týsdagur 3. november 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. november 2015 · Nr. 127
20
Sosialurin
Eirikur Lindenskov
Úrslitið hjá Bakkafrost í
triðja ársfjórðingi 2015 áðr
enn skatt var 212 milliónir
krónur samanborið við 255
milliónir krónur í triðja árs
fjórðingi í fjør. Úrslitið eftir
skatt var 168 milliónir krónur
samanborið við 211 milliónir
í fjør. Bakkafrost tók 13 tús
und tons av laksi í triðja árs
fjórðingi 2015.
– Úrslitið er heldur lakari
í hesum ársfjórðinginum
í
høvuðsheitum
orsakað
av hægri kostnaði. Hóast
hetta, góvu allar deildirnar
hjá felagnum avlop. Tá ið
nýggja brunnskipið »Hans
á Bakka« kom til Føroya
í triðja ársfjórðingi, tók
Bakkafrost eitt týðandi stig
í strategiini hjá felagnum
at lækka lívfrøðiliga váðan
og menna virksemið. Mark
naðarútlitini fyri komandi
ár eru góð, ongin vøkstur
í
útboðnum
væntast
á
heimsmarknaðinum,
sam
stundis sum økjandi eftir
spurningur er á øllum teim
stóru marknaðunum, sigur
Regin Jacobsen, stjóri á
Bakkafrost í tíðindaskrivi
í sambandi við, at felagið
hevur kunngjørt roknskapin
fyri triðja ársfjórðing í gjár.
Bakkafrost setti 2,8 milli
ónir smolt út í triðja ársfjórð
ingi 2015, sum er í samsvari
við útsetingarætlanina hjá
felagnum.
Rávørukeypið hjá Havs
brún fyrstu níggju mánað
irnar í ár minnir nógv um
rávørukeypið somu mán
aðirnar í fjør. Havsbrún tók
ímóti 10 túsund tonsum av
rávøru í triðja ársfjórðingi
2015, og rávørukeypið hjá
Havsbrún
fyrstu
níggju
mánaðirnar 2015 var 171 tús
und tons.
Nýggja
brunnskipið
»Hans á Bakka« kann føra
450 tons av livandi fiski og er
útgjørt við nýggjastu tøkni
og serstakari útgerð at loysa
uppgávur, t. d. avlúsing.
Íløgan í »Hans á Bakka« økir
flutningsorkuna og mink
ar lívfrøðiliga váðan. Eftir
at skipið kom til Føroyar, er
seinasta hond løgd á upp
seting av útgerð og roynd
arkoyringar.
Tann 30. september 2015
var nettoskuldin hjá Bakka
frost 182 milliónir krónur í
mun til 233 milliónir krónur
við ársenda 2014. Bakkafrost
hevði
ótroyttar
kredittir
á 802 milliónir krónur við
endan av triðja ársfjórðingi
2015, og solvensurin var 63
prosent.
MarknaðurinVaksandi
eftirspurningur
Eftirspurningurin eftir laksi
hevur verið vaksandi sein
astu árini orsakað av høga
vøkstrinum
á
nýggjum
marknaðum og støðugum
vøkstri á siðbundnu mark
naðunum.
Vøksturin í útboðnum av
aldum laksi á altjóða mark
naðinum verður væntandi
áleið 4 prosent í 2015 og 0
prosent í 2016 í mun til árið
frammanundan. Orsøkin til
avmarkaða vøksturin er, at
nógvir laksaframleiðarar eru
um at røkka fulla nýtslu av
verandi framleiðsluorku.
Vænta at taka 48.000
tons næsta ár
Bakkafrost væntar at taka
50.000 tons av laksi í 2015.
Útsetingin av smolti hjá
Bakkafrost í 2015 verður
væntandi um 10,4 milliónir
smolt.
Tøkumeting og útseting
av smolti er altíð tengd at
ávísari óvissu, m.a. lívfrøði
ligu gongdini. Lívfrøðiliga
støðan er sum heild góð í
Føroyum. Bakkafrost arbeið
ir áhaldandi við at tryggja
eina burðardygga alivinnu.
Í 2016 væntar Bakkafrost
at taka 48.000 tons av laksi,
og útsetingin av smolti í 2016
verður ætlandi 10,5 milliónir
smolt.
Málið
hjá
Bakkafrost
er, at umleið 40-50 prosent
av aliframleiðsluni verður
selt sum liðugvøra til fastar
prísir. Søluavtalur fyri liðug
vøru verða gjørdar fyri eitt
tíðarskeið millum seks til
tólv mánaðir. Bakkafrost
hevur avtalað umleið 78 pro
sent av framleiðsluorkuni
hjá liðugvørudeildini fyri
restina av 2015.
Mjøl, lýsi og fóður
Útlitini fyri framleiðsluni
av mjøli og lýsi eru tengd av
rávørumongdini, sum er tøk.
Kvoturnar fyri svartkjaft
í Norðuratlantshavi verða
væntandi lækkaðar, og tí
metir Bakkafrost, at tað er
sannlíkt, at framleiðslan av
mjøli og lýsi í 2016 lækkar frá
lutfalsliga stórari nøgd í 2015.
Størsti marknaðurin fyri
laksafóður hjá Havsbrún er
heimamarknaðurin, íroknað
fóðurnýtslan hjá Bakkafrost.
Mett verður, at samlaða
sølan av laksafóðri verður
79.000 tons í 2015. Treytað
av fóðurkeypi hjá kundum
uttanhýsis verður mett, at
samlaða sølan av laksafóðri
í 2016 verður 80.000 tons.
Íløgur fyri 1,37
milliard
Langtíðar íløguætlanin hjá
Bakkafrost fyri tíðarskeiðið
2014-2017 er 1.370 milliónir
krónur, harav væntast íløgur
fyri umleið 550 milliónir
krónur í 2015. Ætlanin hev
ur sum endamál at tryggja
framhaldandi besta kapp
ingarføri,
lívfrøðiligan
vøkstur, økja smidleikan í
framleiðsluni og minka lív
frøðiliga váðan.
Útlitini fyri laksamarkn
aðin komandi árið og áhald
andi denturin, sum verður
lagdur
á,
at
Bakkafrost
hevur eina framleiðslu við
munadyggum
eftirliti
av
kostnaðinum, eru við til at
økja um fíggjarligu møgu
leikarnar
hjá
felagnum.
Stóra eginognin í mun til
samlaðu ognirnar, saman við
atgongdini til altjóða fígging,
geva Bakkafrost fíggjarligu
styrkina
at
gjøgnumføra
stóru íløgurnar, sum eru fyri
framman.
Heldur slakari ársfjórðingur
VINNA
Bakkafrost hevði
212 milliónir
krónur í úrsliti
áðrenn skatt í
triðja ársfjórðingi
Fakta um Bakkafrost:
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum.
Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt-
og laksa¬aling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu
til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri (FOF)
er á Havsbrún í Fuglafirði, meðan alivirksemið
er kring oyggjarnar á 14 ymsum firðum.
Kryvjivirkini eru í Klaksvík, á Strondum og í
Kollafirði, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP)
er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskriv¬stova
felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur
samtakið um 700 fulltíðar starvsfólk.
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost