mánadagur 2. november 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. november 2015 · Nr. 126
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
norðurlandaráðið
Árni Gregersen
Nýggi
landsstýrismaðurin
við norðurlendskum málum,
Poul Michelsen, var í Reykja
vík á fundi alla seinastu viku.
– Eg má siga, at eg hitti
nógv fólk og fekk gjørt mær
eina hóming av, hvat eg haldi
norðurlendska
samstarvið
kann brúkast til.
Poul Michelsen luttók
á fleiri fundum og grund
leggjandi heldur hann, at
nú gongd er komin á at nú
tímansgera hetta samstarv,
hevur hann eina fatan av, at
hetta kann fara at gagna Før
oyum.
– Vit søgdu í Reykjavík á
fleiri fundum, at vit ynskja,
at Føroyar fáa fullan lima
skap í ráðnum. Grønland
stuðlar okkum, men vit
kenna ikki heilt støðuna hjá
Álandi, tí ongir álendskir pol
itikarar vóru við á fundinum.
Har hevur júst verið val,
so har samráðast tey um
nýggja samgongu, sigur Poul
Michelsen.
Ísland boðaði eisini bein
anvegin frá, at tey taka undir
við, at Føroyar fáa fullan
limaskap á jøvnum føti við
tey størru londini.
– Hetta fer at kosta okk
um millum hálvaaðru og
tvær milljónir og tað haldi
eg vit eiga at gjalda fyri fulla
limaskapin, sigur landsstýr
ismaðurin.
Føroyski
landsstýris
maðurin luttók á fundi í
ráðharraráðnum og tað var
eisini hann sum legði upp
skotini frá ráðnum fram um
at fáa summar forðingar í
samstarvinum burtur.
Fyrstu ferð á fundi
Sjálvt um føroyski landsstýr
ismaðurin hevur sitið leingi
á tingi, so var hetta fyrstu
ferð, at hann luttók á Norð
urlandaráðsfundi.
– Eg hitti nógv fólk, sum
eg kendi, men tað eydnaðist
mær eisini at heilsa uppá
fleiri fólk, sum eg havi hoyrt
umtalað, men ongantíð havi
hitt fyrr, sigur Poul Michel
sen.
Meðan
føroysku
um
boðini vóru í Reykjavík,
var eisini ein fundur hildin
saman við føroyingum, sum
búgva í Íslandi. Har greiddu
føroysku
umboðini
fyri
landsstýrið frá, hvat hendir
á politiska pallinum í Føroy
um.
Føroyska
sendistovan
hevði eisini opið hús eins og
vanligt er og har kom hópur
av fólki úr hinum norðan
londum inn á gólvið.
Tað løgna við fundin
um hesa ferð var, at Poul
Michelsen umboðaði Før
oyar sum landsstýrismaður
við norðurlendskum málum.
Samstundis
var
kona
landsstýrismannin, Sólrun
Michelsen, tilnevnd til rit
høvundavirðisløn ráðsins.
– Tað var stuttligt og vit
hildu eisini eitt spontant
kvøld saman við nógvum
fólki, tá ið handanin av virð
islønunum var liðug, sigur
landsstýrismaðurin.
Norrøna samst
kann geva fyri
Landsstýrismaðurin við norrønum samstarvið hevur
luttikið á sínum fyrsta fundi í Norðurlandaráðnum
Eiga at tryggja at Føroyar ikki fáa eyka forðingar
Føroyingar hava eisini luttikið í arbeiðnum, at fáa forðingar millum norðurlond burtur
Árni Gregersen
Forðingar millum norður
lond var eitt av høvuðs
evnunum á ársfundinum
hjá Norðurlandaráðnum í
Reykjavík.
Poul Michelsen, lands
stýrismaður, hevur norður
lendskt samstarv, sum eitt
av sínum málsøkjum.
Tá ið málið um forðingar í
samstarvinum millum norð
urlond var lagt fram, legði
Poul Michelsen dent á, at
hini noðurlondini eiga at fáa
um, at Føroyar hvørki eru
limir í ES ella EBS.
Hann nevndi, at tað fleiri
ferðir er komið fyri, at tá ið
hini londini hava sett ES-
lóggávu í gildi, so hava tey
gloymt, at Føroyar ikki eru
limir í ES ella EBS, og tað
hevur havt forðingar við sær.
Í røðu sínari segði Poul
Michelsen eisini, at tað hevur
alstóran týdning, at arbeitt
verður
framhaldandi
við
at fáa forðingarnar burtur,
sum steðga samstarvinum
millum londini.
Flóttafólkamálið
Føroyski landsstýrismaður
hevði fund við íslendska ráð
harran við flóttafólkamálum,
Eygló Harðardóttir.
– Eg haldi vit fingu ómeta
liga nógvar upplýsingar um
hvussu íslendska skipanin
virkar og hvørjar trupulleik
ar, tey hava at dragast við,
sigur Poul Michelsen, sum
hevur flóttafólkamál í Før
oyum undir sær.
Hann vísir á, at skulu Før
oyar taka eins nógv flótta
fólk sum Ísland, so er kvotan
ikki so stór – eini tvey fólk
um árið.
Føroyar eru eitt sindur í
serstøðu, tí vit ikki eru við í
ES ella í EBS-samstarvinum.
– Eg havi ikki gjørt mær
eina greiða meining um
flóttafólkamálið,
men
eg
haldi, at vit fingu eina ómeta
liga góða gjøgnumgongd frá
íslendingum, sigur hann.
Saman við landsstýris
fólki vóru eisini tvey embæt
isfólk við til kunningina frá
íslendska ráðharranum
Poul Michelsen hevði fund
við íslendska ráðharran
við flóttafólkamálum,
Eygló Harðardóttir