mánadagur 2. november 2015síða 64
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 45 • 2. NOVEMBER 2015
32
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
A
lt datt eitt sindur niður fyri, tá
Rás 2 flutti av sendinetinum
hjá Peturi Jacobsen, men nú
byrja vit aftur, sigur Petur Mohr, pro
gramleiðari á Rás 2.
Í fyrstu atløgu er talan um nakrar
fastar sendingar um dagin, men ætl
anin er, at byggja skránna meiri út so
við og við.
Petur Mohr Reinert sigur, at Rás 2
serliga leggur seg eftir at veita fólki
gott undirhald.
– Vit skulu gera útvarp, sum fólk
tímir at lurta eftir, og vónandi fáa vit
lurtaran meiri virknan í sendingunum,
sigur hann og tosar um at fáa fólk at
ringja inn og luttaka í kappingum av
ymiskum slag.
– Vit skulu tó framhaldandi bjóða
fólkinum føstu tíðindasendingarnar,
umframt at vit eisini halda á við at
varpa út frá ítróttarkappingunum um
vikuskiftið, sigur Petur Mohr Reinert.
Fleiri nýggjar sendingar standa á
skránni. Ein teirra eitur Prát og Plátur,
har ein samrøða verður við ein gest
um leyst og fast.
– Tað verður eitt prát við kend
ella áhugaverd fólk av onkrum slag.
Prátið kann snúgva seg um nógv og
ferðast víða, tað veldst alt um, hvør
gesturin er. Onkuntíð snýr prátið seg
um pláturnar beinleiðis, onkuntíð er
minni samband millum tey bæði. Tó
so, tað skal altíð vera eitt hugnaligt
prát, sigur Petur Mohr Reinert.
Ynskiløtan er eisini aftur á skrá,
hvønn dag frá 13 til 14.
– Sum nú er senda fólk ynski inn
umvegis sms-skipanina. Vit vóna tó,
at kunna útbyggja sendingina nakað,
so at fólk heldur senda heilsanir ella
siga eina søgu í samband við ynski,
heldur enn bara at nevna eitt lag.
Ætlanin er eisini, at hósdag ringja fólk
inn í studio, so fáa vit eitt lítið prát
við tey tá.
Tveir dagar um vikuna, mánadag
og týsdag, stenda lokalsendingar
á skránni seinnapartin. Klokkan 16
verður sent úr Runavík mánadag og úr
Klaksvík týsdag og sum vera man fara
hesar sendingarnar fyrst og fremst
at snúgva seg um tað, sum hendir í
teimum økjunum. Sendingarnar vera
sendar beinleiðis úr Runavík og Klaks
vík.
Týsmorgun er ein vinnusending á
skrá, har prátað verður við vinnulívs
fólk ella onnur, ið hava við vinnuna at
gera. Hendan sendingin verður allar
helst nógv merkt av, hvat fyriferst í
løtuni, greiðir Petur Mohr Reinert frá.
Mikudag og hósdag seinnapart
eru Eyðfinn Drewsen og Petur Mohr
Reinert vertir í eini beinleiðis sending
frá 15 til 17
– Tá verður tosað um alt møguligt.
Vit fáa gestir inn, spæla tónleik, hava
kappingar av ymiskum slag og hósdag
seta vit sjóneykuna á, hvat fer at
henda í vikuskiftinum, greiðir Petur
Mohr Reinert frá.
Fríggjamorgnar verður ein tón
leikadokumentarur, sum Petur Mohr
Reinert er vertur fyri. Í hesi sendingini
verður farið í dýbdina við einum bólki
ella einari útgávu.
Ein annar gamal kenningur á
skránni er firmakappingin, sum eisini
er umtalað aðra staðni á síðuni.
– Síðani tekur fótbóltspanelið hjá
Hera Simonsen og Trónduri Arge yvir
og um vikuskiftið verður frásøgn frá
ítrótti sum vanligt, umframt endur
sendingar frá fyrr í vikuni, sigur Petur
Mohr Reinert.
Rás2 fer at kappast
um undirhalds
lurtararnar
Fólk skulu
tíma
at lurta
Mikudag og hósdag seinnapart eru Eyðfinn Drewsen (myndin) og
Petur Mohr Reinert vertir í eini beinleiðis sending frá 15 til 17
Fótbóltspanelið: Hilmar Jan Hansen, Heri Simonsen og Trónduri Arge
Petur Mohr, programleiðari