Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 6. NOVEMBER 2015 Vit skulu hava lív í Tinganes – ikki skrivstovur Tað er uttan iva skilagott at savna alla lands­ um­sit­ing­ina – ella øll aðalráðini, í sama um­hvørvi. Tað kann bara vera gott, tí nógv virk­is­øki kunnu leggjast saman og virka í felag fyri fleiri aðalráð. Tað er eisini skilligt, at landsstýrið roynir at savna ráðini í umhvørvinum kring Tinganes. Men er tað nú kortini tann skilabesta loysnin? Á privata marknaðinum síggja vit, hvussu stór virki miðsavna síni virkisøki á sama stað. Eitt dømi er Bakkafrost, sum savnar sítt virksemi á landi í stórum, nýggjum virkisbygningum á Glyvrum. Annað dømi eru bankarnir, sum í fleiri ár hava niðurlagt deildir kring landið – og sum tað síðsta hevur BankNordik savnað alt sítt virksemi í høvuðsstaðnum í einum bygn­ingi í Havn. Fyri bara tveimum mánaðum síð­ani vóru tey í minst fýra bygningum í Havn – og vara vit nøkur ár aftur í tíðini fóru bygn­ing­ar­ nir nógv fleiri í tali. Tað eru heldur ikki so nógv ár síðani, at øll um­sit­ingin hjá landsstýrinu var í Tinganesi. Tað var ikki fyrr enn fullveldislandsstýrið tók við í 1998, at ráðini vórðu flutt úr Tinganesi. Nýggja landsstýrið ætlar nú at venda gongd­ini og savna øll ráðini í Tinganesi. Men er tað nú tann skilabesta loysnin? Nógv verður tosað um at fáa lív aftur í býin. At fylla skrivstovur út í Tinganes bøtir ikki um trivinaðin og skapar ikki lív. Tað er heldur ikki tað besta skrivstovuumhvørvi, sum fæst burt­ur úr gomlu og friðaðu bygningunum á Tinga­nesi og í gomlu Havnini. Heldur átti landsstýrið at hugsa stórt og at gjørt sum BankNordik – bygt ein stóran bygn­ ing miðskeiðis í býnum, sum kundi hýsa øllum virk­sem­inum hjá landsstýrinum og kanska løg­ting­i­num við. Í einum slíkum bygningi kundu vit fingið all­ar tær funktiónir og allar teir hentleikar, sum nútíðin krevur. Tað fáa vit ikki í gomlu og hugna­ligu bygningunum í Tinganesi. Men teir kunnu brúkast til nógv onnur skil­a­góð endamál. Nógvar íbúðir kundu verið gjørdar í Sjóvinnubankanum – fyri ikki at tala um, um vit royndu at bøta skaðan, sum bank­in gjørdi á umhvørvi í tríatiárunum, tá bygn­ ingurin varð bygdur. Vit fáa ikki gomlu húsini aft­ur – men vit endurskapt smølu Gongina aftur við at skipa økið í tráð við tað, sum var. Tað hevði ganga býnum, um­sit­ing­ini – og ikki minst pol­itiska arbeiðinum. Hann vil hava 21,3 millónir til »banka­bygn­ing á Kongabrúnni«. Men har er eingin bankabygningur... – Tað er bygningurin á Kongabrúnni, har trygg­inga­r­felagið Trygd helt til... Soleiðis skrivar landsstýrið í umbønini um eyka­játtan. Bygningurin hjá Sjó­vinnu­bank­an­ um í Gongini í Havn, sum er úrslit av yvir 80 ára gamlari vandalismu í Havn, er ikki á Konga­ brúnni, men í Gongini ella undir Kjallara. Kongabrúgvin er hinu megin vágna – framm­an fyri Trygg­ing­ar­fel­agið Føroyar. Konga­brúgv­in varð gjørd í sambandi við fyrstu konga­vitjan í Før­oyum, tá »Europas svig­er­far«, Kristian 9. kong­ur og Valde­mar prins­ur vitjaðu í Før­oy­um tann 25. juli í 1874 – á veg til Íslands at há­tíð­ar­halda 1.000 ára dag­in fyri landnám í Íslandi. Tað var ta ferðina, at A. C. Lützen, borg­ ar­stjóri, small deyður í føvningin á kongi, tá hann helt vælkomurøðu fyri honum á Konga­brúnni. A. C. Lützen er hin fyrsti av Lüt­zen-ættini í Føroyum og tí ættfaðir øll, ið bera lützennavnið – og fleiri afturat. Sjóvinnubankin – appelsingula økið á myndini – hevur adressu í Gongini. Brúgvin framm­an­fyri eitur »undir Kjallara« – nevnd eftir kjallarunum í teimum átta húsunum, sum hvurvu, tá bankin bygdi. Brúgvin verður eisin rópt Müllersbrúgv ella Evensensbrúgv. Eftir teimum báðum H. C. Müller, sýslu­manni og J. P. Evensen, keypmanni. – So góði løgmaður. Tú keypir altso eina ogn í Gongini, ella undir Kjallara ella á Müllers ella Evensens brúgv. Men ikki á Kongabrúnni! Gloymið Tinganes – byggið nýtt LOYALUR TINGMAÐUR Les eisini blaðið á telefonini Ikki stjala november Barbara Holm Klumma á síðu 19 Danir vita lítið um Føroyar Martin Breum síða 22-23 Visti tú? At føroyingar standa fyri einum fjórðingi av gistingunum í føroyskari ferðavinnu Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður í blaðnum í dag »Eg havi ongantíð alment funnist at mínum partamonnum ella samgongufeløgunum. Gert tú tað verður støðan verri í síðsta enda« Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri EINGIN BANKI Á KONGABRÚNNI So sum so við geografiini hjá løgmanni Heilsufrøðiliga Starvsstovan funnið møguleikar Tað hevur verið funnist at Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fyri at nokta vælgerandi felgasskapum og fólkum at lata mat, ið er farin um datomerkingina. Í gjár sendi Heilsufrøðiliga Stavsstovan út skriv, har tey vísa á, at summar útgingnar matvørur kunnu brúkast til vælgerandi endamál. Talan er um heila frukt, grønmeti og líknandi matvørur, ið ikki eru datomerktar, og um matvørur, sum eru merktar ”heldur sær í minsta lagi til”. Kanska kundi Heilsufrøðiliga Stavsstovan víst á hesar møguleikar beinanvegin, tá ið tey samstundis peikaðu á trupulleikar við hjálpini! Tað ber til at hjálpa við mati VÆLGERANDI ENDAMÁL