Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. november 2015 · Nr. 127 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Aðrastaðni er vanligt at viga stjórn­ ir, tá tær hava sitið í 100 dagar. Soleiðis er stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen júst vigað, tí hon er fyri fá­um vikum síðani farin um sín­ar fyrstu 100 dagar. Í Danmark eru tað serliga flótta­ fólk, sum hava merkt politisku dags­skránna hesar fyrstu dagarnar, og so slapp Lars Løkke Rasmussen held­ur ikki und­an einum keðiligum per­sóns­máli um skeiva nýstlu av al­ menn­um pengum. Hesaferð var tað ikki Lars Løkke Rasmussen sjálv­ur, sum stóð fyri skotum, men verju­ mál­a­ráð­harr­in, Carl Holst, sum av hes­um pín­liga máli mátti leggja frá sær. Okkara nýggja samgonga hevur í dag sitið í 51 dagar. Tað er tí ov tíð­liga at viga hana út frá politiskum av­rik­ um, tí tey síggja vit ikki enn. Vit síggja heldur ikki, hvat sam­ gong­an ætl­ar, fyrr enn rættilig gongd er kom­in á fíggjarlógarviðgerðina. Fram­skriv­aða fíggj­ar­lóg­ar­upp­ skot­ið sigur akk­ur­át einki um, hvønn pol­i­tikk landsstýrið ætlar at reka. Men tað eru stórmál fyri framman. Eitt er fiski­vinnu­ný­skip­ an­in – og um tað ber til at gera eina veru­liga nýskipan, sum kann fáa breiða undirtøku í løgtinginum. Kritikkurin hevur í nógv ár snúð seg um Fólkaflokkin – sum í hvussu so er seianstu 20 árini hev­ur havt vald­ið á øllum sínum sam­starvs­ flokk­um í landsstýrinum. Tað hevur verið sjón fyri søgn, at Fólka­flokk­urin í øllum førum hev­ur havt sera stóra ávirkan á sínar sam­ starvs­flokkar. Men tann um­ber­ing­in kann ikki brúkast longur, tí nú situr Fólkaflokkurin ikki í heitu stólunum í Tinganesi og í hin­um að­al­ráð­u­num. Tí skulu fyrst og fremst sam­gongu­ flokk­arnir og Sam­bands­flokk­urin standa sína roynd fyri at prógva, at tað ber til at sam­starva. Pensjónsnýskipanin er eisini eitt stór­mál, sum semja skal finnast upp. Helst munnu samgonguflokkarnir vera so nøkulunda samdir á hes­um øki – og neyvan heldur eru Sam­ bands­flokk­ur­in, Miðflokkurin og Sjálv­stýr­is­flokkurin so langt av leið. Undan­farna samgonga klár­aði upp á met­stutta tíð at gjøgn­um­føra skatta­ný­skipanina við flat­skatt­i­ num. Mælast má til, at hend­an sam­ gong­an hugsar seg bet­ur um, tá hon kem­ur við sín­ari skatta­ný­skip­an. Rættvísis-prinsippið hevur størri týding enn tíðarperspektivið – tí eig­ ur sam­gong­an at brúka neyðugu tíð­ ina og virða hoyringsfreistir. Men fyri at liva um til síni egnu mál, so átti samgongan alt fyri eitt tik­ið tráðin upp við uppskotinum, sum núverandi samgonga legði fyri ting­ið í maimánaði um stuðul til børn í fátækaváða. Samgongan hevur onga um­ber­ ing fyri nú at sleppa teimum upp á fjall. Royndartíðin hjá lands­stýr­i­ num er nú komin hálvvegis hava nakað at prógva Mið­ bý­urin ein víg­ vøllur Svenning av loft Kjak síða 25 Fólka­ atkvøða í Føroyum eisini Tíðargrein Síða 16 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! – Vit fara at gera, alt vit kunnu, fyri at kunna játta pen­ing til tær fátækastu barna­fam­ilj­ur­nar. Tað sigur Helena Dam á Neysta­bø, sum er talskvinna fyri Javnaðarflokkin, nú løg­ ting­ið er farið at viðgera eyk­a­fíggj­ar­lógaruppskot ið fyri november. Hon er eisini limur í fíggj­ar­nevnd­ini og hon sigur, at í hvussu so er nøkur tingfólk, høvdu vónað, at landsstýrið fór at biðja um eina játtan, sum skuldi markast til at lyfta tær fátækastu barn­a­fam­ilj­ur­nar upp fátæk­am­ar­ið. Men tað hevur lands­stýr­ ið ikki biðið um, og Helena Dam á Neystabø sigur, at nú upp­skot­ið um eykajáttan fer til viðgerar í fíggjarnevndini, fara tey at gera alt, tey kunnu, fyri at finna semju um at finna eina játtan, so at tær fá­tæk­astu familjurnar kunnu fáa hjálp longu í ár. Hon sigur, at metingar vísa, at tað fer at kosta í mesta lagi tvær milliónir tað, sum eft­ir er av ári­num, men ann­ars fer tað at kosta ein­ar 10 milliónir um árið, og tað má so á fíggjarlógina fyri næsta ár. Annars hava tær fá­tæk­ astu barnafamiljurnar ver­ið pol­itisk kastibløka í meiri enn eitt hálvt ár, tí tey, sum sita í sam­gongu nú, sótu í and­støðu í mai í ár, og tá mettu tey, at tað var so á­trok­andi at hjálpa teimum fá­tækastu barnafamiljurnar, at ting­ið mátti kallast saman alt fyri eitt. Samgongan vildi bíða til á ólav­søku, men tað vildi and­ støðan ikki góðtaka, tí tað var alt ov leingi. Síðani eru enn fleiri mán­ að­ir farnir, og tey, sum sótu í and­støðu tá, eru nú kom­ in í samgonguna – men nú heldur nýggja lands­stýr­ið, at tær fátækastu barna­fam­ ilj­urnar tola saktans at bíða eina tíð afturat. Nú er endaliga avgjørt, at Bogi Petursson Nielsen skal stjórna Faroe Ship, eftir at Jóhanna á Bergi 1. september tók við starvinum sum stjóri í Atlantsflog. Hann hevur røkt stjóra­ starv­ið, síðani Jóhanna á Bergi tók við sum stjóri á At­ lants­flog 1. september. Bogi Petursson Nielsen er 40 ára gamal og hevur starv­ast hjá Faroe Ship síð­ ani 2007, og hesi seinastu árini hevur hann verið fíggj­arstjóri í fyritøkuni og mynd­að leiðsluna saman við stjóra­num. Áðrenn Bogi P. Niel­sen kom á Faroe Ship starv­aðist hann hjá Effo, og framm­ an­undan hevur hann eisini starvast hjá grann­skoð­ ara­virk­i­num Rasmussen & Weihe. Bogi P. Nielsen er út­ búgv­in Cand. Merc. Aud frá Copenhagen Business School. Nú er Bogi stjóri á Faroe Ship Tað kostar pengar at fáa nýtt landsstýrið, tí fólk verða send til hús við høgum løn­um Tað kostar landinum 1,1 mill­ión krónur eyka í ár, at vit hava fingið nýtt landsstýri. Tey sjey fólkini, sum sótu í lands­stýrinum eru send til hús. Men tey skulu hava fulla løn restina av árinum og væl inn í komandi árið við. Hóast lands­ins hægstu fólk ikki fáa so góða frá­far­ing­ ar­av­talu, sum til dømis lands­ ins almenni banki í 2005 gav sínum stjóra – so stand­ast eyka útreiðslur av út­skift­ing­ini. Landsstýri og løgtingið hava vitað, at løgtingsval fór at vera í ár – og harvið hava tey eis­ini vitað, at eykaútreiðslur fóru at standast av tí. Men lands­stýrið sum sat hevði ikki ætl­að, at øll landsstýrisfólkini skuldu skiftast út. Jørgen Niclasen og hans­ ara fólk høvdu roknað seg fram til, at bara trý lands­ stýr­is­fólk skuldu skiftast út – uttan at navn varð sett á tey. Tí er und­irskot á hasi kontoini nú, og tí má Kristina Háfoss finna 1,1 milliónir krónur eyka í ár, soleiðis at roknistykkið gong­ur upp. Landsstýrisfólkini, sum fóru aftur í Løgtingið, fáa eis­ ini fulla bíðiløn. Tað vil siga, at Kaj Leo Holm Johannesen, Bjørn Kalsø, Jørgen Niclasen, Jac­ob Vestergaard og Ann­ika Olsen fáa fulla løn úr lands­ stýrinum og fulla løn úr løg­ ting­i­num næstu mán­að­ir­nar. Men tað fáa nýggju lands­ stýrisfólkini ikki, tá tey einaferð koma í somu støðu. Tí tá tey kom aftur í tingið, verður løgtingslønin mót­ rokn­að lands­stýr­islønini. Bara trý teirra skuldu skiftast út Pengar til fátækar barnafamiljur