mánadagur 2. november 2015síða 54
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 45 • 2. NOVEMBER 2015
22
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Norðoyggjar
Vilmund Jacobsen
V
ið 30 íbúðum kring nýggja
Biskupstorg í Klaksvík vilja vit
geva eitt munagott íkast til
framskygdu ætlanina fyri miðbýin,
sum Klaksvíkar kommuna hevur
stungið út í kortið.
Soleiðis siga Bústaðir um verkætl
anina, sum nú er í gongd á stóra pla
neraða økinum inni á vánni í Klaksvík.
Lagt verður aftrat, at íbúðirnar
kring Biskupstorg, sum byggingin
verður rópt, fara at skapa eitt sam
spæl við tað nýggja miðbýarøkið.
– Tá lunnar eru lagdir undir ein
livandi og fjølbroyttan bý, verður
hetta íbúgvum og vitjandi til gagns,
sigur stovnurin.
Ymiskar leiguíbúðir
Bústaðir vísa á, at íbúðirnar eru tekn
aðar við støði í nýggju miðbýarætl
anini í Klaksvík.
– Umframt at hava ymiskar al
mennar funktiónir í veghædd kring
Biskupstorg, hava vit lagt dent á at
hava eitt fjøltáttað úrval av leiguíbúð
um í ovaru hæddunum.
Bústaðir vísa á, at allar íbúðirnar
eitt nú fara at hava rúmliga og nýtiliga
terassu við góðum sólargangi, lætta
atgongd fyri øll við innandura trappu
og lyftu, alrúm við vindeygum á báð
um útsíðum, so ljósviðurskiftini eru
góð, nútímans baðirúm við plássi til
vaski- og turkimaskinu, stór kømur
og arbeiðsrúm, eitt í hvørjari íbúð
við beinleiðis útgongd til terassu,
privatan goymslukliva til súkklu og
barnavogn í veghædd – og gott útsýni
yvir Biskupstorg, vánna, býin sum
heild og náttúruna kring býin.
Lagt verður aftrat, at samstundis
verður hugsað um, at tað ikki sæst
ov væl inn av torginum, so eitt ávíst
privatlív verður tryggjað.
– Tann góði bústaðurin er ikki ein
ans góður innanveggja. Hann skal
virka hond í hond við umhvørvið, bý
lingin og býin, hann er partur av. Vit
hava lagt okkum eftir, at hesir nýggju
bústaðir koma at lúka øll nútímans
krøv, siga Bústaðir um byggingina,
sum nú er í gongd í Klaksvík
Spennandi verkætlan
Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu,
Jógvan Skorheim, heldur, at fólk í
Klaksvík eru ógvuliga spent upp á
hesa verkætlan, sum Biskupstorg er.
– Vit hava nógvar spennandi verk
ætlanir fyri miðbýin, sum standa í
fullum blóma. Miðbýurin er so sen
tralur fyri okkum, og hetta er nakað,
sum allir borgarar síggja og kunnu
fylgja við í.
Borgarstjórin vísir á, at umframt
hesar 30 leiguíbúðirnar, verða umleið
900 fermetrar í veghæddini bygdar til
handilshøli.
– Saman við teimum umleið 80-90
fólkunum, ið fara at búleikast her, fer
Biskupstorg at skapa eitt sprelllivandi
umhvørvi.
Jógvan Skorheim sigur, at tað var
ein treyt hjá Klaksvíkar kommunu,
at eitt handilslív eisini verður skapt
á økinum, nú íbúðarbygging verður
framd.
– Eg eri ógvuliga fegin um, at tað,
sum tosað hevur verið um her í Klaks
vík í eini 30 ár, nú byrjar at koma.
Restin av miðbýnum er ein longri
tilgongd, men nú er so skjøtil settur
á, og eg haldi, at vit øll fegnast um
hetta.
Borgarstjórin í Klaksvíkar komm
unu sigur, at allur miðbýurin í Klaksvík
og ivaleyst onnur øki við verður hit
aður við alternativari orku - í hesum
førinum við sjóhita.
– Jú, hetta er ein spennandi tíð,
sum vit nú ganga á møti, og tað verð
ur áhugavert at fylgja byggingini og
tilgongdini í miðbýnum, sigur Jógvan
Skorheim.
Klaksvíkin fær ein
sprellivandi miðbý
– Miðbýurin er so sentralur fyri okkum, og byggingin av Biskupstorgi er nakað, sum allir
borgarar síggja og kunnu fylgja við í. Umframt 30 leiguíbúðir, verða eisini umleið 900
fermetrar til handilshøli, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu
Myndin er av parti av
Biskupstorgi, og tað eru
Bústaðir, sum eiga myndina
– Hetta er ein spennandi tíð, sum vit nú ganga á møti,
og tað verður áhugavert at fylgja byggingini og
tilgongdini í miðbýnum, sigur Jógvan Skorheim