týsdagur 3. november 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 4. november 2015 · Nr. 127
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Svenning av Lofti
Í eini grein skrivar
Heðin Mortensen,
borgarstjóri,
um
ymiskar ætlanir við
miðbýnum.
Hann
greiðir í miðlunum
frá um nakrar bygningar, sum
kommunan eigur. Hann vil, at
fleiri bygningar í miðbýnum, sum
kommunan hevur ræðið yvir,
kunnu nýtast til útvent virksemi,
sum fólkið fær gleði og gagn av.
Býráðsformaðurin nevnir eisini
at uppgávurnar hjá Tórshavnar
kommunu eru vaksnar nógv sein
astu árini.
Ein av uppgávunum, sum eigur
at fáa fremstu raðfesting, er at fáa
frið og ró í miðbýnum, sum nú er
vorðin mest átøkur ein vígvølli
hvørt vikuskifti. Mestsum hvørt
einasta vikuskifti verður onkur
sligin niður, sparkaður, stungin við
knívi ella neyðtøkuroynd gjørd.
Her má býarstjórn okkara gera
nakað fyri at steðga hesum.
Eg fyrireikaði vitjan av donskum
kóri fyrst í september mánaði í ár,
sum eitt vikuskifti búði á Hotel
Hafnia. Eini eldri hjún søgdu mær,
at tey høvdu ikki fingið svøvn í
eyguni náttina millum leygarkvøld
og sunnumorgun, tí fólk leikaðu í
úti á gøtuni. Hetta er stór skomm
fyri býin.
Las í dag á portalinum, at »løg
reglan fekk eina fráboðan eitt mid
náttarleiti, har ein 16 ára gamal
drongur var álopin. Sum skilst, so
hevur álopsmaðurin verið í trupul
leikum við løgregluna áður. Mað
urin, ið varð álopon fekk snuddir,
og varð koyrdur út á skaðastovuna
til nærri kanningar. Løgreglan
varð fleiri ferðir boðsend út á m.a
skeinkistøð, har fólk vóru í horna
tøkum«.
Meginorsøkin til alt hetta eru
drykkjustøðini,
sum
eru
opin
meginpartin av náttini. Fari at heita
á býarstjórn okkara um at steðga
hesum ólevnaði, sum oyðileggur
ungdóm okkara og ger, at fólk ikki
kenna seg trygg at ganga úti í Havn
seint á kvøldi.
Miðbýurin í Havn – mest átøkur
einum vígvølli um vikuskiftið
KJAK
Fuglafjarðar
Kommuna
Námsfrøðingar til Stropan at
byrja 1. Januar 2016.
Stropin er ein dagstovnur í byrjaði sítt virksemi í september 2012,
fyri børn úr ½ til 5 ára aldur.
Stropin liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran
náttúrliga setur sín dám á gerandisdagin.
Vit sóknast starvsfólkum, ið hava dirvið at seta dagsskránna.
Vit vænta tí at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert eitt menniskja ið
hevur eina jaliga tilgongd til lívið, dugir at samstarva, tekur ábyrgd,
tolir broytingar og dugir at seta tær hóskandi mál.
Vit bjóða tvey spennandi størv, ið eru í støðugari menning, har tú
kanst verða við at mynda og seta tín dám á stovnin.
Størvini eru á 40 tímar, og vit vænta at tit kunnu byrja 1. Januar 2016
Setanarviðurskifti
Størvini vera sett 1. Januar 2016.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Lønarstig 11-18 fyri Námsfrøðingar
Arbeiðstíð, mánadag til fríggjadag 07.15 – 17.00.
Skrivlig umsókn skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta
lagi mánadagin 16. November 2015 kl. 12.
Fuglafjarðar kommuna
Ennivegur 38
Fo-530 Fuglafjørður
Ella info@fuglafjordur.fo
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Siggu Óladóttir
Joensen, leiðari, telefon 238041, ella stropin@fuglafjordur.fo. –
www.stropin.fo