mánadagur 2. november 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Mánadagur 2. november 2015 · Nr. 126
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
síða 12-13
Hava
kannað
gastric
bypass
Ítróttur
Síða 27
H71
múrur ikki
til at bróta
Talan er uttan iva um ynskidreymar,
tá andstøðuflokkar eru farnir at tosa
um nýval, tí samgongan hevur fingið
so lítið á skafti.
Í gjár vóru tveir mánaðir, síðani
løgtingsvalið – og í dag eru sjey vikur
síðani, at samgonguskjalið varð und
irskrivað.
Tí er tos um nýval vegna vantandi
nýskipanir tómt tos.
Men borið saman við seinastu
samgongu, so gekk skjótari og bragd
ligari fyri seg, tá hon fór til verka.
Eftir hálvum øðrum mánaði hevði
samgongan kollvelt skattaskipan
ini, lívgað teimum hægst løntu við
skattalætta, sum varð fíggjaður av
teimum lægri løntu, hvørs pensjón
varð skattað við inngjaldi soleiðis,
at pengar vórðu til skattalættan til
tey ríku.
Vit skulu ikki siga samgonguna
ringa fyri ikki at gera sum Jørgen og
Jenis og Kaj Leo og Kári – at trýsta
eina skattanýskipan ígjøgnum í óð
um verkum. Somuleiðis tá talan er
um fiskivinnunýskipan. Tí slíkar
skipanir skulu ikki trýstast ígjøgn
um tingið upp á fáar vikur. Hesum
hava vit lært av frá seinastu sam
gongu.
Hinvegin átti nýggja samgongan
longu nú havt funnið hasar tíggju
milliónirnar, sum hon í mai mánaði
ætlaði sum hjálp til harðast raktu
barnafamiljurnar. Við ikki at gera
tað, so skapar samgongan sær sjálv
um ein trúvirðistrupulleika.
Tá tað var so lætt at finna pengar
nar í summar, so er tað heldur eingin
trupulleikin nú – serliga nú tær 10
milliónirnar eru vorðnar til góðar 2
milliónir, tí so langt er liðið á árið.
Tó so. Samgongan hevur longu
gjørt onkra umraðfesting: Hon hev
ur tikið pengarnar, sum løgtingið í
fjør ætlaði at brúka sum stuðul til
privatar fjølmiðlar – til betri enda
mál. Samgongan heldur tað vera
meira átroðkandi fyri fólkaræðið,
at 45 nýggj parkeringspláss verða
gjørd uttan fyri Norðurlandahúsið,
enn at fólkaræðið verður stimbrað
við at stuðla privatum miðlum – sum
í fleiri ár hava ligið undir trýsti frá
Kringvarpinum, sum við almenn
um pengum hevur kroyst lýsing
armarknaðin – seinast við at lækka
prísin 80%. Skulu privatu miðlarnir
partú einki hava – so høvdu tær tvær
milliónirnar farið betur til svongu
børnini.
Norðurlandahúsið
man
koma gjøgnum árið uttan at hasi
parkeringsplássini absolutt skulu
gerast í ár.
Kaj Leo og Jenis og Jørgen og Kári
lupu á leistum fyri at hjálpa teimum
ríku við 100 tals milliónum í skatt
alætta. Tað ger einki, um Aksel og
Høgni og Poul leypa á leistum fyri at
hjálpa harðast raktu børnunum við
tveimum milliónum!
tvær milliónir til børnini
Fríggjadagin skrivaðu Før
oya Arbeiðsgevarafelag og
Føroysk
Miðlafólk
undir
nýggjan tvey ára sáttmála.
Føroya
Arbeiðsgevara
felag og Føroysk Miðlafólk
vóru fríggjadagin samd um
nýggjan sáttmála. Partarnir
vóru samdir um eina lønar
hækking á 1,98% hin 1. nov
ember 2015 og 2,25% hin 1.
november 2016.
Hetta er sama hækking
sum í hinum semjunum, ið
eru gjørdar millum fakfeløg
á privata arbeiðsmarknaði
num og Føroya Arbeiðsgev
arafelag.
Partarnir undirskrivaðu
eisini avtalu um fráboðanar
freist í sambandi við verkfall.
Føroya Arbeiðsgevarafel
ag hevur nú gjørt avtalu um
fráboðanarfreist við øll fak
feløg felagið hevur sáttmála
við.
Blaðfólk fáa lønarhækking
Hóast
nýggja
landsstýrið
hevur í hyggju at taka av
stuðulin, sum í fjør varð játt
aður til privatar miðlar, so vil
Norðurlandaráðið tað øðrvísi.
Í síðstu viku samtykti
ráðið at »Norðurlandaráðið
vil stuðula og styrka norður
lendskan journalistikk«.
Í tíðindaskriva siga tey,
at »politikerne ønsker også
at iværksætte tiltag for at
styrke en fri presse i Norden,
særlig i de tyndt befolkede
områder som Island, Færøer
ne og Grønland, hvor journa
listikken er specielt udfordret
af den tekniske udvikling, en
svækket økonomi og deraf
følende
nedskæringer
og
konkurser.«
Løgtingið samtykti fyri
fyrstu ferð í fjør, at stuðla
privatum miðlum fyri at
bøta um ójøvnu kappingina
við
almenna
kringvarpið.
Lógin um at býta pengarnar
kom ongantíð í tingið, og
tí standa tær tvær millión
irnar enn á konto. Tað eru
hesar tvær milliónir, sum
nýggja landsstýrið ætlar at
taka innaftur í stórapott – til
millum at gera parkerings
pláss uttan fyri Norðurlanda
húsið fyri.
Norðurlandaráðið vil stuðla
privatum miðlum í Føroyum
Enn
er
ógreitt,
hvørja
lagnu uppskotið hjá Sonju
Jógvansdóttir, Kristiannu
Winther
Poulsen,
Bjørt
Samuelsen og Honnu Jen
sen um at broyta hjúna
bandslógina fær.
Tað var Sonja Jógvans
dóttir, ið sama dag, sum
landsstýrið varð valt 15.
september, boðaði frá, at
hon fór at leggja málið
fram. Tað manglaði bara at
trýsta á enter, segði hon.
Men helst hevur hon
verið ov brá. Tí enn er
uppskotið ikki komið í
tingið, hóast hon fekk hinar
tríggjar
tingkvinnurnar
aftur at sær at leggja mál
ið fram.
– Vit hava nu um viku
skiftið fingið at boða frá
løgtingsskrivstovuni
um
onkrar tillagingar, so vænti
eg, at málið verður klárt
at fáa í tíngið, sigur Sonja
Jógvansdóttir.
Hon vísir á, at málið ikki
er so einfalt, og at tað bæði
skal ígjøgnum donsku og
føroysku lógarumsitingina
fyri at fáa tað samtykt, og tí
eru nógvir endar at fáa upp
á pláss.
Sonja Jógvansdóttir sig
ur eisini, at tað er ikki so
umráðandi, um málið kem
ur í tingið, áðrenn freistin
er úti í ár, tí tað kemur í øll
um førum ikki í gildi fyrr
enn einaferð næsta ár.
Men Sonja Jógvansdótt
ir væntar, at tá hesin dag
urin er farin fæst at vita,
hvørja lagnu málið fær – og
um tað verður borði í tingið
áðrenn tíðarfreistin gongur
út mikudagin.
Hjúnabandslóg ikki
komin í tingið enn
Takið ikki parkeringspláss
fram um harðast raktu børnini
Ingolf S. Olsen, nevndarlimur
í felagnum Føroysk Fjølmiðl
afólk og Marita Rasmussen,
stjóri í Vinnuhúsinum
hava júst skrivað undir
nýggjan sáttmála