Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. november 2015 · Nr. 126 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi landsfundur miðfloksins Áki Bertholdsen – Vit eru á veg fram ímóti ein­um samfelag, at ongin mun­ur er á kvinnum og monn­um! Tað staðfesti Jenis av Rana, formað­ur í Mið­flokk­ in­um, á landsfundinum hjá flokk­inum nú um viku­skift­ ið. Hann brúkti alla for­ mans­røðu sína sum hon var, at ávara um gongdina í sam­felagnum, soleiðis sum hann metir hana á tí anda­ liga økinum. Og tað ger hann, tí hann heldur, at tað eru tey anda­ ligu virðini, sum hava all­ar­ størsta týdningin fyri flokk­ in, og fyri samfelagið. – Vit eru á veg fram ímóti ein­um samfelag, har menn føra seg fram sum kvinnur og kvinnur føra seg fram sum menn, tí tey halda at tað er púra natúrligt. – Vit eru á veg ímóti ein­ um samfelag, har markið ímill­um menn og kvinnur verð­ur viskað burtur og har hugtakið fyri, hvat er ein vanlig kvinna, og ein van­lig­ ur maður, hvørvur. – Tað bíbilska nor­mali­ tets-­hugtakið skal takast burt­ur, tí tað eru sterkjar kreft­ir, sum vilja trumfa ígjøgn­um, at vit bara skulu vera eitt kyn. Tað er ein vanda­mikil gongd og tí hava vit í Miðflokkinum eina velduga uppgávu, sigur hann. – Vit eru á veg ímóti ein­um samfelag, har kyns- sam­leik­in verður viskaður burtur og har skilaveggurin ímill­um menn og kvinnur, verð­ur tikin burtur. Hann staðfestir, at fólk skifta navn og so føra tey seg fram sum kvinna, ella sum mað­ur, alt eftir hvussu tey føla seg frá degi til dags, og í USA eru frískir menn lagdir undir skurð fyri vita um teir hava lívmóður, tí tað nugu fáa ”harmoni ímillum likam og heila”. Jenis av Rana hevur akku­ rát verið í Íslandi á fundi í Norðurlandaráðnum, og har var ein maður frá Ung­dom­ mens Nordiske råd, ílatin sum kvinna í sokkabuksum og í niðurdeili. For­maðurin í Mið­flokk­ in­um sigur, at tað er henda ónormala framtíðin, vit stevna ímóti, sum Mið­flokk­ ur­in skal stríðast ímóti. – Og vit vera ikki arb­eiðs­ leys, legg­ur hann afturat. Stúra Annars stúra tey í sam­fe­ lag­num illa fyri, hvat sam­ gongan kann finna upp á. Tey vísa á, at samgongan hev­ur lovað nógv og tey stúra fyri, at samgongan fer at leggjast á vinnuna at krevja skatt fyri at fíggja øll lyft­ini. Og tað halda tey í Mið­ flokk­inum kann fáa van­ lukku­ligar avleiðingar, tí vinnan er viðbrekin og verður hon kroyst ov hart í skatti, kann tað fáa av­ leið­ing­ar fyri íløgurnar hjá vinnuni, og tað fer so ikki at skapa fleiri arbeiðspláss. Vilja smelta men kvinnur saman í ÓNATÚRLIGT Tað bíbilska normalitets-hugtakið er við at hvørva, heldur formaðurin í Miðflokkinum Jenis og Bill ætla ikki at grava seg niður Áki Bertholdsen – Vit ætla at bíða sum longst, áðr­enn vit fara í kríggj við sam­gonguna. Tað var niðurstøðan á landsfundi hjá Mið­flokk­in­ um nú um vikuskiftið. Teir báðir tingmenninir hjá Miðflokkinum, Jenis av Rana og Bill Justinussen siga, at nú teir eru komnir í and­ støðu, ætla teir ikki at seta seg í ein krók at spæla tann vanliga leiklutin, andstøður plaga at spæla, nevniliga at vera ímóti øllum, samgongan kem­ur við. Tvørtur ímóti staðfesta teir, at teir eru sinnaðir at sam­starva við samgonguna. Teir eru sannførdur um, at tað eru nógv mál teir kunnu sam­starva við samgonguna um, bæði heilsupolitiskt, al­ mannapolitiskt, vinnu­pol­it­ iskt og fíggjarpolitiskt. Og teir eru eisini sann­ førdir um at tað kann verða so skjótt at boð vera eftir teim­um, tí samgongan stend­ ur so veik. – Samgongan er so veik, at hon tolir ongar brotasjógvar halda tey í Miðflokkinum. – Tað eru bara 16 tinglimir í samgonguni. Samstundis eru tvær leysar kanónir, Ann­ika Olsen og Sonja Jógv­ ans­dóttir, har eingin veit, hvønn veg, tær venda. Tí kann tað vera í morgin, sum ein annan dag, at boð verð­ur eftir stuðuli frá Mið­flokk­ in­um, halda teir báðir ting­ menn­inir. Tí ætla tey í Mið­flokk­in­ um ikki at brenna allar brýr til samgonguna, men at vera op­in fyri einum samstarvi, siga tey. – Hendan samgongan fekk onki ígjøgnum tey árini, hon sat í andstøðu, tí hon var so negativ. – Tað er skilaleys fram­ ferð, tí so fáa vit onga ávirk­ an. Sostatt eiga vit at vera øðrvísi og royna samstarva, held­ur enn at vera so negativ, at vit enda í myrkrinum. Ófrávíkilig treyt Bill Justinussen og Jenis av Rana staðfesta, at skulu teir sam­starva við sam­gonguna, verð­ur treyt­in sjálvandi, at samgong­an eisini tekur und­ir við onkrum av teirra hjarta­mál­um. Hinvegin gera teir eisini púra greitt, at tað eru ávís mál, tað ikki ber til at gera semju við samgonguna um. Og ein ófrávíkilig treyt er, at ætlanin um at loyva sam­ kyndum hjúnalagi, verð­ur slept. – Setir samgongan sam­ kynt hjúnalag í gildi, kann hon gloyma alt um at fáa stuð­ul frá Miðflokkinum, siga Jenis av Rana og Bill Justin­us­sen. SAMSTARV VIÐ TREYTUM Teir báðir tingmenninir hjá Miðflokkinum, ætla sær ikki í kríggj við nýggju samgonguna. Men skulu teir samstarva, fara teir at seta nøkur ófrávíkilig krøv - Samgongan er so veik, at hon tolir ongar brotasjógvar halda tey í Miðflokkinum, sum hevði landsgfund nú um vikuskiftið