mánadagur 2. november 2015síða 70
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 45 • 2. NOVEMBER 2015
38
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Lukas Graham
stórtrívist í Føroyum
D
anski poppbólkurin Lukas Gra
ham hevur júst verið á vitjan í
Føroyum. Bólkurin spældi tvær
konsertir í ítróttarhøllini á Hálsi í
Havn, og nú hava teir spælt tríggjar
konsertir í Føroyum seinastu tríggjar
mánaðirnar. Í august spældu teir eisini
á Summar Festivalinum í Klaksvík.
Lukas Graham hevur verið serstak
liga væl móttikin. Fyrsta ferðin gjørd
ist so góð og hugalig fyri bólkin, at
teir vildu sleppa aftur til Føroya at
spæla sum skjótast. Og tað gjørdist til
tvær konsertir fyri góðari viku síðani.
Sangarin í bólkinum Lukas Forc
hammer er stóri profilurin, og hann
hevur av álvara funnið seg til rættis
í Føroyum. Tann óformligi tónin og
fyrikomandi framferðin hjá føroying
um tiltalar unga mannin, ið er upp
vaksin á Christiania, og hann stór
trívist millum føroyingar.
Á konsertunum fyri viku síðani
spurdi Lukas Graham enn einaferð
sínar mongu fjepparar, um hann
kundi koma aftur til Føroya at spæla
næsta ár, og svarið var sjálvsagt eitt
rungandi ja.
Stór framgongd
Spurningurin er, um Lukas Graham
fær stundir og høvi at vitja í Føroyum
komandi tíðina. Bólkurin er av álvara
á veg fram, og eftir at sangurin Seven
Years varð útgivin kring allan heimin
fyri tveimum vikum síðani, hevur hann
vunnið upp á globala hitlistan hjá
tónleikatænastuni Spotify.
Sambært amerikanskari uppgerð er
júst tann sangurin mest virali sangurin
í heiminum í løtuni. Tað merkir, at
Seven Years er sangurin, sum flest
fólk deila og posta umvegis sosialar
miðlar og aðrar internettænastur.
Lukas Graham hevur eisini fingið
fótin fastan í Svøríki, Noregi og Týsk
landi, og alt fleiri fyrispurningar eru
um konsertframførslur.
Nógv talar fyri, at Lukas Graham
kann fáa veruligt altjóða gjøgnumbrot
í næstum, og tey, sum kenna fram
førslur og tónleik hjá bólkinum, vita,
at tað er ikki so løgið. Sangirnir eru
framúr góðir, bólkurin spælir knasandi
gott, og so er Lukas ein fantastiskur
sangari og performari.
Lukas Graham hevur allar dygdir,
sum skulu til fyri at fáa altjóða gjøg
numbrot, og tí verður spennandi at
fylgja bólkinum komandi tíðina.
Vónandi fer framgongdin ikki
at merkja, at Lukas Graham fer at
gloyma sínar føroysku fjepparar, sum
hann hevur fingið so gott forhold til.
Seinastu mánaðirnar hevur Lukas Graham havt tríggjar konsertir í Føroyum, og hann vil gjarna vitja
aftur til sínar mongu føroysku fjepparar. Bólkur vinnur nú av álvara fram á altjóða marknaðinum
Føroyingar hava tikið serstakliga væl ímóti Lukas Graham
Lukas Graham hevði fyri viku síðani tvær framúr góðar konsertir í Havn
Lukas Graham vinnur
av álvara fram á altjóða
marknaðinum í hesum døgum