Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-02, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2015síða 62

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 45 • 2. NOVEMBER 2015 30 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Jon Fosse heiðraður fyri skaldsøgur 5 6 ára gamli Jon Fosse fekk í farnu viku bókmentaheiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum. Heið­ urs­lønin varð handað í Reykjavík, og føroyska Sólrun Michelsen var eisini í uppskoti til hesa heiðursløn fyri skald­søguna Hinumegin er mars. Jon Fosse er serliga kendur sum leikskald, men í ár varð hann tilnevndur til norðurlendsku heiðurslønina fyri eina skaldsøgutrírøð, sum hann hevur útgivið frá 2007 til 2014. Leikirnir hjá Jon Fosse eru kendir um allan heimin, og eftir Henrik Ibsen er hann kendasta norska leikskald, men Fosse fegnast um, at hann nú fær viðurkenning fyri sínar skaldsøgur. – Eg havi fingið fleiri heiðurslønir, men tær hava allar verið fyri leikrit ella mín skaldskap sum heild. Eg skrivi eisini prosa, og fyri meg er tað minst líka týdningarmikið sum drama. Í løtuni skrivi eg prosa, og tað ætli eg mær eisini at gera komandi tíðina. Hendan heiðurslønin kom til røttu tíð, segði Jon Fosse, tá ið hann tók ímóti heiðurslønini. Eisini á føroyskum Ein skaldsøga hjá Jon Fosse er týdd til føroyskt. Marna Jacobsen týddi bók­ ina Morgun og kvøld til føroyskt, og Sprotin gav út. Skaldsøgan er í tveimum pørtum: Ólavur er spentur, nú konan skal eiga, og hon føðir ein vælskaptan drong, sum verður nevndur Jóhannes. Ímill­ um fyrra og seinna partin gongur ein mans­aldur. Í seinna parti er tað ígjøgnum Jóhannes, vit síggja og hoyra alt. Vit eru saman við honum ein vanligan gerandisdag. Men alt er øðr­ v­ísi henda dagin. Frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi undrar Jóhannes seg á, hvussu fremmant alt er. Guvarnir eru øðrvísi, allir lutir eru fjarari og hava mist sítt vanliga evnistilfar. Alt er har og ikki. Bókin kann keypast umvegis heima­síðuna hjá Sprotanum ella í bóka­handlum. AIRWAVES Á SKRÁNNI Hesa vikuna er stóri festivalurin Airwaves í Reykjavík á skránni. Festivalurin verður hildin dagarnar frá 4. til 8. november, og ein lang røð av íslendskum og útlendskum tónleikarum luttaka. Ein drúgv skrá er at síggja á heimasíðuni hjá Airwaves. Konsertir verða hildnir á nógvum spælistøðum – størri og smærri – og tonleikastílurin er sera fjølbroyttur. Nógvir útlendingar leita sær til Reykjavíkar í sambandi við festivalin, og eisini úr Føroyum fara fólk. SABBATH AVLÝSIR ÚTGÁVU Enski rockbólkurin Black Sabbath kunngjørdi fyri einum ári síðani, at bólkurin var farin í studio fyri at taka nýggjar sangir upp. Nú sigur sangarin í bólkinum, Ozzy Osbourne, við eitt blað í New Or­ leans, at útgávan verður av ongum. Hann sigur enntá, at Black Sabbath í næstum gevst at spæla. Black Sabbath hevur tó fleiri konsertir á skránni – millum annað skulu teir spæla til Copenhell festivalin í Keypmannahavn næsta summar. ØSSUR Í KLAKSVÍK Hósdagin lat listaframsýning við verkum eftir Øssur Mohr upp á Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Framsýningin hongur uppi fram til 27. november. Fuglfirðingurin Øssur Mohr er búsitandi í Danmark, har hann er sera virkin sum listamaður. Nú ber so til at síggja nýggja verk hjá honum á framsýningini í Klaksvík. Norski rithøvundin, sum er best kendur fyri at skriva sjónleikir, hevur fingið norðurlendska heiðursløn fyri skaldsøgutrírøð Rockbólkurin Motley Crue varð stovn­ aður í Los Angeles í USA í 1981, og síðani hevur bólkurin selt meiri enn hundrað milliónir eintøk av sínum útgavum. Motley Crue hevur skapt rock­klassikarar sum Kickstart My Heart, Girls, Girls, Girls, Dr. Feelgood, Wild Side og Without You. Nú nærkast endanum hjá Mot­ley Crue sum live-bólki. Teir fýra tón­leik­ ararnir í bólkinum hava undir­skrivað avtalu um, at eftir ársskiftið spælir Motley Crue ikki aftur, og síðani í fjør­summar hava teir ferðast við The Final Tour – einari farvælkonsertferð kring heimin og serliga USA. Mánakvøldið byrjar europeiski part­urin av The Final Tour, og fyrsta kon­sertin verður í Newcastle í Ong­ landi. Síðani skal Motley eisini spæla í London, Stuttgart, Stockholm Hel­ sinki, Milano og aðrastaðni í Europa. Konsertferðin endar í Staples Centre í Los Angeles gamlaárskvøld. Við á konsertferðini er Alice Coop­ er, sum hitar upp til fram­førsl­ur­nar hjá Motley Crue. Motley Crue sigur komandi vikurnar farvæl við konsertum kring Europa Motley Crue sigur farvæl í Europa Amerikanski rockbólkurin byrjar mánakvøldið sína seinastu konsertferð í Europa Jon Fosse varð heiðraður fyri sín skaldskap