sprotabita í aðrari hondini og plastglasi
við pappvíni í hinari. Eg eri ikki til.
Kanska eri eg langt síðani deyður og
farin. Kanska tað stendur á onkrum
veggi, graffiti, veggjakrutl í svørtum
og gráum á hvítum betongi.
Seigasta rasisman millum allar
rasismur í Føroyum er aldursrasisman.
Hvussu kann nakar, sum er eldri enn
60, gera nakað yvirhøvur uttan at grenja
og sita ella liggja? Hvussu kann Mick
Jagger, hann er 72, framvegis syngja og
renna tíggju kilometrar á konsertum?
Idiotiskur spurningur. Meira veiggj
er í Mick Jagger enn í nøkrum sangara,
sum er yngri enn 69. 69 skrivi eg, tí
Lemmy fyllir 70 jólaaftan.
Ráðini hjá donsku ráðgevandi
nevndini í farnu øldini kostaðu føroy
ingum einki. Tey blivu heldur ikki brúkt
í Føroyum, hóast, ella kanska júst tí, tey
vóru røtt og eftirfarandi og tí góð ráð,
kunnu vit siga, uttan at rodna.
Annars, eru góð spariráð eisini dýr?
Spyr ikki meg, tí eg eri ov gamal og
tí ikki góður í ráðum. Varð eg spurdur
í 1973, hevði eg svarað nei, men tey will
last You for at least forever. Nei, takk,
ikki te, heldur ein dupultan arak.
Ráðaleys ráðasnild
Niels Uni Dam
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
MYND: HEINESEN MYNDIR
Yrki: Undir Kongavarða á Argjum
Bústaður: Samskiftisráðgeving
Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin?
– Rithøvundur.
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
– At vit ikki eru so kompliseraðir, sum tær eru.
Hvat burdu børn vitað um tað at verða vaksin?
– Minst møguligt, lat tey vera børn!
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika?
– Droymi lítið, havi tað frálíkt sum er. Men nýggi flatskíggin og
HBO Nordic eru ikki so galin.
Enda setningin: Um eg tordi, hevði eg…
…lært meg at dansa.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri
stað?
– Um vit øll skiltu, at fólk flest vilja
tað besta og livdu hareftir.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
– Eg verði hvønn dag ovfarin av,
hvussu nógv longri jaligheit ber,
enn neiligheit ger.
Tað seinasta, tú hevur lært, er at:
– Marengs og lakres rigga væl saman.
Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at eg…
– Tað er ómøguligt at enda handan setningin. Eg havi ikki
ringa samvitsku, fyritrekki at góðtaka tingini, sum tey
eru, og annars gera mítt besta.
Enda setningin: Føroyingar áttu at…
… ræðst minni og liva meira.
BAKSÍÐAN