Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-02, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2015síða 58

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 45 • 2. NOVEMBER 2015 26 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Norðoyggjar Vilmund Jacobsen F ugloy hevur fingið navnið eft­ir tí nógva fuglinum, sum búleik­ ast á oynni. Oyggin er hin minsta av Norðoyggjum, stívliga 11 fer­kilo­ metrar stór. Landslagið er høgt, og smáir møguleikar eru til havnalag. Tí hava báðar bygdirnar á oynni, Hattar­ vík og Kirkja, sum báðar eru brimpláss, bara hvør sína lending. Á Kirkju roynist lendingin betri enn í Hattarvík, tá ringt er í sjónum. Hægsta fjall á oynni er Klubbin, sum er 621 metrar, og út fyri Eystfelli liggur Stapin, sum er 47 metrar høgur. Við ársbyrjan í 2014 vóru 38 fólk skrásett at búgva í kommununi. Í dag búgva eini 28 fólk á Kirkju - og umleið 14 í Hattarvík. Á Kirkju, sum altíð hevur verið hin størra bygdin, eru væl fleiri sethús enn í Hattarvík. Fara vit nógv ár aftur í tíðina, búðu í 1940-unum stívliga 200 fólk í Fugl­ oy, og í 1950 vóru 195 fólk skrásett at búgva í oynni. Tað er tað mesta av eini fjórð­ings­ øld síðan, at vegasamband gjørdist veruleiki millum bygdirnar, og teinurin millum Hattarvík og Kirkju - eftir vegnum - liggur um stívliga fimm kilometrar. Fugloyggin hevur havt elligaml­ ar skipanir við røkt og veiði í fugla­ bjørgum. Nú fólkatalið er so fáment, og lítið av yngri fólki er eftir í oynni, verða bjørgini ikki søkt sum áður. Eingin skúlanæmingur Amalia í Frammistovu er borgar­ stjóri í Fugloyar kommunu. Hini í bygda­ráðnum eru Elias Zachariassen og Jógvan Páll Poulsen. Hon sigur, at hetta er fyrsta skúla­ árið heilt síðan 1888, at eingin næm­ ingur er í skúlanum á Kirkju. – Yngsti sonur okkara var seinasti skúlanæmingur í oynni. Hann varð liðugur við 9. flokk í summar og er síðan byrjaður í skúla í Klaksvík, har hann býr á Skúlaheiminum. Hon heldur fyri, at enn er ikki so nógv útliðið, og væntandi kemur son­ urin út í oynna at halda vikuskiftis­frí, tá høvið býðst, og veður verður til tað. Í løtuni er einki barn undir skúlaaldur fastbúgvandi í oynni. Amalia sigur, at áðrenn tey fingu Rituna at røkja farleiðina millum Hvanna­sund, Svínoy og Fugloy, var besta skipið, tey frammanundan høvdu havt, Másin. – Vit vistu ikki um nakað betri, men í dag høvdu vit ikki viljað fingið eitt skip sum Másan aftur. Ritan er eitt fantastiska gott skip, tó at hon eftir­ hondini er eitt gamalt skip, smíðað á Tórshavnar Skipasmiðju í 1972. Hon sigur, at lendingin á Kirkju er størri og betri enn í Hattarvík, men tað skerst ikki burtur, at tað eru avlýsingar á vetrardegi - og onkuntíð upp í nógv­ ar fylgjandi dagar, tá ringast vil til. – Men, vit eru ógvuliga glað fyri Rituna, leggur hon dent á. Borgarstjórin sigur, at umframt ferðasambandið við Rituni, hava tey eisini tyrluna, sum flýgur tríggjar ferðir um vikuna út til Fugloyar um veturin og fýra ferðir um summarið. – Um veturin hava vit tyrluna sunnudag, mikudag og fríggjadag, og um summarið kemur so mánadagurin aftrat. Á Kirkju er góður tyrlupallur, og her er eisini bygt hóskandi bíðirúm. Siglandi menn Tá tú býrt á útoyggj, sum Fugloy er, er ikki nógv vinnuligt virksemi at taka sær fyri. Amaila, sum er borgarstjóri, hev­ur sjálv gistingarhús við ból og bita á Kirkju, og hon tekur sær eisini av tyrl­uni, tá hon kemur til bygdar. Hon og maðurin eiga fimm børn, tveir dreingir eru sjó­menn, ein er timburmaður, og tann yngsti, ið var seinasti skúla­næmingur í oynni, nú gongur í skúla í Klaksvík. Genturnar eru ávika­vist 33 og 23 ára gamlar. Amalia, sum sjálv er ættað av Kirkju, sigur, at umframt landbúnaðin, eig­ur Fugloyggin nøkur sjófólk og onk­ ur, sum hevur ættarbond og er skrá­ settur at búgva í Fugloyar kommunu, eru antin sjófólk ella arbeiða inni á fast­landinum. – Hetta er triðja setan hjá mær í bygdaráðnum, og hetta er mín fyrsta seta sum borgarstjóri í Fugl­oyar komm­unu, sigur Amalia í Frammi­ stovu. Áðrenn fugloyingar fingu Rituna at røkja farleiðina millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy, var besta skipið, tey frammanundan høvdu havt, Másin. - Vit vistu ikki um nakað betri, men í dag høvdu vit ikki viljað fingið eitt skip sum Másan aftur. Ritan er eitt fantastiska gott skip, sigur borgarstjórin í Fugloyar kommunu, Amalia í Frammistovu Seinasti næmingurin er farin úr skúlanum – Hetta er fyrsta skúlaárið heilt síðan 1888, at eingin næmingur er í skúlanum á Kirkju. Yngsti sonur okkara var seinasti skúlanæmingur í oynni, sigur borgarstjórin, Amalia í Frammistovu Í Hattarvík Kirkja