Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. november 2015 · Nr. 126 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 halloween Føroyingar og Halloween og Allahalgannadagur Halloween Høgtíðin við maskunum, gransk­ar­unum og óhugnaliga pyntinum er komin til Evropa og til Før­oya. Amerikanski dagurin við upp­runa­heitinum All Hallows Eve, hevur fingið mangan føroying at lata seg í grýlu­klæði og markera dagin við óhugnaligum upplivingum. Onkur vil vera við, at Halloween er dagurin, tá ið vaksnir føroyingar lata seg í grýluklæði, meðan føstulávint er fyri børnini. Hvussu er og ikki, so er eingin ivi um, at Halloween hevur merkt vikuskiftið, sum júst er farið framvið. Hesar myndirnar á síðuni eru frá Myndaboks og eru allar tiknar um vikuskiftið. 31. oktober er Halloween, sum tey flestu okkara kenna sum høgtíðin við graskar, óhugnaligum maskum og líknandi. Siðurin, sum vindur meira og meira uppá seg í Evropa, hevur fleiri hundrað ár á baki í USA. Hildið verður, at Halloween kom til USA saman við eftirkomarunum hjá keltunum. Hesi hildu nýggjár hendan dagin, og høvdu eina ímynd av, at hetta var dagurin tá ið tey deyðu kundu koma aftur til tey livandi. Og mangar siðvenjur rundan um Halloween eru til júst orsaka av óttanum fyri teimum deyðu. Tey óhugnaligu graskarini hava verið útskorin og fylt við livandi ljósi fyri at styggja og ræða tey deyðu. Halloween – dagurin har tey deyðu eru í fokus – er at finna í fleiri ymiskum mentanum gjøgnum tíðirnar, og ymiskar orsøkir eru mettar at liggja til grund fyri tær siðvenjur, sum í dag mynda Halloween. Tað sigst, at fólk upprunaliga lótu seg í grýluklæði í royndini at lumpa tey deyðu til at halda, at tey vóru ein av teimum. Summi siga eisini, at hetta var dagurin, tá ið fátøk í bygdini fjaldu sín identitet og bankaðu á hurðar fyri at bidda mat. Í dag hava mong tikið Halloween til sín sum eitt festligt íkast til ein annars myrkan vetur. Allahalgannadagur er 1. november, og hevur sum so einki við Halloween at gera, hóast merkisdagarnir eru dag um dag. Hesin dagurin er tann dagurin, har fólkakirkjurnar hátíðarhalda fyrimyndirnar innan trúnna. Allahalgannadagur er sostatt ein felags hátíðardagur fyri tey halgimenni, sum ikki hava sín egna dag í árinum. Hesin dagurin snýr seg eisini um at minnast tey deyðu. Í summum kirkjum vera nøvnini á teimum, sum eru deyð í økinum seinasta árið, lisin upp. Í Føroyum er 1. november eisini nýttur sum ein minningardagur fyri tey sjólátnu.