Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-02, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2015síða 48

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 45 • 2. november 2015 16 Ókeypis lýsingarblað TEMA Norðoyggjar Vilmund Jacobsen Magni Garðalíð er borgarstjóri í Húsar komm­unu, sum eisini fevnir um bygd­ ina Syðradal. Skrásett at búgva á Húsum eru 42 fólk, og seks búgva á Syðradali. Tað, sum er eitt sindur løgið við Hús­ar kommunu er, at her er lítið av eldri fólki, og tað er líka sum, at eitt ætt­arlið av fólki – nevniliga tey eldru og gomluheru burtur. Hesi eru ivaleyst flutt av oynni í sín­ari tíð. – Kona mín, Annebeth, sum er 53 ára gomul, er elsta kvinna á Húsum, og miðalaldurin í bygdini er bert 30 ár. Borgarstjórin sigur, at bert eitt fólk er yvir 60 ár, og eingin á Húsum er 67 ár ella eldri. Hóast Húsar kommuna er rættiliga fá­ment, hevur kommunan onga skuld, men eigur nøkur oyru á bók. – Vit ásanna tó, at fíggjarorkan er lítil, og tað er ikki nógv, sum kann ger­ ast fyri tað, sum kemur inn í skatti, sig­ur borgarstjórin. Helst samanlegging Magni Garðalíð er ikki negativur, tá spurt verður um møguleikarnar fyri sam­anlegging við Klaksvíkar komm­ unu. – Vit eru í skilagóðum samskifti við Klaksvíkar kommunu um hesi við­ ur­skifti, og persónliga trúgvi eg, at tað gongur ikki long tíð, fyrr enn sam­an­ legg­ing er veruleiki. Hinar báðar bygdirnar á Kalsoynni, Trølla­nes og Mikladalur, eru longu part­ur av Klaksvíkar kommunu. – Við opinleika millum partarnar, trúgvi eg, at fólkið á Húsum og á Syðra­dali hevði tikið undir við sam­an­ legging. Borgarstjórin vísir á, at Klaksvíkar komm­una hevur eina vælvirkandi tekn­iska deild, og kommunan eigur eis­ini maskinur, ið partvís kundu verið brúkt­ar í Húsa kommunu til ymiskt fyri­fallandi, ið liggur á láni. Ymiskt virksemi Magni Garðalíð og konan, Annebeth, hava ídn­að­ar­køk í húsum sínum á Hús­um, og tey hava eisini útvegað sær ein flyt­baran ídnaðarkøk, sum báð­ir hava hvør sína heilsufrøðiliga góð­kenn­ing. – Vit hava fyritøkuna Viljin Cate­ ring, og vit bjóða okkum fram bæði her í Kalsoynni og inni á fastlandinum at gera mat til ymisk tiltøk. Hann vísir á, at um summarið vitja fitt av ferðafólki í Kalsoynni, og talið av ferðafólki er nógv vaksið, síðan stand­myndin av kópakonuni varð reist í Mikla­dali. – Tað er soleiðis, at vit gera mat til til­tøk – um eg kann siga úr vøggu í grøv, sum Magni tekur til. Tað merkir, at er jarðarferð og ervi í oynni – ella talan er um mat til dóps­veitslu ella aðra veitslu – er Viljin Cater­ing altíð til reiðar. – Flytbari vognurin við ídnaðarkøki gev­ur okkum eisini møguleikar at fara av oynni, um tað skal verða, at gera mat til tiltøk, sigur Magni Garðalíð, borg­ar­stjóri í Húsar kommunu. Hóast Húsar kommuna er rættiliga fáment, hevur kommunan onga skuld, men eigur nøkur oyru á bók. – Vit ásanna tó, at fíggjarorkan er lítil, og tað er ikki nógv, sum kann gerast fyri tað, sum kemur inn í skatti, sigur borgarstjórin í kommununi, Magni Garðalíð, sum saman við konu síni hava fyritøkuna Viljin Catering Lágur miðalaldur í Húsar kommunu – Vit gera mat til tiltøk - um eg kann siga – úr vøggu í grøv. Er tað jarðarferð og ervi, ella tað er dópsveitsla, eru vit til dystin fús, sigur Magni Garðalíð, borgarstjóri