týsdagur 3. november 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
lýsingablað frá miðlahúsinum 4. november 2015
6
Ætlar tú tær at gera ein øðrvísi døgurða við
forkunnugum kjøti, so er bara at leita sær niðan í
slaktaradeildina í Miklagarði, tí har hava tey eina
ørgrynnu av forkunnugum villum kjøti at bjóða
sínum viðskiftafólki.
Tey eru neyvan mong, sum vita, at tú í
Miklagarði fært bæði búffar av kameli, bison,
krokodillu, strutsi, sebra og kenguru, umframt at tú
fært tjógv av bæði krúndýri og rádýri. Harumframt
finst alskyns villur fenaður í frystaranum. Nevnast
kunnu eitt nú Kanada-gás, skógardúgva, fasanur,
grádunna og annar fenaður.
Jørgen Jørgensen, slaktarameistari, sigur, at
tað er lutfalsliga stórur áhugi millum føroyingar fyri
villum kjøti.
Fólk í dag tora at royna okkurt nýtt. Fólk koma
eisini meiri víða um í heiminum, í mun til hvat
man gjørdi fyrr, og man er meiri opin fyri nýggjum
mentanum. Hetta síggja vit eisini í, at vit merkja
ein vaksandi áhuga fyri villum kjøti. Til dømis er
kenguru-búffur ógvuliga væl umtóktur. Fyri 30 árum
síðani royndi eg at bíleggja kengurukjøt heim til
Miklagarð, men tá seldu vit so at siga einki, greiðir
Jørgen Jørgensen frá.
Hann sigur, at tað eisini er nógv einfaldari í
dag, tí fólk kunnu finna uppskriftir á netinum uppá
mangt og hvat.
Vit kunnu sjálvandi vegleiða í, hvussu tú kanst
brúka kjøtið, men tað finnast óteljandi møguleikar
á netinum, sum fólk sjálvi kunnu leita fram, sigur
Jørgen Jørgensen.
Vaksandi áhugi
fyri villum kjøti
Í Miklagarði hava tey eitt rættiliga stórt úrval av villum kjøti av ymsum slag. Jørgen Jørgensen,
slaktarameistari, sigur, at áhugin millum føroyingar fyri villa kjøtinum er vaksandi
- ferðaskrivstovan, ið gevur tær bestu upplivingarnar
klaksvík · tórshavn
Grafix 504251
www.fonnflog.fo · 47 63 63 · fonnflog@fonnflog.fo
vit søkja skrivstovulærling
Søkt verður eftir
lærlingi til skrivstovu
okkara í Havn. Hevur
hetta tín áhuga, ert tú
vælkomin at hyggja
á heimasíðu okkara
www.fonnflog.fo fyri
meira kunning
Umsóknarfreistin er
15. novembur 2015
Gávukort
sum
jólagáva til
starvsfólk
Í fleiri ár hevur marknaðardeildin hjá SMS
selt gávukort, sum eru galdandi til allar
handlar í SMS. Gávukortini kunnu fáa við
ymiskum peningaupphæddum á, og tey eru
sera væl umtókt sum jólagáva bæði til børn,
ung og vaksin.
Hesi seinnu árini eru tað alsamt
fleiri og fleiri fyritøkur, sum eru farnar
at keypa gávukort úr SMS sum jólagávu
til síni starvsfólk. Á henda hátt kunnu
fyritøkurnar nevnliga nøkta tørvin hjá
einstøku starvsfólkunum. Tí meðan summi
ynskja sær døgurðamat í jólapakkanum
frá arbeiðsplássinum, so eru tað onnur,
sum ikki hava sama tørv, og sum ístaðin
kanska heldur ynskja sær klæðir ella onkrar
gávulutir.
Við SMS-gávukortinum fær starvsfólkið
tí møguleika til eitt nú at fara í Miklagarð
at keypa sær døgurðamat, um tað er tað, ið
man vil. Men tú kanst eisini velja til dømis
at fara í ein av klædnahandlunum at keypa
tær stás, at fara í annaðhvørt Body Shop
ella Matas at keypa smyrsl, ella okkurt heilt
annað.
Tí er SMS-gávukortið ein ógvuliga kær
komin jólagáva, sum øll kunnu fáa gleði av.