týsdagur 3. november 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. november 2015 · Nr. 127
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Danjal av Rana
Hóast kærleikin brennur
heitur, kann tað gerast ísa
kalt, tá hann slóknar. Hetta
er kanska einfaldasti mátin
at lýsa málið, sum var fyri í
Føroya rætti í gjár, har ein
ungur maður sat á ákæru
beinkinum. Hann var ákærd
ur fyri fleiri ferðir og á yms
an hátt at hava gjørt seg inn
á fyrrverandi damuna.
Tey gjørdust par heyst
ið
2012,
men
eina
ferð
tíðliga á sumri 2014 kólnaðu
kenslurnar teirra millum,
og tað varð liðugt millum
tey. Ungi maðurin hevði eft
ir øllum at døma ilt við at
góðtaka hetta og við tað, at
maðurin samstundis hevði
stórar rúsdrekkatrupulleik
ar, gjørdust avleiðingarnar
nakað ógvusligar.
Ein dagin kemur ungi
maðurin koyrandi og møtir
fyrrverandi damuni í einum
øðrum bili. Maðurin ger
skjótt av, tekur eitt u-sving,
sum tað kallast, og fer aft
an á henni. Komin til næsta
vegamót, renur ungi mað
urin bilin hjá sær hart upp í
bakendan á bilinum hjá dam
uni. Síðani koyrir hann víð
ari, uttan at steðga. Sjálvur
sigur drongurin, at gentan
brádliga bremsaði, og at
hetta var orsøkin til, at hann
rendi í hana.
Setti lív í váða
Nakrar dagar seinni er gent
an aftur biltúr í býnum.
Brádliga liggur bilurin hjá
dreinginum beint í hølunum
á henni. Komin til eitt vega
mót, sum er í slakari mót
brekku, liggur drongurin og
koyrir spakuliga fram móti
gentuni, áðrenn hann letur
bilin rulla aftur. Hetta ger
hann upp í saman og all
arhelst hevði gentan fyrru
hendingina
enn
í
huga,
tá hetta hendi. Verjin hjá
ákærda vildi tó vera við, at
tað er heilt vanligt at hanga
í girinum, sum tey siga.
Tey fara tó hvør sín veg
í vegamótinum, men stutt
eftir hittast tey aftur, koyr
andi móti hvørjum øðr
um. Nú ger drongurin ikki
mætari, enn at hann leggur
seg yvir í mótsatta koyri
breyt. Ikki allan vegin yvir
um, men eitt fitt petti,
greiddu vinkonurnar, sum
sótu í bilinum hjá gentuni,
frá. Allar vóru tær tó á einum
máli um, at um ikki vinkonan
hevði snarað harðliga undan,
upp á gongubreytina, hevði
tað enda við samanstoyti
millum bilarnar.
Maðurin var tó ikki heilt
liðugur við gentuna enn fyri
kvøldið, tí beint eftir mid
nátt ringin ein vinkona til
gentuna og sigur henni, at
hon liggur nakin á Facebook.
Drongurin hevur ikki gjørt
mætari, enn at leggja eina
mynd av gentuni, har hon er
nakin, út á sín vanga.
15 minuttir á Facebook
Gentan, sum er saman við
vinkonum
sínum,
brýtur
saman. Sum um at ágangurin
dagarnar framman undan,
og yvirhøvur síðani tað bleiv
liðugt teirra millum, var
nokk, hevði hann nú hevnt
seg á ein ræðuligan hátt. Hon
sigur, at tað tók hart upp á
hana, at myndin lá alment
frammi og at so nógv kundu
síggja myndina. Hon sigur,
at hon hesa løtuna varð upp
ringd av fleiri fólkum.
Myndin, sum ákærdi skal
hava lagt út á Facebook, stav
ar frá, tá tey enn vóru par.
Gentan fekk tó kaldar føtur
og bað dreingin strika mynd
ina beinan vegin, nakað sum
hann játtaði og gjørdi fyri
eygunum á gentuni. Hann
hevur tó eftir øllum at døma
goymt myndina onkra aðra
staðni eisini, og tí kom hon
fram aftur á Facebook seinni.
Tað var ikki fyrr enn
beiggi hansara, sum var sam
an við gentuni og vinkonum
hennara, tá hetta hendi, fór
á gátt hjá ákærda, at myndin
varð strikað av Facebook.
Vitnini greiddu frá, at mynd
in lá alment úti í eini 15 min
uttir.
Søgan endar tó ikki heilt
her. Góðan mánað seinni
tekur ungi maðurin í egnan
barm og fer til avvenjing
ar og sama dag, sum hann
byrjar avrúsingina, gerast
tey bæði par aftur. Tá hann
er liðugur við avvenjingina
tveir mánaðir seinni, flyta
tey saman og búgva síðani
saman í nærum eitt hálvt ár.
Tá verður so aftur galið og
hvussu er og ikki, tað er sum
so ikki partur av júst hesum
málinum, endar tað við, at
brøður hennara ein dagin
møta upp heima hjá mann
inum og hølva hann av.
Eingin ivi er um, at talan
alla tíðina hevur verið um
eitt heldur buldrasligt parlag
og løgreglan sigur, at tey
hava javnan verið á gátt hjá
teimum og meldað hvønn
annan fyri hetta og hatta.
Noktar seg sekan
Ákærdi viðurkennir einans
fyrstu hendingina, at hann
hevur rent á gentuna, men
sigur, at hetta hendi, av tí at
hon brádliga bremsaði. Hvat
viðvíkur søguni um at hann
hevur koyrt móti teimum í
skeivari breyt og skal hava
lagt eina mynd av gentuni
naknari út á Facebook, nokt
ar hann seg sekan.
Ákæruvaldið
krevur
mannin dømdan í fongsul
í 60 dagar fyri fyrilitsleysa
koyring og blygnaðarskemd.
Harumframt skal hann rinda
1.000 krónur í bót og verður
frádømdur koyrikortið í tvey
ár, sigur ákæruvaldið. Gent
an avvísti tó at vilja hava
endurgjaldskrav, um maður
in skuldi verið dømdur fyri
blygnaðarskemd.
Hon legði serliga dent
á hendingina, tá maðurin
koyrdi yvir í skeiva breyt
og vísti á, at fýra fólk sótu í
hinum bilinum og at hann
setti bæði lív og heilsu
teirra í vága við síni koyring.
Hon vísti á, at tað einans
vóru gingnir fýra dagar
síðani
fyrru
hendingina,
sum tí mátti verið fremst í
huganum hjá gentunum í
bilinum. Tað einasta, sum
bjargar gentunum frá ein
um álvarsligum óhappi, er at
gentan hugsar skjótt og snar
ar bilin undan.
Ákæruvaldið metir seg
eisini hava prógvað, at tað
var ákærdi sjálvur, sum legði
myndina út á Facebook.
Eingin annar hevði hesa
myndina og tað er ikki líkt til,
at nakar annar hevur havt
atgongd til vangamyndina
hjá ákærda.
Eingi teknisk prógv
Verjin hjá manninum var tó
ósamd í tí mesta, sum var
ført fram av ákæruvaldinum.
Hon vísti á, at í fyrsta førin
um var tað eins trúligt, at
gentan hevði bremsað brád
liga, sum at maðurin skal
hava koyrt á hana. Hon vísti
á, at eingi teknisk prógv
vóru, sum stuðlaðu ákæruni.
Í øðrum føri vísti verjin á,
at hóast hann kanska hevur
verið yviri á skeivari breyt,
so hendi eingin skaði, og tað
er ikki til at vita, hvat hevði
hent, um gentan ikki hevði
snarað undan.
Viðvíkjandi myndini fíl
ist verjin eisini á, at eingi
teknisk prógv eru. Myndina
sjálva hevur eingin sæð síð
ani, og øll, ið siga seg hava
sæð myndina, eru fólk, ið
eru tætt knýtt at gentuni.
Hon heldur, at um ákærdi
skal dømast, má ákæruvaldið
skaffa nógv betri prógv, enn
tey, sum nú liggja á borð
inum og tí heldur hon, at
ákærdi eigur at frídømast
fyri allar ákærurnar.
Hon vísti eisini á, at tey
bæði blivu par aftur stutt
eftir hendingina, og verjin
setir tí spurnartekin við,
hvat veruliga er farið fram.
Dómur fellur í málinum í
komandi viku.
Legði nakna mynd av
ex-damuni á Facebook
Hevndarporno kalla tey tað. Eftir at hon gjørdi tað liðugt, legði ungi maðurin
eina mynd av gentuni út á Facebook, uttan ein trevil.
í rættinum