mánadagur 2. november 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 45 • 2. NOVEMBER 2015
14
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Norðoyggjar
Vilmund Jacobsen
T
að eru seks oyggjar, sum hoyra
til Norðoyggjar. Hesar eru Fugl
oy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy
og Kalsoy.
Viðoy, Borðoy og Kunoy eru bund-
nar saman av byrgingum, og Fugloy,
Svínoy og Kalsoy røkkast við báti ella
tyrlu.
Landslagið í Norðoyggjum er ser
merkt við høgum og brøttum fjøllum,
og eru sjey av teimum tíggju tind
unum í Føroyum, ið eru hægri enn 800
metrar, at finna í Norðoyggjum.
Her eru størri og smærri bygdir,
firðir, sund, dalar og áir.
Tað er óneyðugt at siga, at mið
depilin í Norðoyggjum er Klaksvík, ið
kann sigast at vera ein fiskivinnubýur
burtur-av.
Men, í Klaksvík er annað enn fiskur.
Klaksvík og Norðoyggjar annars
hava eisini nógv at bjóða teimum
ferðandi, tá ræður um søgu, mentan,
vinnulív og vakurt umhvørvi.
Her finst eitt ríkt tónleikalív, eins
og fleiri listafólk innan málingalist eru
at finna her - ella hava røtur hiðani.
Gistingarmøguleikarnir eru eisini
góðir í Norðoyggjum.
Í Klaksvík er hotel, íbúðir, vallara
heim, og kring um í Norðoyggjum eru
eisini summarhús, bed & brekfast og
bygdahús, sum kunnu leigast.
Høvi er eisini til tjalding og hús
vognar ymsastaðni í økinum.
Í Norðoyggjum finnast nógvar
vakrar og áhugaverdar kirkjur og
søguligir bygningar.
Ikki minst kunnu vit nevna stór
fingnu Christianskirkjuna í Klaksvík,
gamla einahandilin við fornminna
savninum og Leikalund, eins og
prestagarðurin Ónagerði á Viðareiði,
har hin tiltikna Beinta, ið gav íblástur
til skaldsøguna Barbara - einaferð
búði.
Vikublaðið hevur vitjað í Norð
oyggjum, og í hesum blaðnum hava vit
serliga vent okkum til borgarstjórarnar
í økinum.
Sjey av teimum tíggju hægstu tindunum í Føroyum eru at finna í Norðoyggjum, og
økið er merkt av størri og smærri bygdum, firðum, sundum, dølum og áum
Norðoyggjar á breddan