Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 46 • 9. NOVEMBER 2015 22 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Heilsa Vilmund Jacobsen Hjúnini, Janus og Fía Norðberg, vóru í oktober í ár á umtókað heilsu­hotell­ inum í Íslandi, The Icelandic Health Hotel. – Fyri nøkrum árum síðan var eg við til eitt átak í Miðlahúsinum, har greitt varð frá um heilsuhotellið, og eg havi síðan hugsað um at vitjað stovnin. Tú verður ikki yngri, sum árini ganga, og onkusvegna hugsar tú kanska eisini meira um heilsuna. Eg havi svomið nakað, og eg havi verið aktivur í golf. Kona mín hevur eisini svom­ið regluliga, og hon hevur svomið meira enn enn havi gjørt. So, vit hava ikki verið heilt eiðasør í so máta. Í aðrar mátar havi eg eisini hildið, at vit hava etið rímiliga sunt. Tað sigur Janus Norðberg. Hann vísir á, at kona hansara hevur fingið staðfest diabetes 2 og hevur tikið heilivág fyri sjúkuna. Sjálvur hevur hann eisini havt ávísar trupul­ leikar við óregluligari hjarta­rútmu, sum hann eisini hevur tikið heiliv­ág fyri. – Tá tú lesur um heilivág av ymisk­um slag og sært, hvørji hjá­árin heilivágur kann hava, gerst tú skept­ iskur og hugsar um, hvørji alternativ møgliga eru. Sjálvur gjørdist eg meira kaldur í kroppinum, tá eg tók heilivágin móti óregluligari hjartarútmu. Vaskaðu “talvuna” Tað passaði Janusi og Fíu væl at fara til Íslands rundan um heystfrítíðina í ár, og tey lata bæði sera væl at uppi­ haldinum og tí, tey fingu burtur úr á heilsuhotellinum í Íslandi. – Longu, meðan vit vóru í Íslandi, gavst kona mín at taka tablettirnar, hon hevur tikið fyri diabetes 2, og kort­ini gjørdust øll tøl hjá henni “nor­mal”. Beint nú tekur hon ongar tablettir fyri sjúkuna. Tølini hava fram­haldandi verið góð, og nú fáa vit at síggja, hvussu verður, tá tíðin gongur. Spurdur, hvat tað er sum ger, at tølini eru komin upp á pláss, tó at hon ongan heilivág tekur, sigur Janus, at hetta í fyrsta lagi snýr seg um kost og samansetingina av kosti og motión. – Á heilsuhotellinum byggir kost­ vegleiðingin á vísundaligar kanningar. Í fyrsta lagi reinsar tú likamið út við at eta eina heilsugóða samanseting av mati, sum í stóran mun byggir á grønmeti, fruktir, fruktsevju og ymiskt annað úr fríska umhvørvinum - á landi og sjógvi. Tú luttekur í ymiskum aktivitetum, og tú gongur túrar saman við øðrum, tú ert saman við og sum - eins og tú - vilja broyta sínar matvanar og sítt lív. Stemningurin er góður, fólk eru positiv og samanhaldið er framúr. Hann vísir á, at heilsuhotellið ligg­ ur væl fyri, og tað er bara eitt korter at koyra til Bláa Lón. – Tú luttekur á áhugaverdum fyri­lestrum, og tú fært vaskað inn­ aru talvuna reina við dyggari kost­ ráðgeving. Tú verður ógvuliga moti­ veraður, og tú fert at hugsa nógv meira um, hvat tað er, tú stappar í teg, tá tú etur. Tú fært stutt sagt eina orku, sum vil nakað og sum veruliga munar móti tí máli, tú vilt røkka. Eingin heilivágur Janus Norðberg vísir á, at uppihaldið á heilsuhotellinum eisini hevur ført til, at hann heldur ikki tekur heilivágin longur fyri óregluliga hjartarútmu, og hann hevur tað nógv betri enn áður, eins og kroppurin ikki kennist líka kald­ur, sum tá hann tók heilivágin. – Sjálvt um eg tók heilivág fyri óregluliga hjartarútmu, hjálpti tað mær ikki, tí rútman var kortini óreglu­ lig. Nú, eg havi verið í Íslandi og havt lagt kostin um, er hjartarútman - uttan heilivág - nógv betri. Hann sigur, at hvørki hann ella konan ætla at lata heilivági liggja, um tað seinni fer at vísa seg, at hann verður neyðugur, og læknin hjá teim­ um heldur, at heilivágurin ikki kann umverast, sum tíðin gongur. – Men, fyribils er úrslitið tað, at hvørki av okkum tekur heilivág, og vit hava tað nógv betri nú, enn áðrenn vit vitjaðu heilsuhotellið. Tað er tí eingin ivi í okkara sál um, at umlegging av kosti og motion og góður hugburðurin annars hava givið okkum eitt veruligt og positivt skump í rætta endan. Janus Norðberg vísir á, at kona hans­ara hevur roykt í nógv ár, og vitj­ anin í Íslandi hevur eisini ført til, at hon hevur lagt sigarettirnar á hilluna og mungar slett ikki eftir teimum. – Eg tapti næstan seks kilo í Íslandi og Fía, sum altíð - og í allar mátar - hevur verið ein snøgg kvinna, tapti fýra kilo. Eg føli meg lættari og kundi væl hugsað mær at sloppið av við eini tvey kilo aftat. Ber saktans til Hann sigur, at tankin hjá mongum er, hvussu tey kunnu umvera at drekka mjólk, eta ein stoktan búff ella, hvat tað nú kann vera, sum tey plagdu at leingjast eftir. – Jú, tú kanst saktans umvera alt hetta, um tú vilt. Tað er bara spurn­ ingurin um at vera motiveraður, og er tað nakað, tær ikki vantar í umhvørvinum á heilsuhotellinum í Íslandi, er tað motivatiónin. Janus Norðberg vísir á, at enda­ málið við kostráðgevingini á heilsu­ hotellinum er menna likamið til at gera arbeiði, sum heilivágurin annars skal gera í kroppinum. – Munurin er bara, at tú eingi hjáárin fært av heilsugóðum kosti, meðan tú valla kennir hjáárinini av heilivági, leggur hann aftrat. Janus og Fía hava vaskað talvuna reina - Sjálvt um eg tók heilivág fyri óregluliga hjartarútmu, hjálpti tað mær ikki, tí rútman var óreglulig kortini, og kroppurin kendist kaldur. Hvørki eg ella konan, sum hevur diabetes 2, taka heilivág í løtuni, og vit hava tað bæði nógv betri. Nú fáa vit at síggja, hvussu langt hetta røkkur, sigur Janus Norðberg, sum saman við konu síni var á heilsuhotellinum í Íslandi í oktober – Fyribils er úrslitið av vitjanini á heilsuhotellinum í Íslandi, at hvørgin okkara nú tekur heilivág, og vit hava tað nógv betri nú, enn áðrenn vit vitjaðu heilsuhotellið, sigur Janus Norðberg