Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. november 2015 · Nr. 127 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MELDURIN Bárður Kass Nielsen STØRRI EINDIR GEVA BORGAR- UNUM BETRI TÆNASTUR Nýggi tingmaðurin, Bárður Kass Nielsen, Nýtt Sjálvstýri, hevur royndir úr lokalpolitikki við sær inn um tinggáttina Árni Gregersen Honum er ikki tryggjað pláss í tingsalinum longur enn til 1.­ januar 2017, men kortini hevur hann avgjørt at brúka alla sína arbeiðstíð í politikki frá 1.januar. 39 ára gamli nývaldi sjálv­ stýrismaðurin, Bárður Kass Nielsen, kom á ting fyrstu ferð hann stillaði upp. Hann fekk 3. flest­ar at­ kvøður á sjálv­stýris­listanum, men av tí, at formaðurin í flokkinum, Jógvan Skor­ heim, borgarstjóri í Klaksvík, valdi at sita sum borgarstjóri, fekk Bárður Kass Nielsen ting­sessin við sínum 69 at­ kvøðum. Men hann hevur avgjørt at brúka tíðina, sum kemur til politikkin. – Eg eri í løtuni fíggjar­ leiðari, men frá 1. januar fari eg at brúka alla mína tíð uppá politikkin, sigur Bárður Kass Nielsen. Umframt at hann nú er vorðin tinglimur, so er hann eisini limur í býráðnum í Runa­víkar kommunu, har hann er formaður í sosialu nevnd. – Fyri trimum mánaðum síðani varð eg biðin um at stilla upp fyri Nýtt Sjálv­ stýri. Eg hevði ongantíð stilla upp til løgtingsval fyrr, so eg umhugsaði meg í nakrar dagar, tosaði við mítt nær­umhvørvið um hetta, og valdi síðan at taka av hesi avbjóðing. Ein avgerð sum skuldi vísa seg at koma at broyta rættuliga nógv uppá mín dagligdag, sigur Bárður Kass Nielsen. Fiskivinnan og búskapurin Fiskivinnan fer at fylla nógv í politikkinum komandi árið. Tað veit Bárður Kass Nielsen. Hon er grundarlagið und­ ir stórum parti av tí sum hendir í samfelagnum, so tað slepst ikki á nakran hátt undan at hava stóran áhuga fyri, hvat fer at henda við fiskivinnuni. Hann leggur afturat, at fiskivinnupolitikkur sjálv­ andi eisini hevur áhuga, tí hann hevur stóra ávirk­ an á eitt annað stórt mál: nevniliga haldførið í búskap­ inum. Pensjónsmálið skal loys­ ast og í tí loysnini hevur fiski­vinnan sum heild ein stóran leiklut. Bárður Kass Nielsen hev­ ur eisini ein serligan áhuga fyri, at vit fáa fólkatalið í Føroyum at vaksa. – Eg haldi eisini, at vit eiga at leggja okkum eftir at finna føroyskar loysnir á nógvum trupulleikum. Vit hava innrættað okkara sam­ felag eftir donsku leisti, men eg haldi, at tað ber til at finna serføroyskar loysnir, sum eru meira einfaldar, enn tær sum vit kopiera, sigur Bárður Kass Nielsen. Størri eindir Nývaldi tingmaðurin hjá Nýggjum Sjálvstýri hevur royndir úr lokalpolitikki. Hann sat sum varamaður í býráðnum í Runavík til hann 1 .januar 2013 var valdur inn. Formansskapurin í sosi­ alu nevndini í býráðnum í Runavík hevur givið hon­u­m innlit í teir sosialu trupul­ leikar, nógvir borgarar hava at dragast við. – Tað er sjálvandi nógv at gera á hesum øki, men eg ivist ikki í, at fáa vit bygt størri eindir upp, so ber eisini til at geva betri tænastur, enn tær vit hava í dag, sigur Bárð­ur Kass Nielsen. Hann hevur ikki eina greiða støðu til um, hvussu kommunurnar skulu legjjast sam­an, men hann sær tríggj­ ar møguleikar fyri sær. Tann fyrsti er, at komm­ unurnar verða lagdar saman við lóg, tí so verður tað gjørt. Nummat tvey loysnin er, at kommunurnar sjálvar leggja saman, men Bárður