mánadagur 2. november 2015síða 52
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 45 • 2. november 2015
20
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Norðoyggjar
Tað hendir nógv á Viðareiði
Í løtuni fær Viðareiði eina lund við Spónhyl, og bygdin fær eisini eina minnislund.
– Vit bíða ógvuliga spent eftir tunnlinum, sigur borgarstjórin, Hans Jákup Kallsberg
Vilmund Jacobsen
Í
Viðareiðis kommunu búgva út við
350 fólk. Av hesum eru 109 fólk
millum 0 og 18 ár – og 40 fólk eru
67 ár og eldri.
Borgarstjóri í kommununi er Hans
Jákup Kallsberg, og hann er eftir
hondini royndur í leikum í kommunal
politikki.
– Við árslok í fjør var skuldin hjá
kommununi 0,67% av eini álíkning,
og hóast vit bæði hava lækkað skatta
prosentið við 0,5 prosentum og hava
hækkað barnafrádráttin er skatturin
higartil í ár kortini væl hægri enn
somu tíð í fjør.
Borgarstjórin sigur, at Viðareiði
eigur nakað av siglandi fólki, og menn
eru eitt nú við nótabátum, partrolar
um og trolbátum, umframt at nakrir
eru útisiglarar.
– Vit hava eisini fólk, sum arbeiða
innan barnagarðs-, røktar-og lærara
økið, og fólk eru í privatari vinnu. Á
smoltstøðini Inni í Dølum arbeiða eis
ini nakrir mans.
Skúlabørnini ganga í Viðareiðis
skúla til og við 7. flokk, og síðan hev
ur Viðareiðis kommuna samstarv við
Klaksvíkar kommunu um framhalds
skúlan á Skúlatrøð, har næmingar
ganga í 8., 9. og 10. flokki.
Á Viðareiði er eingin dagstovnur,
men í staðin hevur kommunan eina
góða dagrøktarskipan við nøkrum
dagrøktarmammum, sum eisini hava
atgongd til Summardáan, ið er spæli
stovan hjá dagrøktini.
– Sjálvandi ynskja vit, at ein dag
stovnur kemur á Viðareiði, men vit
meta ikki, at fíggjarligt rásarúm er til
eina slíka íløgu í løtuni.
Hans Jákup Kallsberg sigur, at á
eldraøkinum er Viðareiðis kommuna
partur av eldrasamstarvinum í Norð
oyggjum, og hann heldur, at hetta
samstarv – sum enn er so nýtt – hig
artil hevur riggað væl.
Stórur skúli
Skúlin á Viðareiði er bæði stórur og
rúmligur, og her hevur kommunan
gjørt eina aulu – ella eina miðhøll –
har ymisk tiltøk kunnu havast.
– Í skúlanum savnast fólk í vetrar
hálvuni, og her er høvi til prát og ym
isk spøl, eins og skipað hevur verið fyri
onkrum fyrilestrarkvøldi. Hetta hevur
eisini verið eitt gott høvi hjá tilflytar
um at læra hvønn annan og bygdar
fólkið at kenna.
Borgarstjórin vísir á, at alt hetta
er sjálvboðið arbeiði, sum kommunan
stuðlar við hølum og kaffi.
– Gamli skúlini í bygdini, sum hevur
tvær skúlastovur, verður ikki brúktur í
løtuni, men her hava vit so okkara al
mennu wc, sum eru í bygdini.
Eins og í flestu smærru kommun
um, hevur lítil sethúsabygging verið á
Viðareiði seinnu árini, men ein familja
flutti tó í nýggj hús til jólar fyri einum
ári síðan.
– Meginparturin av jørðini á Viðar
eiði er landsjørð. Vit hava eina byggi
samtykt, og vanligt er, at fólk, sum
ætla sær at byggja, søkja kommununa
um grundstykki, og síðan vendir
kommunan sær til Búnaðarstovuna.
Lund og
minnislund
Í løtuni er nógvur grevstur á Viðareiði,
og her verður grivið fyri eini lund við
Spónhyl. Tað er ein áhugabólkur, ið
varð stovnaður fyrr í ár, sum stendur
aftanfyri hesa verktælan.
– Kommunan hevur ein sáttmála
við Búnaðarstovuna, sum fevnir um
leigu av hesum øki í 30 ár við møgu
leika fyri leingjan. Tað vóru fimm fest
arar, ið sótu á hesi jørðini, sum tó ikki
er serliga vælegnað til landbúnað, tí
her er so vátt.
Hans Jákup Kallsberg vísir á, at
tað er byggifelagið Articon, ið annars
byggir Viðareiðistunnilin, sum tekur
sær av grevstrinum við Spónhyl.
– Tilboðið er upp á 2,7 miljónir
krónur fyri lundina, men her er nógv,
sum sjálvboðin kunnu gera, soleiðis at
verkætlanin í krónum er trimmað nið
ur á umleið 1,5 miljónir krónur. Ætl
andi verður lundin við Spónhyl liðug
seinni í heyst.
Borgarstjórin sigur, at her verða
tríggir hyljar, og her verða heyggjar,
sum skulu bróta vind, eins og trø
verða plantað í lundini.
– Hetta verður í fyrst lagi eitt frí
økið, og ætlanin er eisini, at her skulu
verða gøtur og torg. Í aðrar mátar
verður tað bara hugflogið, ið setir
mørkini fyri, hvat her kann fáast burt
ur úr, sum tíðin gongur, leggur Hans
Jákup aftrat.
Í løtuni verður eisini arbeitt við eini
minnislund á Viðareiði. Tað er Dánj
al Lydersen, sum hevur savnað all
ar skaðatilburðir, ið hava rakt fólk í
kommununi, sum er upphavsmaðurin
aftanfyri minnislundina.
– Ístaðin fyri at hesi nøvn liggja í
eini skuffu, verða plátur við nøvnum
og stuttari frágreiðing um skaðatil
burðir settar upp í minnislundini, sigur
hann og vísir á, at tað er Viðareiðis
kommuna, ið stendur aftanfyri hesa
verkætlan.
Tunnilin kærkomin
Borgarstjórin í Viðareiðis kommunu
sigur, at viðoyingar gleða seg nógv til
Viðareiðistunnilin verður liðugur og
tikin í nýtslu.
– Tað gekk rættiliga væl at bora
tunnilin ígjøgnum, og ætlandi verður
hann liðugur longu á vári næst ár.
Hann væntar tó ikki, at Viðareið
istunnilin fer at merkja, at fleiri fólk
fara at flyta til Viðareiðis í fyrstu syfti,
tí framvegis eru tunlarnir Norður um
Fjall ein rættiligur fløskuhálsur.
– Tað verður ikki, fyrr enn tunlarnir
Norður um Fjall eru boraðir av nýggjum
ella víðkaðir, at full nytta fæst burtur
úr nýggja Viðareiðistunlinum, sigur
Hans Jákup Kallsberg, borgarstjór.
Hetta er spælistovan – Summardáin – sum
dagrøktin á Viðareiði brúkar
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vikublaðið hevur hitt borgarstjóran í Viðareiðis kommunu, Hans Jákup Kallsberg
Mynd: Vilmund Jacobsen
Í løtuni er nógvur grevstur á Viðareiði, og her
verður grivið fyri eini lund við Spónhyl
Mynd: Vilmund Jacobsen