Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-02, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2015síða 50

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 45 • 2. november 2015 18 Ókeypis lýsingarblað TEMA Norðoyggjar Vilmund Jacobsen Katrin Næs, sum er ættað úr Havn og gift til Hvannasunds, er borgarstjóri í Hvanna­sunds kommunu. Kommunan fevnir um fimm lut­ fals­liga smáar bygdir, Hvannasund, Norð­depil, Depil, Norðtoftir og Múla. Katrin er hálvtíðarløntur borg­ar­ stjóri og undirvísir annars nakrar tímar um vikuna í føroyskum í skúlanum á Kambs­dali. Nógv virksemi Umleið 400 fólk búgva í Hvannasunds komm­unu, harav Hvannasund er nak­ að størri í fólkatali enn Norðdepli. Á Norðtoftum, har Bakkafrost hev­ ur stóra smoltstøð, býr ein familja, men í Múla er einki fastbúgvandi fólk. Í Múla eru tó summarhús, og av og á býr fólk í hesum húsum. Umframt at hava smoltstøð á Norðtoftum, hevur Bakkafrost eis­ ini sjógvaling bæði norðanfyri og sunnanfyri byrgingina um Hvanna­ sund, sum knýtir bygdirnar saman. – Her er nógv virksemi í komm­un­ uni, tó at fiskavirkið, sum í nógv ár hev­ur verið í Norðdepli, er latið aftur. Í sín­ari tíð var nógvur útróður í økinum, og nógv lív var í egningarskúrunum. Fólk­ið livir ikki av útróðri og egning long­ur, tó at onkur einstakur er eftir í hesi vinnu. Katrin Næs vísir á, at við tað, at nógv smolt-og alivirksemi er í økinum, gev­ur hetta eisini kommununi nakrar inn­tøkur, bæði við partafelags-og løn­ ar­skatti. – Vit hava eisini nøkur sjófólk, sum sigla við føroyskum og út­lendsk­um skipum, og fólk búgva í komm­un­uni, sum arbeiða innan eitt nú barna­ garðs-, eldra-og skúlaøkið. Eins og aðrar kommunur í Norð­ oyggj­um, er Hvannasunds kommuna eis­ini partur av eldrasamstarvinum í øk­in­um og skúlabørnini, sum ganga í barnaskúla á Fossanesi, halda fram í Skúlatrøðni í Klaksvík, tá tann tíðin kem­ur. – Tað er longu nógv ár síðan, at vit her í økinum løgdu smáu barna­ skúl­arnar í Hvannasundi og Norðdepli sam­an við byggingini av skúlanum á Fossa­nesi. Borgarstjórin sigur, at talið av skúla­næmingum í framhaldsdeildini, sum koyra av Viðareiði og úr Hvanna­ sunds kommunu til Skúlatrøðna í Klaks­vík liggur um 56. Stórur dagstovnur Barnahúsið Imba er dagstovnurin í Hvanna­sunds kommunu, sum liggur beint heimanfyri skúlan á Fossanesi. Við tað, at dagstovnurin liggur so tætt uppat skúlanum, eru øll børn – heilt úr vøggustovu og upp í 7. flokk – savnaði um somu leiðir. – Umframt at vera ein stovnur til vøggustovu- og barnagarðsbørn, kunnu børn í 1.-3. flokki eisini ganga her í frítíðarskúla. Katrin Næs vísir á, at upprunin til navnið Imba er ein megnarkvinna, sum búði í Múla um ár 1600. Nøvnini Imbja­mørk í Múla og Imbjarók kring Borð­oynna, eisini hava sín uppruna í somu kvinnu. Katrin Næs sigur, at Barnahúsið Imba er líka sum í fýra eindum, har tann eina eindin ikki verður brúkt av stovn­inum. – Nú í eina tíð hava hesi høli ver­ ið brúkt til ungdómsvirksemi eini tvey kvøld um vikuna, har foreldur sjálv­ boð­in hava skipað fyri. Ætlanin er nú at byggja hetta tilboðið út, soleiðis at fólk, sum eru seksti ár og eldri, eis­ini kunnu hittast í somu hølum eina­ferð um vikuna til ymisk ítrív, eitt nú kort­ spøl, binding og prát. Borgarstjórin sigur, at tey í komm­ un­uni gjarna vilja kveikja undir trivn­ að­in í økinum. – Hetta er alt sjálvboðið arbeiði, har kommunan leggur hølini til og let­ur kaffi og okkurt slíkt. Ymisk arbeiði Katrin Næs sigur, at inntøkurnar hjá Hvanna­sunds kommunu hava verið rími­liga góðar higartil í ár og liggja nak­að omanfyri mettu inntøkurnar í fíggj­arætlanini. – Nú maskinur eru í økinum í sam­ band við tunnilsbygging, hava vit eisini valt at breiðka onkrar vegastubbar. Betr­ingar verða eisini gjørdar á ferju­ leg­una hjá Rituni, eins og bøtt verður um atløgubryggjuna norðanfyri byrg­ ing­ina í Hvannasundi, haðani eitt nú ali­bátar og hummarabátar arbeiða. Tað er nevniliga soleiðis, at Hvanna­sunds kommuna og Viðareiðis komm­una hava eitt samstarv um havna­løg, tí eingin havn er á Viðareiði. – Her er tað soleiðis, at být­is­part­ urin er 3/5 til okkara kommunu og 2/5 til Viðareiðis kommunu, leggur borg­ ar­stjórin, Katrin Næs aftrat. Gongur væl í Hvannasundi og Norðdepli – Inntøkurnar hjá Hvannasunds kommunu hava verið rímiliga góðar higartil í ár og liggja nakað omanfyri mettu inntøkurnar í fíggjarætlanini, sigur borgarstjórin, Katrin Næs – Her er nógv virksemi í kommununi, tó at fiskavirkið, sum í nógv ár hevur verið í Norðdepli, er latið aftur, sigur Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu Hvannasunds kommuna og Viðareiðis kommuna hava eitt samstarv um havnaløg Mynd: Vilmund Jacobsen