týsdagur 10. november 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 46 • 9. NOVEMBER 2015
12
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Runavík
Vilmund Jacobsen
H
já Rafik er navnið á nýggjum
matstaði á Glyvrum, sum læt
upp í síðstu viku. Tað er sonur
Rafik Bourbiaa, 18 ára gamli David,
sum er stjóri í fyritøkuni, og við sína
lið hevur hann pápan, sum ikki minst
er kendur fyri matstaðið Rafiksa, sum
átti og rak á Høgabóli í Saltangará í
meira enn 20 ár.
Rafik, sum er ættaður úr Tunesia,
men sum hevur búð í Føroyum í skjótt
30 ár, hevur í nøkur ár eisini havt mat
stað í Havn.
Er tað nakar í Føroyum, sum hevur
gjørt sítt navn kent innan pizza-økið,
er tað Rafik Bourbiaa.
Nýggja matstaðið á Glyvrum liggur
millum Glyvra skúla og Missiónshúsið,
og tað var her, at Herdis Gaardbo
hevði kiosk í nógv ár.
Soleiðis, sum viðhefta mynd vísir,
er fyri eini tíð síðan ein stórur platt
ur - ella terass - bygd niðanfyri inn
gongdina Hjá Rafik.
20 ymiskar pizza
Hjá Rafik, sum hevur 20 ymiskar
pizza’ir í síni matskrá, fer at hava opið
frá og við sunnudegi til og við hósdag
frá klokkan 17-24, og fríggjadag og
leygardagar frá klokkan 17-01.
– Vit selja pizza, shawarma og all
an vanligan grillmat, sigur Rafik Bour
biaa, ið gleðir seg at bjóða viðskifta
fólki vælkomnum inn á gólvið, sigur
Rafik Bourbiaa.
Vikublaðið kann til stuttleikar
nevna, at úr úrvalinum av pizza er eitt
nú nummar 15, sum er Rafik Special
og nummar 20, sum er Dávid Special.
Vilmund Jacobsen
Tað er Allan Poulsen, ið eigur og rekur
AP Handverk.
Fyritøkan húsast í rúmligum
smiðjubygningi á Rituvíkarhálsi á
adressuni Ennigøta 6. Her hevur AP
Handverk havt sína smiðju síðan no
vember í 2009. Allan, sum er útbúgvin
maskinsmiður, hevur eisini roynt
sjólívið, bæði umborð á útlenskum og
føroyskum skipum.
– Vit fáast mest við sveisiarbeiði,
og vit taka okkum av øllum vanligum
smiðjuarbeiði.
Hann sigur, at AP Handverk javnan
hevur arbeitt umborð á skipum hjá
reiðarínum Thor í Hósvík. Her hava
teir bæði skift stál, sveisað rør og
hava annars gjørt ymiskt umvælingar
arbeiði og smærri broytingar, sum
reiðaríið hevur ynskt.
– Vit hava arbeitt umborð á skipum
hjá reiðarínum bæði fyri og eftir klass
ing – alt eftir, hvat brúk hevur verið
fyri, sigur Allan.
Hann vísir á, at eitt slíkt felag sum
Thor skapar nógvar positivar ring
virkningar, ið eisini dryppa á aðrar
føroyskar fyritøkur.
– Tá nógv er at gera, havi eg fólk
at hjálpa mær í fyritøkuni, og tað er
gott at hava fólk at heita á, sigur hann
Ymiskt virksemi
Allan Poulsen sigur, at AP Handverk
tekur ímóti øllum fyrispurningum um
vanligt smiðjuarbeiði.
– Í smiðjuni havi eg øll vanlig
smiðjuamboð, og her havi eg eisini
maskinu til dekkskift til vanligar per
sónbilar. At skifta dekk, gera oljuskift
og onkur smáttaríir er eisini partur av
virkseminum, men eg átaki mær ikki
størri mekniskar bilumvælingar.
AP Handverk hevur arbeitt eitt
sindur fyri Runavíkar havn, og her
hevur talan mest verið um jarnarbeiði.
– Vit hava eisini loyst uppgávu fyri
Salmon Proteins á Eiði, har nýggjur
kókari varð settur upp fyrr í ár.
Allan sigur, at uppgávurnar, sum
AP Handverk tekur sær av, kunnu vera
rættiliga ymiskar.
– Vit hava sett onkra maskinu í
bát og hava gjørt ymiskar maskin
umvælingar í bátum. Vit hava eisini
skift onkrar ketlar í sethúsum, og onk
ur radiatorur er fluttur. Hetta eru alt
arbeiði, sum vit kunnu átaka okkum.
Fyrispurningar
Á facebook-síðuni - AP Handverk -
sæst ymiskt, sum fyritøkan hevur
gjørt.
- Eg eri altíð til reiðar at svara
fyrispurningum á tlf. 221962 - ella
um teldupostin handverk@olivant.fo,
sigur Allan Poulsen.
AP Handverk loysir smiðjuuppgávur
Er tað smiðjuuppgávur, eitt nú sveising, dekk-ella oljuskift á persónbilum - ella, tú skalt
hava nýggjan ketil heima við hús - er AP Handverk á Rituvíkarhálsi eitt gott boð
Feðgarnir, Rafik og David Bourbiaa, hava latið upp nýtt matstað á Glyvrum,
og teir selja bæði pizza, shawarma og allan grillmat
Rafik Bourbiaa, sum er ættaður úr Tunesia, hevur búð í Føroyum í skjótt 30 ár. Hann
átti og rak Rafiksa á Høgabóli í Saltangará í meira enn 20 ár
– Vit hava loyst ymiskar uppgávur, eitt nú fyri Salmon Proteins á Eiði,
har nýggjur kókari varð settur upp fyrr í ár, sigur Allan Poulsen
Hjá Rafik nýtt matstað
á Glyvrum