týsdagur 10. november 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 46 • 9. november 2015
36
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Runavík
Robin bjóðar nú til
jólaborð í MC Café
& Bar í Saltangará
– Tey, sum ætla sær út at eta jólaborð, nú henda tíðin stundar til,
eru vælkomin at venda sær til mín, sigur maðurin úr Bangladesh,
sum er giftur í Klaksvík og hevur keypt Café 44 í Saltangará
Vilmund Jacobsen
Sadiqull Patawary, róptur Robin, sum
er ættaður úr Bangladesh og giftur í
Klaksvík, hevur keypt Café 44 í Salt
angará og kallar nú matarstaðið MC
Café & Grill og barrina, sum er í ovaru
hæddini, MC Bar.
Tað eru 13 ár síðan, at Robin kom
til Føroya, og tað var, meðan hann las
í London, at hann hitti føroysku konu
sína.
– Eg havi havt eina lítla grillbarr
á bryggjuni í Klaksvík, og nú eg havi
keypt hølini og matarstaðið í Saltang
ará, havi eg leigað grillbarrina í Klaks
vík út til ein annan.
Robin sigur, at hann hevði hug
at royna okkurt nýtt, og hann hevur
keypt bæði matarstað, barr og bygn
ingin í Saltangará, har hann nú hevur
sítt virksemi, sum hann fer at leggja
alla sína orku í.
Sjálvtøkuborð
– Eg eri her hvønn dag og kokkist, og
hvønn mikudag hava vit sjálvtøkuborð
frá klokkan 11.30 til 14. Buffet’in
skiftir, soleiðis at fólk ikki troyttast,
og mær dámar væl, tá alt ikki er tað
sama. Tá verður buffet’in eisini meira
attraktiv. Hetta er ein buffet til alla
familjuna.
Robin sigur, at hann eisini hevur
valt at bjóða tveir indiskar rættir.
– Matmentanin, haðani eg havi
míni ættarbond og í India, líkist nógv,
og tí hava vit valt eisini at bjóða tveir
indiskar rættir – fyri at gera matars
taðið enn meira attraktivt og spenn
andi fyri viðskiftafólkini.
Hann sigur, at ein indisk genta arb
eiðir hjá honum, og tað er hon, ið líka
sum tekur sær av hesum.
– Vit hava ein dagsins rætt hvønn
dag, og eftir klokkan 14 kann bíleggj
ast eftir matarkortinum, sigur Robin.
Jólaborð í MC
MC Bar er opin fríggjakvøld og leygar
kvøld frá klokkan 23 til 04, og fríggja
kvøld er livandi tónleikur.
– Vit hava eisini roynt at hava pub-
quizz leygarkvøld, og ætlanin er fyri
bils at hava pub-quizz annað hvørt
leygarkvøld.
Sadiqull Patawary sigur, at tey,
sum ætla sær út at eta jólaborð, nú
henda tíðin stundar til, eru hjartaliga
vælkomin at ringja á tlf. 444424 ella
á tlf. 273122.
– Vit hava góðar møguleikar til
jólaborðhald, og eingin skal halda seg
aftur í at spyrja seg fyri, sigur Sadiqull
Patawary.
Vollabúðin er í jólahýri
– Fólk eru í størri og størri mun farin at pynta uttandura, og her hevur
Vollabúðin eitt breitt úrval av Expo-ketum og System 24-ketum, sigur Birgir av
Vollanum, ið eisini hevur eitt sera gott tilboð upp á innanduramáling
Vilmund Jacobsen
Vollabúðin, sum nú húsast í rúmlig
um hølum í stóra bygninginum beint
hinumegin vegin, har Effo í Saltangará
er – og beint uttan fyri FK-handilin,
hevur helst bestu tilboðini á veggja
máling yvirhøvur.
– Vit hava eitt sera gott tilboð til
fólk, sum ætla sær at mála innandura
til jólar. Vit selja nevniliga 10 litrar av
góðari veggjamáling fyri 498 krónur.
Tað sigur fryntligi handilseigarin,
Birgir av Vollanum.
Í jólahýri
Nú novembermánaði er hálvrunnin, og
fólk so smátt fara at koma í jólahýri,
er handilin á tremur við jólaprýði, jóla
perum og góðum jólagávuhugskotum.
– Vit selja eitt nú góðu og gomlu
Expo-keturnar
til
uttandurabrúk.
Hetta er keta, sum kann veksast so
hvørt, sum fólk ynskja, at ketan verður
longri.
Birgir av Vollanum sigur, at
hann eisini hevur sonevndu System
24-ketuna, ið koyrir við led-perum og
er meira orkusparandi.
– Tað vísir seg, at fólk í størri og
størri mun eru farin at pynta uttan
dura, tá jólini nærkast, og her hevur
Vollabúðin eitt breitt útboð við Expo-
ketum og System 24-ketum.
Hann vísir á, at Vollabúðin eisini
hevur eitt stórt úrval av ymiskum bú
nýtisvørum, ið eru perfektar til eina
góða jólagávu.
– Nú vit hava betri hølisumstøður,
er útboðið av búnýtisvørum eisini
munandi størri, enn tað hevur verið,
og fólk eru hjartaliga vælkomin inn á
gólvið at leita eftir røttu jólagávuni.
Køksmontørur
Nýggju umstøðurnar hjá Vollabúðini
gera, at fleiri køkar nú standa frammi
í senn.
– Áður høvdu vit ein køk stand
andi. Nú hava vit fýra, umframt at vit
eisini hava bæði grovkøkar og baði
rúmsmøblar til framsýningar. Hesin
parturin er líka sum ein deild fyri seg
í handlinum.
– Vit hava køkarnar, hvítvørurnar,
loftini, gólvini og málingina og eru
soleiðis ein heildarveitari. Vit kunnu
levera alt, sum skal brúkast í hesum
sambandi.
Birgir leggur aftrat, at ein køkur í
dag er ikki ein so stór íløga, sum ein
køkur var áður.
– Øll hava loyvi at ynskja sær ein
nýggjan køk, og ein slíkur tanki er av
gjørt ikki ómøguligur við teimum prís
um, vit hava.
Hann sigur, at Vollabúðin nú eisini
hevur ein montør, ið kann koma á
gátt at taka mát av køki, grovkøki ella
baðirúmi. Um viðskiftafólk ynskja tað,
setir montørurin eisini køkin upp, og
viðkomandi hevur harumframt drúgv
ar royndir við gólválegging.
– Vit tekna uppsetingina við
3D-forriti sum merkir, at køkurin, tá
hann er teknaður upp, sær út sum ein
fotomynd, leggur hann aftrat.
Góð samstørv
Nýggju umstøðurnar hava eisini gjørt
tað møguligt at hava stórar vinyl-rull
ur í handlinum.
– Áður høvdu vit bara prøvar. Nú
hava vit einar seks stórar rullur, um
framt at vit framvegis hava nógvar
prøvar. Vollabúðin helst hevur størsta
útboð av vinyli og teppum í Føroyum
yvirhøvur. Vit samstarva við Vøruhúsið
og Bygma Gólv og tað, sum vit ikki
hava á goymslu her í Saltangará,
kunnu viðskiftafólk síggja á prøvum
og fáa heim longu dagin eftir bílegg
ing, sigur Birgir av Vollanum.
Vollabúðin húsast undir góðum og rúmligum umstøðum við góðum parkeringsmøguleikum
Sadiqull Patawary,
róptur Robin,
sum er ættaður
úr Bangladesh og
giftur í Klaksvík,
hevur keypt Café
44 í Saltangará