Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. november 2015 · Nr. 127 Sosialurin 18 Frits Johannesen Orðið matiné kem­ur av tí franska orð­in­um matinée, sum vit kunnu siga er ein morg­unstund av orð­inum mat­in, morgun. »Morg­un­ stund á heimsins grund nú alt úr svøvni vaknar...« yrkti Jákup Dahl. Uttandura var henda morg­unstund døkk, dimm og myrk um reyn, røkur og skor­ar. Vatnguvan stóð í anda­risi um Gjógvaráhamar. Hetta var ein tungur ill­veð­ urs­dagur. Fuglafjarðar horn­ork­est­ ur skuldi hesa løtu lata av sínum dygdarljómi í Fugla­ fjarðar kirkju við tí knáva, unga dirigentinum, skyld­ mann­inum, Rúna Hentze. Ork­estrið hevur skjótt í fimm­ti ár ríkað løturnar í bygd­ini við sínum spæli bæði tíðliga og seint. Takk fái tit, ediligu lúðrasveinar, fyri tað! Tit góvu okkum styrki í sál og likam, eitt ljós av Guðs náði, henda dag. Tað er torført at siga frá sínum kensl­um, men tónleikurin hev­ur ta megi í síni sál og lik­ami at lata hesar kenslur í skift­andi ljóð, sum rørir okk­um. Soleiðis var henda morg­un. Hornorkestrið Ja, vit kunnu flyta okkum úr ein­um stað í eitt annað og njóta løtuna, hóast natúrin kann vera beisk. Veður og vind­ur má sær ráða. At sita í kirkj­uni ein slíkan morgun og lurta eftir orkestrinum, sum flytur seg við føgrum, ljóm­andi sálmaløgum, er ein gudagivin løta. Praise my Soul – Prísa sál mín Himna­ drotti – John Goss, lgtr. Philip Sparke, legði seg yvir bæði veður og vind. All Throug the Night, lgtr. Gordon Lang­ford minti meg á løtuna á Ork­est­ urstevnuni í Glyvra skúla 1969, tá ið Fuglafjarðar Horn­ ork­estur spældi hetta lag á fyrsta sinni. Aurelia- Guðs kirkjulið áleina, Samuel S. Wesley, lgtr. Hans van der Weide, setti seg í kross, alt­ ar­ring, gluggarnar og upp í tróðrið í einum innarligum, poet­iskum stíli, sum Anna Magn­ussen, dóttir Olgu og Johannus sála, tulkaði við síni euphoniumsolo so skalda­kent og kensluliga. The shokan Farewell- lgtr. Allan Fernie, legði ein ynd­ isligan dám yvir ork­estr­ið, har Joan Magn­us­sen spældi solo á flygelhorn. Ja, nerti bara við nøkur av løgunum, sum liva í sinninum eftir henda sæla morgun. Tit í ork­estrinum hava sanniliga rós uppi­borið fyri hesa vøkru løtu. Várharra er almikil og stór­ur, men hann rúmast eis­ini í eini eskornett og livir sítt sæla lív í es- bassi og b-bassi. Nakað av tí fagrasta, vit kunnu lýða á, er, tá ið eitt slíkt orkestur gevur ljóð og spælir hesar alføgru anglik­ ansku sálmarnar. Tað eru fá ork­estur, sum flyta seg so nógv í okkara vakra, fagra sam­felag sum hornorkestrini kring landið. Tey ríka løt­ur­ nar so hjartaliga, at há­skúla­ knevl­arnir, Rasmus á Há­ skúlanum og Jóhannes av Skarði, brosa í Himmiríki av hes­um fólksliga ljómi. Jú, at flyta seg krevur orku og vilja. Onkuntíð verður tik­ið til impressionistiska tóna­skaldið Claude Debussy (1862-1918), sum var steðgaður upp í tónleikaheiminum. Hann vildi flyta seg long­ur fram á tí musiska, musik­ alska heiminum. Hann hevði gransk­að tann siðbundna, klass­iska tónleikin (Beet­ hoven og Haydn) og róði nú upp undir eina nýggja leið at fáa annan ljóm inn í henda tónleik Expo 1889 1889 var heimsframsýningin í París. Eiffiltornið varð reist um hetta mundið og stóð nú sum ein viti og segði frá tí nýggju tíðini. Eitt orkestur frá Java var komið at spæla á hesi stevnu, og Debussy stóð í fleiri tímar og lurtaði eft­ir hesum orkestri. Hetta var eitt hugtakandi orkestur, ið spældi upp á slagljóðføri khen­dang, kenong, saron, bonang og gambanng, sum vóru úr messingi, metali, triæ og bambusi. Tónleikaglóðin úr hesi grúgvu stóð sum ein nýggj birt­ing fyri Dubussy. Hesir tón­leik­ar­ar vóru ikki bundn­ir at evrope­isk­ari sið­venju, men komu utt­ an háva á pallin natúrliga í bylgjandi rytmum úr havs­ ins loyndardómi, við kyld­ um úr blaðkrúnum og tús­ und­vís av smáum bitlum, sum hava givið ljóð frá sær í mong, mong Harrans ár úr teirra egna umhvørvi á Java. Upp­livingin henda dag gav hon­um íblástur at tónseta á ein heilt annan hátt, enn vit høvdu upplivað í tí klassisku verð­ini til henda dag. Av hans­ara verkum kunnu vit kenna rensl av hesum java- ork­estri, sum hann mangan mál­bar seg gav honum eina nýggja hugsan og hugskot at fara víðari í tónsetingum, sum vit í dag kalla fyri im­ pressi­on­istiskan tónleik. Im­ pressi­on­isman kemur ann­ ars úr listasøguni. Impressionisma Ja, nógv hevur verið skrivað um impressionistiska list, kanska ikki so nógv her á landi og ei heldur um im­ pressi­on­istiskan tónleik. Henda útsøgn er so tikin frá sjálv­ari tilgongdini í hesi mynda­gerð, og orðið varð brúkt niðrandi av einum um­mælara, sum gav einum bólki av málarum hetta skoðs­mál, sum ikki komu ígjøgn­um nálareygað til eina framsýning 1874 í París. Teir gjørdu ikki mætari enn tað, at teir gjørdu sína egnu fram­sýning. Ímillum hesi lista­fólk vóru Monet, Manet og Cezanne. Ein kvinna var eisini við í hesum hópi, Berthe Morisoth. Myndin, sum gav ummælaranum hug­skot­ið til nevndu fram­ sýn­ing, var málningurin av Claude Monet – Soleil Levant (sól­ar­renn­ing), sum er málað í havn­ini í Le Havre í 1872. Hesi listafólk samdust um at gera upp við ta siðbundnu, nat­úr­ligu málningalistina og mála , sum hon var. Foto­ tól­ið var uppfunnið, men kundi ikki taka myndir í liti, so tað var laga­manni hjá im­pressionistunum at lata penslarnar dansa á lør­ift­in­ um og tulka eina sjón­givna løtu t. d. ein summ­ar­dag, har fjøll, trø, dalar og firðir lógu í ein­um skalda­kend­um támi, og tey smáu strokini lógu sum klúkar og nulv­ ingar á vøll­inum, og ein vøk­ ur tónamynd spurdist burt­ ur úr hes­ari birting. Hesin drátt­ur gav Dubussy íblást­ ur til eina tilgongd í tón­leik­ in­um, sum var í ætt við eina heildarmynd í hesari manna­ gongd. Endi Løtan gav íblástur til at skriva hetta. Tann, sum æru býður, er æru verdur, og teim­um, tú nýtur gott av, skalt tú rósa. Eg rósi tykkum í horn­orkestr­inum henda morg­un, tit góvu ljóð, og all­ ar tær løtur millum ár og dag, sum vit hava notið av tykk­ ara spæli, skulu tit hava stóra tøkk fyri. Vit , sum lurtaðu, tár­aðu, tí hesin ljómur var so nær­lagd­ur, at fraseringarnar livdu so vakurt á tykkara varr­um, so væl ljóðførini gingu hond í hond og talaðu so fagurt hvørt til annað. Her sótu for­eldur, abb­ar og omm­ ur, skyldfólk og bygdarfólk og lurt­aðu. Eitt mentanarligt ríkt viku­skifti, har frá­sagn­ir­ nar fríggja­kvøldið um seyð og seyðahald í Ment­an­ar­ húsinum rósaðust í sinn­ inum, og at enda vik­una undir ljóminum frá ork­estr­ inum, gevur tær eina dýpd av okkara fitta, lítla sam­fe­ lag. Fuglafjørður liv­ir sítt sæla lív í okk­ara frum­ment­ an (seyð­urin) og tí mus­iska (mynd­list­ini) og mus­ikalska.. okkara kæra horn­ork­estri. Claude De­bussy flutti seg. Hvussu ofta hevur orkestrið ikki flutt seg? Hugsi, hetta var fyrsta løtan, har ork­estr­ ið spældi í kirkjuni undir heit­in­um Matiné. Hetta var eis­ini ein góð lunnbót til alla­halg­anna­dag. Hesa løtu komu fleiri av teimum fram fyri teg, sum hava spælt við orkestrinum og nú liggja undir grønu­torvu... Jón­svein Poul­sen, Jógvan Óla­son, Finnur Olsen, Aksel Jac­ob­ sen, Jørleif Han­sen, Hans J. Hansen og diri­gent­ur­in Ken McLeod. Matiné leygarmorgunin 31. oktober í Fuglafjarðar kirkju Sel 25 jólakalendarar og hjálp eini heilari familju á jólum Tíðindaskriv Lat eina løtu av tíni tíð í nov­ ember og bjarga jólinum hjá eini fíggjarligari sperdari barna­familju. Í menniskjum góð­ur tokki leitar eftir sølu­ fólk­um í øllum bygdum og bý­um(uttan í Suðuroynni), sum kunnu ganga hurð frá hurð og selja okkara jóla­kal­ end­ara. Tær 2500 kr sum koma inn frá søl­uni av 25 kal­end­ ar­um gera, at fam­ilj­an kann keypa sær góð­an mat inn til høg­tíð­ina og børn­un­um tað gáv­una, sum tey so brenn­ andi ynskja sær. Fíggjarliga sperda fam­ilj­an nýtist ikki at stúra fyri høgtíðini, men kann gleða seg til nakrar góð­ar og hugna­lig­ar dagar sam­an við sín­um kæru. Tú kanst gera alla mun­in við at melda teg til sum sølu­ fólk og soleiðis rætta eini sperdari familju eina hjálp­ andi hond. Alt sum kemur inn frá søluni fer óskert til jóla­hjálp til fíggjarliga sperd­ ar familjur. Undanfarin ár hava útvið 400 fam­iljur havt tørv á eini hjálp­andi hond á jólum, onki er sum bendir á, at støðan hjá hes­um familjum er broytt sein­asta árið og tí er neyðugt aft­ur í ár at taka tøk saman, so øll børn í Føroyum kunnu gleða seg til jóla. Jólakalendarin er eis­ini ein lutaseðil, har høv­uðs­ vinn­ing­ar­nir eru tvær fam­ ilju­ferðir. Onnur er til til Mall­orca og hin til Disney­ land París. Har­um­framt ber til at vinna iPhone 6s , Xbox One 500 GB við tveim­um spølum, iPad Air, tram­polin, bókapakkar við barna- og ungdómsbókum og ein røð av gávukortum frá ym­isk­um handlum Til ber at melda seg til sum sølufólk á okkara heima­síðu www.takk.fo og á Í menn­iskjum góður tokki síð­ini á facebook. Í menniskjum góður tokki