týsdagur 3. november 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. november 2015 · Nr. 127
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Stríðsmanninum Kára Petersen til minnis
Mikudagin 21. oktobur andaðist Kári
Petersen í Havn 82 ára gamal. Heils
an bilaði honum, og leingi høvdu
eyguni svikið hjá manninum, sum
var fotografur. Mangan leitaði hann
sær læknahjálp heima og niðri,
meðan enn breytst í honum vreiðin
ímóti órætti og tørv teirra veikaru í
samfelagnum. Bersøgin var hann,
og hann vandaði sær ikki altíð um
orðini. Kári varð hoyrdur, har hann
legði uppí.
Í sjúkraørindum í Keypmanna
havn gisti Kári ofta á Sjúklinga
hotellinum Tórshavn, har hann sá,
at hóast hotellið var kærkomið hjá
fólki í sjúkraørindum, so stóð teimum
ov lítið í boði at taka sær til, meðan
tey bíðaðu har í dagar og vikur eftir
viðgerð ella svari frá sjúkrahúsi. Stúr
andi, mótleys og við heimlongsli var
so skjótt til at keðast. Okkurt mátti
gerast!
Tað brast fyri nev, tá ið Verka
mannafylkingin, flokkurin, sum kom
á Løgting í 1994, men ikki aftur í 1998, á
heysti 2001 avgjørdi, at lata sínar ognir
til vælgerandi endamál. Tá var væl
arbeitt, so úrslitið varð, at peningurin
varð latin Sjúklingahotellinum til
frama. Ein Trivnaðargrunnur varð
stovnsettur við hesum stovnsfænum,
og Kári gjørdist hin eldhugaði nevnd
arformaðurin. Grunnurin hevði til
uppgávu at umsita peningin og at
útvega meira til sama endamálið.
Eisini varð ein trivnaðarnevnd skipað
í Keypmannahavn, sum skuldi taka
sær av tiltøkum á hotellinum. Tá
var heppið, at Niels Jacob Nielsen
úr Runavík, sum var fúsur til verka,
gjørdist formaður í henni.
Semja var um at fáa ein buss og
sjálvbodnar førarar, sum regluliga
kundu fara túrar við sjúklingum og
avvarðandi. Tað var kortini tógvið
stríð at finna ein brúktan buss, sum
ráð vóru til, og sum var hóskiligur.
Formaðurin í Trivnaðarnevndini
loysti hetta til fulnar, og bussurin,
sum kallaðist Sóljan, kom um árs
skiftið 2003/2004. Sjálvboðin koyrdu
henda 9 persóna bussin og fóru
víða hvar við búfólki tey næstu
árini. Samstundis stríddust báðar
nevndirnar við at finna stev og gott
samstarv, tí peningur skuldi eisini
bæði til raksturin og um fá ár at fáa
ein betri buss. Kári var slóðbrótarin,
og hann hevði sítt serliga stev. Tað
kravdi sítt hjá nevndunum at finna
rætta stevið, men framá gekk og
spakuliga nærkaðist dagurin, tá
ið gamla Sóljan, sum nú var um 18
ár, at enda varð seld í 2014 og ein
góður, brúktur bussur til 13 persónar
keyptur. Uttan grunnin og eldhugað
fólk, sum útvegaðu grunninum
pening ella leitaðu eftir góðum buss
loysnum, hevði hetta ikki borið til.
Nýggja Sóljan er eitt virðiligt
minnið um Kára Petersen, sum fyri
fáum árum síðani læt formanssessin
til Sólbjørn Thomsen í Havn. Eis
ini hevði Trivnaðarnevndin í 2011
fingið nýggjan formann, tá ið
Niels Jacob flutti heimaftur, og
Heðin Kjelnæs úr Klaksvík tók
við eftir hann. Sóljan og tær báðar
nevndirnar í góðari samvinnu til
frama fyri Sjúklingahotellið eru
varðin, ið stendur eftir slóðbrótaran
og stríðsmannin Kára Petersen, sum
hóast heilsan bilaði honum, ongan
tíð legði rættiliga frá sær. Vit hittu
hann viðhvørt hesi síðstu árini á
Sjúklingahotellinum og fingu eitt prát
um tann góða bussin. Stríðsmaðurin
var viknaður og blindur, men Jenny,
kona hansara, fylgdi honum trúliga
og var um hann. Tey bæði eiga mikla
takk fyri arbeiðið. Friður veri við
minni hansara.
Við samkenslu vegna Trivnaðar
grunnurin og Trivnaðarnevndina
Martin Fjallstein
Judith Olsen á Mirmansvegi 42
áttati ár sunnudagin 8. oktober
Ein friðsæl kvinna fer um áttati
ára liðið næsta sunnudag. Ja,
skyldkonan, tað vardi meg ikki,
at tú vart komin so mikið til árs.
Ja, teir farnu dagarnir hava sína
søgu. Judith og Finn giftust 1958 og
fingu 3 deilig musisk, musikalsk
børn – Elspu, Jákup og Annu, sum
hava latið nógv av sínum listaligu
tónleikagávum til samfelagið eins
og foreldrini.
Slektin
Tað verður ov drúgt at fara undir at
greiða frá allari ættini, men okkurt
mugu vit nema við. Judith er dóttir
Elsebeth Malenu, f. 1904, og Jacob
Andreasen, Sjúrða Jakku. Hann
var sonur Sjúrða við Gjógvará,
sum var abbasonur Gamla Sjúrða
(1800-1887), sum var tvær ferðir
giftur. Fyrra konan var úr Funningi,
Kathrina Andreasdatter (1801 –
1839). Tey fingu 4 børn. Seinna
konan var Johanna Michelsdatter
(1817-1855) og var av Kirkju. Tey
fingu 5 børn á lívi.
Andreas Sigvardsen (1831 – 1890)
var við fyrru giftu. Hann giftist
við Onnu Sofíu Samuelsdatter úr
Selvindi av Strondum. Hetta vóru
foreldur Sjúrðar við Gjógvará
(1868-1951) Mikkjal í Tarti (1874-
1957) búsettist í Oyndarfirði, og Óla
Kristian (1871-1930) búsettist á Hell
unum.
Poli í Tarti, sáli, Oyndarfjarðar
Poli í Leirvík, sonur Mikkjal og
Kathrinu í Tarti, abbasystir, segði
altíð, at tey vóru hálv systkinabørn.
Hetta var tí, at langomma mín í
Ansastovu, Ansa Kathrina, var
dóttir gamla Sjúrðar í Fuglafirði
við seinnu giftu. Abbi í Ansastovu,
Daniel Jacob Anthoniussen, og
teir 3 brøðurnir verða eisini
hválv systkinabørn. Sostatt verða
mamma, sum var ættað úr Ansa
stovu, og Jacob Andreasen hálvir
trímenningur. Er tað ikki vakurt?
Og, lukka, Judith og Frits verða
hálvir fermenningar! Hetta hava
vit mangan tosað um í tí farna. Gud
med os!
Stokkakvøld
Elsmalena og mamma vóru so
stak væl. Hon plagdi at koma
Norður á Bakka við stokkum
saman við systrini Lenu, Rachael
Malenu, f. 1906, hjá Steingrimi.
Ja, tað lá ein slík tign yvir hesum
kvinnum, sum komu so friðsælar
inn á gólvið. Prátið fór ofta í
gongd um familjuna og gamlar
dagar. Mamma tænti hjá Beatu
og Andras Samuelsen, tá ið hon
var ung, og Steingrim var sonur
teirra. Faðir, Theodor, sum var í
uttanlandssigling í trý ár frá 1928
til 1931, hevur óivað møtt mammu,
tá ið hann er heimafturkomin.
Hans David Hansen á Støðini segði
mær á einum sinni, at pápi og hann
høvdu verið niðri í Grimsby (1936)
við Atlantic og selt og komu aftur
um náttina. Kona Hans David,
Kristianna, tænti niðri hjá Hans
Jakku í Støðni tætt við sýslumans
húsini. Teir fóru beinleiðis heim at
vekja unnustur sínar á stummari
nátt. Á tann romantikkur. Teir
grýttu pensar upp í vindeyguni, har
tær lógu og svóvu, fyri at vekja tær.
Tær komu hjartkiptar í vindeygað,
og tá ið tær sóu sjeikarnar hjá
sær, brosaðu tær um alt andlitið.
Ja, ja, tá kundi romantikkurin og
kærleikans ylur sita í einum pensi.
Hans David og faðir vóru sannir
sjógarpar.
Portvínið
Tá ið stokkarnir glintaðu og
mamma borðreiddi við køku, sum
var heimabakað og einum góðum
dussi, fór hon undir væðingina
uppi á loftinum eftir einari port
vínsfløsku, sum næstan var hundr
að ára gomul. Henda fløska, sum
var vorðin til dýrdarvín, var satt
at siga eisini vorðin til medisin til
stokkakonur. Síggi tær fyri mær í
bestustovu binda, hoyri glintið frá
stokkunum, har lítlifingur fær tað
stravið, peiggjar eitt sindur útfrá,
tá ið portvínsglasið við tí svarta
fótinum leitaði sær at varrakanti.
Glintið frá stokkunum ljóðaði eitt
sindur ljódligari, og prátið legði seg
á eina aðra syll. Stokkarnir makt
aðust, og stakkals stokkar fingu
eina hvíld. Tað fólksliga tók ræði á
løtuni, har frásagnir og hendingar
livdu í inn- og útsúgi.
Sangkórið og hornorkestrið
Ja, Judith, skyldkonan, nú fór eg
kanska eitt sindur av leið. Tá ið eg
sum ungur kom til Fuglafjarðar
sum lærari, so var eg væl móttikin.
Fuglafjarðar
sangkór
var
ein
aðalhyrnissteinur hjá mongum í
bygdini, har lívið livdi á sanganna
veingjum. Tú og Finnur vóru trúgv
ímóti hesum kóri, har tit sungu við í
meira enn fimmti ár. Hornorkestrið
stóð eisini hjarta tykkara næst,
har Jákup og Elspa høvdu nógvar
góðar fragdarløtur í hesum orkestri
saman við pápanum, Finni, sum
spældi upp á “oyfonium”. Hann var
so stak musikalskur. Sat í mong
ár við síðuna av honum og spældi
upp á fyrsta bariton, sum líkasum
liggur
ímillum
althornini
og
euphonium. Gloymi aldri hansara
løttu punkteringar, sum flugu út í
loftið og endaðu í hjarta Judithsar.
Tá var mangt og mikið, sum endaði
á grønum vølli.
Herluf Berthelsen segði mangan:
“Vit hittast á grønum vølli!” Hann
var ein sera góður kórleiðari og
sangari. Hann segði: “ Vit syngja,
tí okkum dámar at syngja!” Judith
og Finn og mong við teimum komu
altarskrýdd
til
sangvenjingar.
Jakku og Diana komu av Høvd
anum, hon í alføgrum búna við
einari fagrari tasku, hann í einum
vøkrum, grønligum jakka og dimm
grønum slipsi. Tað var langt at
ganga, tey búðu Norðuri á Høvda;
men sangurin lá í teirra sinni. Ja,
lukka, eg má nevna Juttu og Pól
Jakku, eletrikkaran, sum búðu
næst við skúlan. Tey komu eisini
altarskrýdd til venjingarnar, somu
leiðis Odfríður og Kathrin. Ikki at
gloyma Petur Bjarnastein. Tá ið
eg fór at syngja við hesum kóri,
so kom eg at sita ímillum Jakku
á Høvdanum, Poul Jakku eletrik
aran, Petur Bjarnastein, Odfríða
og Finni. Ongantíð mín livandi dag
havi eg sitið millum so musikalskar
basssangarar. Hetta var í seksti - ,
sjeyti - og áttati árunum. Teir lærdu
alt uttanat beinanvegin.
Endi
Nú er tað Judith, skyldkonan, sum
fyllir áttati ár. Hon hevur verið
góð við okkara lítla, fitta samfelag.
Verið trúfastur sangari, kirkju
gangari, havt sundagskúla, lesur
enn fyri teimum uppi í Vesturstovu
og setir seg á sína føstu brík í
kirkjuni, tá ið høvi býðst. Hon og
Finn høvdu sína jøvnu gongd niðri
í Ribarhúsi, har tey vóru við til at
stápla hetta “slott” upp á beinini,
tóku eina hond í dagliga, og Finnur
hevði sínar listakendu brosjur úr
beini liggjandi til sølu. Abba - og
ommubørnini hava notið manga
góða løtu undir bitunum við
Mirmansveg.
Sjúka hevur nívt Judith tey
seinastu árini , men frítt mót er
hálvur teringur. Hon fer javnan ein
túr gjøgnum bygdina og støkkur
inn á gólvið hjá sínum vinkonum, t.
d. Mathildu systir og Kathrin. Takk
fyri manga góða løtu í tí farna og
hjartaliga til lukku á áttati ára føð
ingardegnum!
Frits