Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. november 2015 · Nr. 127 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hjartaliga takka við øllum, sum á ymsan hátt hjálptu til og sýndu umsorgan, tá ið elskaði maður mín og pápi okkara Jógvan Poulsen f. 08.07.1944 d. 13.09.2015 doyði og varð jarðaður. Ein hjartans tøkk til Heimatænastuna, starvsfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, øll, ið hava hava vitjað og ringt. Eisini ein tøkk til Hanus á Gørðum, prest, fyri vakra talu, Jóhonnu Jóhannessen, urguleikara, klokkara og degn. Tøkk fyri blómur, kransar og peningargávur. Ein tøkk til øll tykkum ið komu við kakum og hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Ein hjartans tøkk til øll tykkum, ið fylgdu Jógvani til síðsta hvíldarstað sín. Familjunnar vegna Sigrun, Óli, og Jan Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá Okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Kirsten Maria Simonsen f. 07.03.1926 d.18.08.205 andaðist og varð jarðað. Takk til Ingu Poulsen Dam, prest, fyri góð og troystarrík orð. Takk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Ein serlig tøkk til starvsfólkið á Sýnini, sum vóru um hana, tá hon búði har. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Sørvágs kirkju. Hannemia, Kári og Ivan v/ familju Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Erhard Johansen f. 01.07.1923 d. 03.10.2015 andaðist og varð jarðaður. Takk til Jógvan Fríðriksson fyri vøkur  og troystarrík orð í kapellinum, Símun  Jacobsen í kirkjuni og Jónsvein Beck til jarðarferðina. Takk til berarar, sangarar,  kirkjutænarar og gravarar.                  Takk til tykkum øll, sum á ein ella annan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum, og øllum tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Takk fyri blómur,  kransar og heilsanir. Takk fyri peningagávur til Sjóvar kirkju og Suðurstovu á Røktarheiminum í Runavík. Takk til tykkum øll, sum vóru um hann hesi seinastu árini. Ein serlig tøkk til starvsfólkini á Røktar-og Ellisheiminum í Runavík fyri umsorgan og kærleika, tíðina hann búði har. Familjunnar vegna Jónhild Ragnhild, Paula og Jonna v/ fam. Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma, langomma og olduromma Gerda Simonsen ættað úr Sørvági f. 30-08-1920 d. 14-08-2015 andaðist og varð jarðað. Takk til tykkum á Mørkini, sum vóru so góð við hana tey árini hon búði har. Takk til Emil Olsen, prest, fyri góð orð á Mørkini og í Kapellinum í Tórshavn. Takk til organistin og sangarnar. Takk fyri blómur og kransar og peningagávur til Mørkina. Tøkk til tykkum, sum bakaði til ervið. Tøkk til Sólsetur fyri góða hjálp. Takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til tað seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Halbjørg, Pauli og Ann við familju Barsilsavloysari til Fiskivinnuskúlan Fiskivinnuskúlin søkir avloysara fyri lærara í barsilsfarloyvi frá 1. januar 2016 og restina av skúlaárinum í hesum lærugreinum: Enskum B- og A-stig (7,5+5 t/v) og miðlakunnleika C-stig (3 t/v) Lærarar, sum hava undirvísingarførleika í aðrari ella báðum lærugreinunum, kunnu søkja. umsóknarfreistin er fríggjadagin 13. november 2015 kl. 12. Starvslýsingin sæst á heimasíðu skúlans: www.fiskvest.fo Fiskivinnuskúlin jakup.andreasen@skulin.fo Tlf. 424573 ella 221654 Sosialurin 341800 Skattalistin fyri árið 2014 Liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð frá 4. novembur til 16. novembur 2015 báðir dagar íroknaðir Oyrarbakki tann 02.11.2015 Sunda kommuna