Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-10, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2015síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 46 • 9. november 2015 41 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað Dygdargóðar vørur framleiddar av sjónveikum Fríggjadagin 20. november letur upp ein forkunnug framsýning og jólasøla í Smiðjuni í Lítluvík við alskyns vørum. Tað er Sjóndepilin, ið letur upp jólasølu hjá stovninum við vørum, ið borgararnir á stovninum hava framleitt. Í eini stovu á Sjón­depl­inum sita átta eldri kvinnur og arbeiða við ymiskum handaligum, tá Vikublaðið er á vitjan. Sjóndepilin er ein stovnur, ið veitir ráð­geving til fólk, ið eru blind ella sjón­veik. Endamálið er at stuðla sjón­tarn­að­ um til sjálvbjargni í heimi, skúla, arb­ eiði og frítið. Eisini verður skip­að fyri ym­isk­um skeiðum t.d. fyri avvarðandi, starvs­fólki á arbeiðsplássum, barna­ gørð­um og  skúlum. Virksemið hjá Sjón­depl­inum er í dag skipað í tríggjar sjálv­støð­ug­ar eindir: • Ráðgeving • Dagtilhald • Verkstaður Dagtilhaldið á Íslandsvegnum er virk­ ið tríggjar dagar um vikuna. Tað er ymiskt, hvussu leingi fólk eru á stovn­ inum. Nøkur koma klokkan níggju um morgunin og eru til stað­ar all­an dagin, með­an onnur eru í nakr­ar tím­ar. Flestu av teimum búgva heima hjá sær sjálv­ um, men tá tey eru á dag­til­hald­in­um, fáa tey kaffi, frukt, mat og ann­að gott frá starvs­fólk­unum. Umframt virksemið á sjálvum dagtilhaldinum á Íslandsvegi, so hevur Sjón­dep­il­in eisini ein vardan verkstað og handil á Traða­brekku 1, har fólk hava møgu­leik­an at keypa vørurnar alt ár­ið, ið verða framleiddar á Sjóndepl­in­um. – Vit leggja dent á, at vørurnar eru ser­stakar. Fólk skulu kenna tað aftur, og vita, at hetta er tær dygdargóðu vør­urnar frá Sjón­depl­inum. Hetta er framleitt av sjón­veik­um, og í summum førum blind­um fólk­um – men hetta sæst ikki aft­ur á góðsk­uni, siga starvsfólk­ini á Sjón­depl­inum. Á jólasøluni kunnu fólk ogna sær vørur sum tepp­ir, skjúrta­stoff til føroysk klæð­ir, háls­turri­klæðir, kodd­ ar, dúk­ar, borð­renn­ar­ar, undirløg, visku­stykk­ir. Eisini ber til at keypa vør­ur úr horni og beini sum oyraringar, horn, lykla­ringar, salat­skeiðir, kambar, oyra­ring­ar og eina rúgva aftrat. Jólasølan letur upp 20. november í Smiðjuni í Lítluvík, og letur aftur týsdagin 24. november. Miðalaldurin er høgur í rúminum, flestu kvinnurnar liggja um eini 90 ár, men tað sæst ikki aftur á lagnum, har tær sita og skemta sínámillum. ­– Tað er so deiligt at vera her. Eg gleði meg hvønn týsdag at koma her. Satt at siga, so gongur tíðin alt ov skjótt, tá man er her. Áðrenn man veit av, so er dagurin liðugur, og man skal heim aftur, siga tær við ein munn. Flestu av teimum, ið eru á stovn­ in­um hendan dagin, eru kvinnur, ið hava trupulleikar við sjónini, men enn búgva heima hjá sær sjálvum. Dag­til­ haldið hjá Sjóndeplinum gevur teim­ um møguleikan at koma út og tosa um alskyns viðurskiftir. – Tað kann ikki samanberast at sita ein­samøll heima, og so sleppa at sita her. Her sita vit og práta og skemta. Vit tosa um alt millum himmal og jørð, so sum tíðindini í sjónvarpi og út­ varpi, politikk, sjeikar, minnir og slekt. Kanska serliga tey bæði seinnu, tí nú eru vit so gamlar, og hava so nógv aftur at minnast á, siga tær at enda. Tað er so deiligt at vera her á dagtilhaldinum á Sjóndeplinum