Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-02, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2015síða 56

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 45 • 2. NOVEMBER 2015 24 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Norðoyggjar Vilmund Jacobsen T að eru fimm fólk í bygdaráðnum í Kunoyar kommunu, sum um­ framt bygdina Kunoy á vestur­ síð­uni, eisini fevnir um Haraldsund á eyst­ur­síðuni. Í kommununi búgva umleið 140 fólk, eini 10 fleiri í Kunoy enn í Harald­ sundi. Síðan í fjør er fólkatalið vaksið við umleið 15 fólkum - úr 125 upp í umleið 140, men í 2010 búðu umleið 150 fólk í kommununi. So, tað gongur eitt sindur aftur og fram við fólkatalinum í Kunoyar komm­unu. Báðar bygdirnar hava eitt nú skúla, bygdahús, spælipláss og sparki­vøll. Tunnil knýtir bygdirnar sam­an, og byrging bindir Kunoy sam­an við Borð­ oynni og soleiðis við meginøkinum í Føroyum. Gott samstarv Borgarstjóri í Kunoyar kommunu er Meiken Sólheyg Michaelsen. Hetta er hennara næsta skeið í bygdaráðnum, men fyrsta skeiðið sum borgarstjóri. – Eg haldi, at samstarvið millum bygdirnar í kommununi er ótrúliga gott, og tað fegnist eg um. Tað var eitt av okkara málum, tá vit løgdu til brots, at tvinna bygdirnar meira sam­ an. Hon vísir á, at bygdirnar annars eru ymiskar og liggja ymiskt til sjógvin. – Vit kunnu siga, at her í Kunoy er meira bakki og náttúra, meðan Harald­sund liggur meira til sjógvin og hevur bátahyl. Meiken vísir á, at báðar bygdirnar hava felagshús og bygdafelag. Í Kun­ oy er bygdafelagið Vesturskin - og í Haraldsundi Ljósið. Tvey vælvald nøvn, kunnu vit siga. Ljósið kemur upp í eystri og eitt vakurt kvøld hava vit vesturskin í vestri. – Í bygdahúsunum eru ymisk tiltøk, og feløgini hava eisini arbeitt saman í einum samstarvsbólki um felags til­ tøk, eitt nú felags morgunmat, rudd­ ingar­dag og seyðasýning. Borgarstjórin heldur tað vera um­ ráðandi, at kunoyingar føla seg heima í báðum bygdunum í kommununi. Hon sigur, at roynt verður at bera so í bandi, at góðir fasilitetir eru í báð­ um bygdunum, og soleiðis hava bæði Kunoy og Haraldsund sparkivøll og spælipláss. – Kommunan er lítil, men nýggj set­hús verða bygd av og á. Vit hava tøk grundstykki í báðum bygdunum, harav nøkur eru byggiklár. Vit hava eisini nøkur seld grundstykki í Kunoy og nøkur færri í Haraldsundi, men óvist er í løtuni, hvussu mong av hes­ um verða bygd. Hon leggur aftrat, at Kunoyar komm­una – hóast fáment – er væl fyri fíggjarliga. Kommunan hevur eingi lán og eigur nøkur oyru á bók. – Vit eru liðug við kloakkskipanina í Haraldsundi, men enn vantar nakað í Kunoy, leggur hon aftrat. Tveir skúlar Barnaskúlar eru bæði í Kunoy og Haraldsundi, og høvi er hjá næmingum at ganga í 1. og upp í 7. flokk í báðum bygdunum. Kunoyar kommuna hevur sera gott samstarv um framhaldsskúla við Klaksvíkar kommunu og samanlagda skúlan á Skúlatrøð. – Skúlabørnini í barnaskúlanum í Kunoy ganga tríggjar dagar um vik­ una í skúla í Kunoy og tveir dagar í Klaks­vík. Byrjað varð við einum degi í Klaksvík, men hetta varð hildið at vera ov lítið. Tí varð skipanin víðkað til tríggjar dagar í Kunoy og tveir dagar í Klaksvík, og eg haldi, at bæði børn og foreldur eru fegin um hesa skipan. Meiken sigur, at børnini í Kunoy dáma væl í bygdaskúlanum, og teim­ um dámar eisini væl í skúlanum í Klaks­vík. – Í Haraldsundi hava tey valt ikki at brúka hesa skipan, men at børnini burtur av ganga í skúla í bygdini. Tað er eisini í fínasta lagi, at tey velja henda leistin. Borgarstjórin vísir á, at tað líka sum hevur ligið hjá foreldrum og lær­ arum at avgera, hvussu tey vilja skipa hesi viðurskifti. – Tað, sum í fyrsta lagi ræður um, er, at foreldur, næmingar og lærarar eru nøgd við ta skipan sum er, og tað eru tey í Kunoy og Haraldsundi eisini. Í Kunoy eru fá arbeiðspláss, og tá flestu arbeiða í Klaksvík og aðrastaðni, er nærliggjandi at taka børnini við, sum antin fara á stovn ella í skúla í Klaksvík. Kommunan hev­ur eisini skúlabuss teir dagar, tá skúlabørn í Kunoy eru í skúla í Klaks­ vík. Umframt at hava eitt gott sam­ starv við Klaksvíkar kommunu um barna­skúla, frítíðarskúla og á barna­ garðs­økinum, er Kunoyar kommuna eisini partur av eldrasamstarvinum í Norð­oyggjum. – Vit eru fegin um hetta samstarv, sum vit halda riggar óføra væl, leggur Meiken aftrat. Dagførd byrging Byrgingin, sum kom um Haraldsund í 1985 og gjørdi, at landafast bleiv millum Kunoynna og Borðoynna, var ein fyribilsloysn, sum seinni skuldi dag­førast. – Men, her er at kalla einki gjørt, og tryggleikin at ferðast eftir byrgingini á flóð og í hørðum høgættarstormi á vetrardegi er als ikki nøktandi. Tað er ikki so sjáldan, at fólk halda seg aftur – ella mugu passa sær løtur – at fara um byrgingina í ringum líkindum. Tað er skjótt, at onkur steinur, reki, tunna ella kanska fiskakassi kann koma sleingjandi upp um byrgingina og verða til ampa fyri ferðsluna. Lands­ verk eru skjótir at rudda, tá soleiðis er, men farleiðin er ikki nóg trygg hjá okkum, sum dagliga ferðast um byrg­ ingina. Maiken Sólheyg Michaelsen sigur, at tað, sum kunoyingar í fyrsta lagi ynskja, er eins dagførd farleið, soleiðis at fólk ikki seta lív og heilsu í váða við at koyra eftir byrgingini í ringum líkindum á vetrardegi. – Vit ynskja stutt og greitt eina tryggari farleið enn hana, vit hava í dag, sigur borgarstjórin í Kunoyar kommunu. – Vit ynskja okkum eina dagførda farleið, soleiðis at fólk ikki seta lív og heilsu í váða við at koyra eftir byrgingini í Haraldsundi í ringum líkindum á vetrardegi, sigur borgarstjórin í Kunoyar kommunu, Meiken Sólheyg Michaelsen Bygdir í góðum samljóði Í Kunoy er meira bakki og náttúra, meðan Haraldsund liggur meira til sjógvin og hevur bátahyl Mynd: Vilmund Jacobsen - Tað er umráðandi, at kunoyingar føla seg heima í báðum bygdunum í oynni, sigur Maiken Sólheyg Michaelsen, borgarstjóri Mynd: Vilmund Jacobsen