Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2015 SOSIALURIN 128 4 Prísirnir á flogferðaseðlum á altjóða marknaðinum eru nú teir lægstu í seks ár Kappingin millum flogfeløgini á altjóða marknaðinum og lágur oljuprísur gera, at prísirnir á flogferðaseðlum nú eru teir lægstu í seks ár. Líkamikið, um fólk ætla sær at flúgva langan ella styttri tein, eru prísirnir í miðal munandi lægri, enn teir hava verið. Samanborið við somu tíð í fjør, eru prísirnir nú 10 prosent lægri, og roknað verður við, at prísirnir fara at falla meira komandi tíðina. Hetta vísur ein greining hjá felagnum Travelmarket. Umframt eina harða kapping á flogferðslumarknaðinum eru lágu oljuprísirnir ein høvuðsorsøk til, at prísirnir á flogferðaseðlum eru lækkaðir so nógv. Altjóða flogferðslufelagið IATA metir, at prísurin á ”jet fuel” er fallin við næstan 40 prosentum seinasta árið og er nú tann lægsti í 10 ár. Stóra flogfelagið Ryan­air hevur júst kunngjørt eitt avlop á 10,5 milliardir krónur fyri fyrra hálvár, og tað er meira enn ein triðing størri avlop samborið við somu tíð í fjør. Ein orsøk til stóra avlopið er, at felagið hevur spart oljuútreiðslur. Sunnudagin verður minningarhald fyri børn, sum eru farin. Minningarhaldið verður sum vanlig gudstænasta í Havnar Kirkju, men áðrenn gudstænastuna er høvi hjá teimum, sum vilja, at tendra ljós og at minnast børnini í stillum. Hanus á Gørðum, prestur, prædikar, og Døgg Nónsgjógv fer at syngja og spæla. Eftir gudstænastuna verður ein drekkamunnur í Posthúskjallarinum. Felagið Pinkubarnadeyði tók stig til minningarhaldið í november 1997. Undirtøkan var so mikið góð, at avgjørt var at gera hetta til ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast mista barn sítt – sama nær og hvussu tey mistu tað. – Tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika. Vit náddu at knýta sterk bond til børn okkara, sama um tey vóru fødd ov tíðliga, tá tey skuldu, ella um vit hava livað saman við teimum, sigur felagið. – Tá ið vit tendra ljós í kirkjuni fyri børnum okkara, er tað eitt tekin um kærleika og at børn okkara enn lýsa í hjørtu foreldranna, sigur felagið Pinkubarnadeyði. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 10-18 m/s 10-15 m/s 5-10 m/s 10-15 m/s 13-13 m/s 5-10 m/s av suðri, seinni vaksandi upp í 10-15 m/s av landsynningi. Turt, men sum frálíður regn. Um náttina 10-15 m/s av landsynningi, upp í 18 m/s í støðum. Klárt veður, men onkur æl. Hitin alt døgnð millum 7 og 10 stig. Mánadagur 8-13 m/s millum norðan og útnyðring. Regn, men seinni klárari og ælaveður. Hitin um dagin millum 7 og 10 stig, um náttina millum 4 og 7 stig. Týsdagur 5-10m/s av útnyðring. Mest turt veður og nakað av sól. Hitin millum 3 og 8 stig. 8-13 m/s av útsynningi, seinni minni vindur av landsynningi. Mest turt og nakað av sól. Um náttina 10-15 m/s av eystri og nakað av regni. Hitin millum 7 og 10 stig. 10-15 10-15 m/s av útsynningi. Nakað av sól, men eisini onkur æl. Hitin millum 5 og 10 stig. Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Hvør dagur er ein nýggjur møguleiki at broyta lívið« Sæð á Facebook: »Skal mann hava útseldar konsertir og eykakonsertir sum tónleikari í Føroyum, so skal mann bara spæla, at mann er onkur annar.« Nýggj føroysk kanning staðfestir, at PCB og líknandi evni kunnu hava ávirkan á sáðgóðskuna hjá monnum. Føroyingar fáa serliga PCB frá grind og spik, og enn einaferð er staðfest, at hesin maturin er ikki tann besti fyri fólk. Tilráðingin frá Landslæknanum er, at fólk halda seg frá at eta tvøst og spik, tí tað er ikki egnað sum mannaføði. Og nýggja kanningin staðfestir, at eksponering av PCB kann viðføra nøringstrupulleikar seinni í lívinum. Pál Weihe, granskari, heldur, at vit hava tørv á meira gransking fyri at finna útav, hvussu hesi skaðiligu evni ávirka búningina av testiklunum og teirra virki. Georg L. Petersen er nýggjur blaðstjóri á Dimmalætting. Team Rynkeby, sum var mannað við 33 liðum úr fimm londum, savnaðu í summar 48,1 milliónir krónur til stríðið ímóti barnakrabba. Syrgiliga flogvanlukkan í Egyptalandi leygardagin var eitt álop hjá IS, meta amerikanskir og bretskir myndugleikar. KJ á Kamsdali hevur nú latið tvíkilju nummar 40. Tvíkiljan var seld til alibrúk í Hetlandi. Heimsins størsta reiðarí, Maersk Line, ætlar at niðurleggja 4.000 arbeiðspláss næstu tvey árini. Eksponering av PCB og øðrum líknandi evnum kann hava árin á sáðkyknur. Tað staðfestir nýggj kanning av føroyskum monnum. Fyrrverandi býráðslimur í Havn fær treytaðan dóm á 30 dagar fyri heimildarsvik á stovni hjá kommununi. »Sáð« Nógv bíligari at flúgva kring heimin Minnast mistu børnini FLOGFERÐSLA MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt gistingar fleiri hava verið í ferðavinnuni fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár saman­ borið við somu tíð í fjør 14.000 MANGT OG HVAT Visti tú? at ein triðingur av fólkunum, sum gista hjá føroysku ferðavinnuni, búgva í Danmark MINNINGARHALD Prísurin á brennievni til flogfør er lækkaður 40 prosent seinasta árið (lívfr.) væta við sáðkyknum úr teimum mannligu kynskertlunum Tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum