hósdagur 5. november 2015síða 40
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2015
SOSIALURIN 128
40
M
eðan eg mikukvøldið
í síðstu viku, í viku 44,
sum hon eitur á nú
tíðarmáli, og hugdi eftir
high five telduspælinum, sum varð sent
beinleiðis úr Hørpuni í Reykjavík, ætlaði
eg oftari enn eina ferð at skifta rás og í
staðin fyri síggja Man. United tapa enn
ein steypadyst.
Norðurlandaráðið skipaði fyri í
Reykjavík, og ein triðingur var á enskum.
Tá tey løgdu frá borði við berføttari Eivør
við trummudanstrummu, hugsaði eg
OMG ella HMG, hatta boðar ikki
frá góðum, sløkk ella flyt.
Men tað gjørdi eg ikki, tí
nú kann Norðurlandaráðið
heldur ikki longur lata
virðislønir uttan at brúka
handan Oscar sum fyri
mynd: and the winner
is....
Spennandi hóast
alt at fáa at vita, hvør
vinnur. Tað er ov drúgvt at fara at
leita á netinum aftaná, tí miðlarnir
í londunum, sum vinna, nevna bara
síni egnu landsfólk, sum vinna.
Meðan eg hugdi, fór eg
at hugsa um virðislønar
samkomuna hjá Norð
urlandaráðnum í
Oslo í 2003.
Ta ferðina fekk sámiska Mari Boine
(offisielt er hon norsk í Norðurlanda
rráðshøpi) tónlistarvirðislønina.
Hon helt eina takkarrøðu, sum var
øðrvísi enn aðrar. Hon var nógvar ferðir
betri.
Tí í miðjari røðuni hendir nakað púra
óvæntað. Hon fer at tosa um politikk.
Og tað er strangliga bannað at tosa um
politikk í norðurlendska samstarvinum.
Sum ein segði, norðurlendska samstarvið
er to come each other with.
Politikkur er eitt ljótt orð, eitt fuckorð.
Mari Boine segði, at tá hon fekk at
vita, at hon fekk hesa stóru virðisløn,
spurdi hon ein vin, sum hon plagdi at
ráðføra seg við, um sámarnir framvegis
ikki vóru við í Norðurlandaráðnum.
Nei, svaraði vinurin, vit eru bara har
sum eygleiðarar.
Hví eru vit ikki við?, spurdi Mari.
Millum annað tí, at vit eru ikki ein
tjóð, eitt fólk við egnum landi, var svarið,
hon fekk.
So segði Mari Boine, at meðan hon
hugsaði um hetta, at sámar ikki hava
sítt egna land, hóast sámar so avgjørt
eru eitt heilt annað fólkaslag enn onnur
í Norðurlondum, kom hon av tilvild fram
á bókina Samer og nordmenn. Hon
avgjørdi, segði hon, at brúka nakrar
krónur av virðislønini at keypa nakrar
bøkur fyri. Og, segði hon so, hon fór at
geva leiðarunum í sendinevndunum hjá
londunum á ársfundinum hjá Norður
landaráðnum, norska forsætisráðharr
anum, norska løgmálaráðharranum og
formanninum í norsku rættarnevndini
bókina sum gávu.
Og so las hon fyrstu reglurnar í
bókini, sum eru ein hvøss atfinning móti
norska politikkinum móti sámunum
og ein samanbering við Ongland og
Avstralia. Ongland lýsti fyrst í 1770unum
Avstralia at vera eitt terra nullius. Tey,
sum vóru har, tá onglendingar komu,
høvdu eingi rættindi.
Og so fór Mari Boine oman av pall
inum og gav Kjell Magne Bondevik,
forsætisráðharra, sum sjálvandi sat á
frátiknum stóli fremst, bókina Samer
og nordmenn.
Sjálvur hevði eg skorað meg fram til
ein stól har frammi og upplivdi so at siga á
fremsta beinki hesa næstan óveruliga løtu.
Tað var sterkt og ógloymandi, tá
sangarin gav forsætisráðharranum
greiða politiska boðskapin. Honum
dámdi einki óvæntaðu støðuna, tað sást.
Í Hørpuna var eingin politikkur,
bara blabla og meira blabla, vánaligt
undirhald og tvætl og øll eru so fólkalig,
at tey klappa fyri øllum.
Tað var kortini ikki tí, at Norðurlanda
húsið sorgarflaggaði lágt sunnudagin.
And the winner is.....Mari Boine.
Røðan hjá Mari Boine var í tíðarriti
num Nordic Sounds – ja, okey, á enskum,
tí tíðarritið er á enskum. Eg fann hana
ikki aðrastaðni.
Røðan er á www.dvm.nu/periodica/
ns nummar 1 í 2004.
Hørpudiscoóljóð vs Mari
Henning Nicodemussen
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
MYND: HEINESEN MYNDIR
Yrki: Grafikari/tónleikari
Bústaður: Tórshavn
Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin?
– Puha, har hevur verið nógv uppi og vent gjøgnum
dagar og ár: Pilot, lærari og einaferð var tað frisør.
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
– Vit vilja hava tann størra búffin.
Hvat burdu børn vitað um tað at verða vaksin?
– Teimum nýtist ikki vita nakað um at vera vaksin.
Haldi, vit kunnu læra tey ábyrgd sum børn og lata
tey fáa frið at vera børn, so leingi sum teimum lystir,
og sleppa at vera vaksin, soleiðis sum tað passar
teimum best.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til
veruleika?
– Gjørdi mær eitt rúm fast í garasjuni, ið er
mítt studio, skrivstova og trummugoymsla –
smádreingjadreymurin.
Enda setningin: Um eg tordi, hevði eg…
…málað tað ovasta á húsunum sjálvur, men eg havi
hæddarskrekk.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
– Tolsemi.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
– 4. november 2015. Eg kundi sita uttanfyri
við havaborðið og drekka kaffi í allar
fagrasta veðri
Tað seinasta, tú hevur lært, er at:
– Føroyingar eru meira til vulgerar
tápuligar halloween-kostumur enn
intelligentar og gjøgnumhugsaðar
kostumur.
Tann støðuga ringa samvitskan snýr
seg um, at eg…
… gjarna vil levera allar mínar
arbeiðsuppgávur til tíðina.
Enda setningin: Føroyingar áttu at…
– Hjálpt og stuðlað hvørjum øðrum
meira, heldur enn at missunna hvørjum
øðrum eitthvørt.
BAKSÍÐAN