mánadagur 2. november 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 45 • 2. NOVEMBER 2015
10
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Danjal av Rana
S
einasta freist at lata jólagávur
inn sum partur av tiltakinum
Christmas Child var farna sunnu
dag og hósdagin boðaði nevndin fyri
tiltakið frá, at tað í ár vóru latnar
5.499 jólagávur inn.
Tær 5.499 eskjurnar, sum føroy
ingar hava latið inn í ár, vera nú sendar
til Bretlands, áðrenn tær verða sendar
víðari til Rumenia.
Miriam Rasmussen, nevndarlimur í
Christmas Child Føroyar, er ovfarin av
undirtøkuni.
– Í fyrraárið settu vit met við 5.230
eskjum. Í fjør komu 4.924 eskjur, so
vit høvdu vónað at fáa yvir 5.000
eskjur í ár. At vit seta nýtt met í ár,
eru vit sera fegin um, sigur hon.
– Føroysku gávurnar eru á hvørjum
ári farnar til Rumenia, undantikið eitt
ár, tá tær vóru sendar til Kirgisia. Tað
er eftir ynski frá føroyingum, at før
oysku gávurnar vera sendar til Ru
menia, tí føroyingar hava í mong ár
verið virknir í hjálpararbeiði í Rumenia,
sigur Miriam Rasmussen, nevndar
limur í Christmas Child. Hon greiðir tó
frá, at tað kann koma fyri, at onkrar
føroyskar eskjur verða sendar aðra
staðni.
– Tað veldst eisini um, hvussu
pakkað verður. Um bingjan til Rumenia
verður full, so verður restin av eskjun
um send aðra staðni.
Tað eru í størstan mun í kirkjum og
samkomum, at jólagávur hava verið
savnaðar inn, og Miriam Rasmussen
sigur, at hon veit ikki um nakra sam
komu ella kirkju, ið ikki tekur lut í ti
ltakinum. Tað er tó ikki bara fyri kirkju
fólk og samkomulimir.
– Sambýli runt um í landinum hava
verið sera røsk at binda til tiltakið.
Hósdagin var eg á Blákolluni á Oyri,
har tey eldru hava bundið hosur alt
árið, sum tey síðani geva til Christmas
Child. Vit leggja so eitt par í hvørja
eskju, so langt tað røkkur, sigur
Miriam Rasmussen. Hugnin á Sandi
hevur eisini tikið lut í tiltakinum í eini
10 ár.
Jólagávurnar eru skóeskjur, sum
fólk síðani fylla við ymiskum lutum, so
sum skrivi- og skúlaamboðum, tann
bust og tannkremi, vøttum, húgvum
og hosum, onkrum leikum og onkrum
góðgæti.
– Tað eru nógv, sum leggja okkurt
heimabundið í ekskjuna, men eisini
nógv, ið keypa alt tilfarið. Tað er nokk
so ójavnt býtt tí viðvíkjandi. Fleiri hava
Christmas Child í huga alt árið, millum
annað tá útsølur eru, og tey fáa tí fylt
eskjuna fyri ein rímiligan penga. Um
ein skal út dagin fyri evsta mark at
fylla eskjuna, kann hon tó skjótt ger
ast ein dýr jólagáva, sigur Miriam Ras
mussen.
Tá gávurnar koma til Rumenia,
vera tær sendar út um landið, alt
eftir hvør tørvurin verður mettur at
vera. Síðani vera gávurnar býttar út til
børnini á skúlum, sjúkrahúsum, barna
gørðum, kirkjum og samkomum.
Miriam Rasmussen sigur, at fyri
teirra viðkomandi byrjar arbeiðið
beint undan summarferiuni, tá tey
hava fyrsta fundin. Tá verður arbeiðið
við faldarum og plakatum gjørt klárt.
Í august mánað seta tey seg so í sam
band við fólk runt um í landinum, sum
kunnu taka sær av at samskipa til
takið í sínum øki.
– Tey nýta ofta gudstænastur og
møti sum høvi at kunna um tiltakið
og tá so evsta mark nærkast seinast
í oktobur, verða ofta størri tiltøk
fyriskipað, greiðir Miriam Rasmussen
frá.
Fleiri velja at senda eitt bræv ella
eitt lítið kort við eksjuni, og onkur
teirra fáa svar eisini, men øgiliga fá.
– Flestu teirra, sum svara aftur,
eru børn, sum búgva í stórbýnum. Hesi
hava atgongd til posthús, pengar til
frímerki, duga enskt ella hava onkran
sum kann hjálpa sær. Støðan úti í
bygdunum er heilt annarleiðis og eg
plagi at siga, at um tú ongantíð fær
svar aftur, so er eskjan farin til eitt
fátækt barn, ið snøgt sagt ikki hevur
ráð at svara tær, sigur Miriam Ras
mussen.
Tilsamans vera millum sjey og átta
milliónir eskjur samlaðar saman til
Christmas Child, úr eini átta ymiskum
londum. Tey 25 árini, sum Christmas
Child hevur verið, eru 124 milliónir
eskjur sendar til 158 ymisk lond.
Tað er neyðhjálparfelagsskapurin
Samaritan’s Purse, ið stendur aftan
fyri tiltakið.
– Í ár hava vit fingið boð um, at
nógvar eskjur verða sendar til flótta
fólkini her í Evropa. Tað er vanligt,
at felagsskapurin sendur gávur til
neyðstadd øki, sum til dømis eftir
flóðalduna á Filipsoyggjunum. Tað er
ójavnt, hvørji lond fáa, men gávurnar
vera býttar eftir tørvi, sigur Miriam
Rasmussen.
5499 rumensk børn fáa
jólagávu úr Føroyum
13. árið á rað hava føroyingar sent jólagávur sum partur av tiltakinum
Christmas Child. Aftur í ár fara føroysku gávurnar til Rumenia
vHetta eru ársins gávur í Pakkhúsinum