mánadagur 2. november 2015síða 44
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 45 • 2. NOVEMBER 2015
12
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Jógvan Kruse
STÓLURIN
Í STÓLINUM HESA VIKUA
LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ
TRIMUM ORÐUM:
Eg eri eg, hvørki meir ella minni.
HVAT MERKI ER BILUR TÍN?
Ein eldri Mazda 6 og ein nýggja Kia
Ceed, sum eg koyri við hvørt.
HVAT MERKI ER TELEFON TÍN?
Apple, iPhone 6
HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR
FRÍTÍÐARUPPLIVING?
Familju bilferian gjøgnum Evropa við konuni
og børnunum í ein heilan mánað er besta
summarfrítíðarupplivingin saman við allari
familjuni. Men at sleppa at byrja summar
feriuna í 2000 við gávuni at gerast pápi fyri
fystu ferð, er besta summarferian nakrantíð.
HVAT ORÐ ELLA HVØNN
SETNING NÝTIR TÚ OFTAST?
Hallo, tað er Jógvan, verður nógv
brúkt, men børnini halda meg
siga ógvuliga ofta, bíða líka.
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM?
Kvinnan er ein heild, men eyguni og
smílið lýsa veruliga hvør kvinnan er.
HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG?
Tá tað gongur familjuni, teimum rundan um
meg, vinum og kenningum, starvsfelagum,
mær sjálvum, EB, EB-Streymi og Manchester
United væl. Humor í breiðum týdningi ger
meg somuleiðis í góðum lag hvønn dag.
HVAT STRESSAR TEG?
Ógvuliga lítið, men brotnar avtalur,
ábyrgd sum ikki verður tikin og drál
hava lindi til at stressa meg.
HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR?
Stoktur glaseraður havhestur við nýbakaðum
drýli og nýupptiknum eplum er toppurin
av øllum tí góða føroyska matinum.
HVAT GLEÐIR TEG?
Millum annað allar tær smáu góðu løturnar
í degnum so sum eitt smíl, gleða meg.
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKST UPPFYLT?
At í dag er aftur ein góður dagur.
HVAR ARBEIÐIR TÚ?
Eg arbeiði hjá Sunda kommunu.
HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA
INNAN JÚST HESA
VINNU ELLA ØKI?
Áhugin hevur altíð verið fyri kommunal
politikki, serlia í Sunda kommunu, her eg í
dag búgvi og eri uppvaksin. Tá møguleikin
var, at sleppa at virka sum eitt leiðandi
starvsfólk í umsitingini við ávirkan á
kommunalpolitikk í Sunda kommunu,
fór eg sjálvandi eftir møguleikanum.
HVØR ER STUTTLIGASTA
UPPLIVING TÍN Í STARVINUM?
Tað man helst vera, tá eg mitt í einari
langari telefonsamrøðu fór ørindi við
kommunubilinum norður á handilsøkið
við Norðskála at keypa, og av misgáum
kom aftur á kommunuskrivstovuna við
einum bili sum eingin kendi. Tíbetur var
eigarin av bilinum ikki farin av stað við
kommunubilinum, tá eg eina løtu seinni kom
aftur á handilsøkið við »stolna« bilinum.
HVØRJUM TÓNLEIKI
LURTAR TÚ EFTIR?
Mær dámar ymsan tónleik og tað kann
gott vera eitt sindur av futti í. Í løtuni
lurti eg nógv eftir bróðir, Marna Kruse.
HVAT ER BESTA UPP
FINNINGIN OG HVÍ?
Tað eru óteljandi grundleggjandi up
pfinningar sum vit í dag byggja víðari
á, men í »nýggjari tíð« er alnótin besta
uppfinning. Her eru óendaligir møguleikar
inna samskiftið, vitan og deiling, heilsu,
arbeiðið, handil, undirhald, stýringar,
goymslu, upplivingar ....... og enn hava
vit bert sæð byrjanina. Tó er vandi í allari
vælferð. Tí hóast vit vanligu bert hava
liva við alnótini í smá 20 ár, eru fleiri
okkara longu alt ov bundin at henni.
HVAT ER BESTA ÍLØGAN,
TÚ HEVUR GJØRT?
Familjan.
HVAT ER TÍTT BESTA
HEIMARÁÐ?
Brúka vit og skil.
HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?
Vit hava ein deiligan Border
Collie, sum eitur Ponyo.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VAST EINA MILLIÓN?
Goldið skuld og ferðast.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VAST TÍGGJU MILLIÓNIR?
Goldið alla skuld, slakkað av og ferð
ast nógv. Onkur íløga hevði eisini
verði gjørd og onkur hjálp veitt.
HVAT ER BEST VIÐ
FØROYUM OG HVÍ?
Familjan, mentanin, maturin, náttúran,
tryggleikin, frælsi, felagsskapurin, blíð
skapurin, samanhaldið.... Fyri meg er heildar
upplivingin av at liva í Føroyum optimal.
HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR?
10 ár er laaangt inni í framtíðini. Við
allari sínari tøkni, vitan og ástøði hava
veðurfrøðingar trupult við at spáa um
veðrið komandi vikuna. Eg havi nógv goð
boð upp á, hvar eg eri um 10 ár, men eg
veit, at eg fái skeivt í tí mesta. Tað er tað
góða við at hava loyvi at droyma. Men fyrsti
dagurin til »hvar er eri um 10 ár« er í dag.
Eg eri eg, hvørki meir ella minni
Ógvuliga
lítið stressar
meg