týsdagur 10. november 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 46 • 9. NOVEMBER 2015
28
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Heilsa
Fara gongutúrar
á Tenerifa
Arne Vatnhamar skipar fyri páskaferð til Tenerifa, har spennandi gongutúrar eru á skránni
Arne Vatnhamar skipar fyri ferð til Tenerifa, har gongutúrar verða á skránni
V
atnhamar Adventures varð
sett á stovn í sambandi við, at
Arne Vatnhamar gjørdist fyrsti
føroyingurin, ið kom upp á heimsins
hægsta tind, Mount Everest.
Endamálið hjá felagnum er at
skipa fyri túrum við øðrum og øðrvísi
innihaldi enn sól og strond.
– Mín áhugi fyri fjøllum og mínar
royndir havdar í huga, so er fokus á
gongutúrar við einum ferili av fjalla
klintring uppi í hæddunum, har tú
merkir ta tunnu luftina, sigur Arne
Vatnhamar í frágreiðing um felagið.
– Tað er mín ákoðan, at tú kanst
flyta teg mentalt við at seta krøv til
kropsligan førimun, og hetta speglast
aftur í ferðaútboðnum hjá felagnum.
Tó, so verður skipað fyri túrum, ið
egna seg til bæði tey royndu og tey
óroyndu gongufólkini, sigur hann.
Ferð til feriuoyggj
Vatnhamar Adventures skipar javnan
fyri gongutúrum í Danmark, og undir
tøkan hevur verið góð. Hesir túrar
kunnu brúkast sum einstakir túrar,
men eisini sum fyrireiking til eitt sind
ur meira krevjandi túrar á ferðum.
Ein av ferðunum verður til kanar
isku oynna Tenerifa á páskum. Ferðin
varðar í sjey dagar, og skipað verður
fyri trimum gongutúrum.
Hæddarpunktið á hesari ferð
verður gongutúrurin niðan á Pico
del Teide, ið er 3.718 metrar høgt.
Tá verður farið til gongu um náttina,
og umleið 10 tímar seinni kunnu fólk
njóta sólarris frá toppinum.
Gingið verður annanhvønn dag, og
tískil verður eisini ríkiligt høvi at njóta
sólskinsoynna á annan hátt.
Ferðin til Tenerifa verður frá 24. til
31. mars.
Øll foreldur munnu kenna til, at
børnini ikki vilja sova ella hava trupult
við at sovna. Nýggjar fløguútgávur
bjóða sær nú til at hjálpa foreldrum
við at fáa børnini at sova.
»Mamma eg eri tyst«, »Babba
eg kann ikki sovna«, »Mamma eg
eri bangin«, »Babba eg vil pissa«,
»Mamma eg eri køld/kaldur«, »Babba
tað skriðar á nøsini«, »Mamma, mín
bamsa kann heldur ikki sova.«
Hetta eru ivaleyst útsagnir, sum
foreldur hava hoyrt, og tey kenna
helst eisini hesar frá teimum størru
børnunum: »Eg eri ikki troytt«, »Eg
skal líka spæla liðugt« og »Kann eg
ikki verða eitt sindur longri uppi?«
Børnini hava brúk fyri svøvni og
hvíld, og tú kundi kanska eisini hugsa
tær at fingið tíð til tína sjálvan eina
løtu – kanska við einari bók, framman
fyri sjónvarpið ella við telduna.
Skapa nýggjar sovivanar
Nú vilja føroyskar fløgur hjálpa tær
at skapa nýggjar sovivanar hjá børn
unum.
Seks fløgur eru týddar til føroyskt
og fáast nú til keyps kring landið.
Fimm fløgur eru til børn og ein
til vaksin. Hetta er fløgur við góð
um uppbyggjandi søgum til sjálvs
kensluna, og tær hjálpa einum til
at fella til ró. Tann blíða tónleikin
eigur Fegin, og Vivian Sjóðklett hevur
tosað inn. Tilfarið er ogn hjá Carsten
Sommerskov, sum hevur givið út eina
ørgrynnu av slíkum fløgum.
Hesar fløgur eru týddar til átta
ymisk mál.
Meira fæst at vita um útgávurnar á
heimasíðuni kunstterapi.fo
SØTIR
DRYKKIR
KOSTA LÍV
Fólk, sum drekka
sodavatn dagliga,
eru í størri
vanda fyri at fáa
hjartatilburð
Tað eru nógvar góðar orsøkir til at
ansa eftir søtum drykkum í ger
andisdegnum. Eitt er, at tú kanst
taka uppá, men aðrir heilsutrupul
leikar kunnu eisini standast av
ov nógvar nýtslu av sodvatni og
líknandi drykkum.
Heilsutíðarritið
Circulation
hevur mett, at 184.000 vaksin
fólk doyggja á hvørjum ári orsaka
av sukursøtum drykkum.
Ein nýggj svensk kanning, sum
hevur fylgt 42.000 svenskum
monnum í 12 ár, hevur staðfest,
at teir menn, sum drekka tvær
sodavatnir ella meira um dagin,
eru í 23 prosent størri vanda fyri
at fáa hjartatilburð. Frágreiðingin
var í farnu viku kunngjørd í British
Medical Journal.
– Boðini, vit kunnu geva fólki,
eru greið: Tey skulu royna at av
marka nýtsluna av søtum drykk
um fyri at minka um vandan fyri
at fáa hjartatrupulleikar, sigur Dr
Susanna Larsson, ein av gransk
arunum á Karolinska Institutti, við
CNN.
Tá barnið ikki vil sova
Nýggjar føroyskar fløgur skulu hjálpa tær at fáa børnini at sovna